Lív og Tróndur á Ljósfest 2025

Á Ljósfest í august 2025 fara Lív og Tróndur á pall. Tey teljast millum nógv onnur góð nøvn, sum fara á pall leygarkvøldið á Ljósfest.

 

Lív gjørdist av álvara kend, tá hon sang saman við bygdamanni sínum, Niels Midjord.

 

Eyðkenda røddin hevur síðani verið nógv frammi, og hon hevur eisini givið út undir egnum navni, tá hon útgav Keldufar, har hon setti tónleik til yrkingar hjá abba sínum, Johannes Andreas Næs, ið hevði skaldanavnið Flóvin Flekk.

 

Tróndur hevur framført í mong ár, og var m.a. við í bólkinum Wild Child á Tvøroyri. Fólk minnast kanska serliga væl Trónda frá tulkingini av lagnum ”Á kundi á tíðarhavi” og frá tulkingum av eittnú íslendska Bubbi Morthens.

 

Eisini er Tróndur kendur sum góður hornleikari, og hann stjórnar Tvøroyrar Hornorkestri.

 

Lív og Tróndur skriva og framleiða saman vakran fólkapopptónleik, og tulka eisini útlendskan tónleik, sum tey flyta yvir í føroyskt.

 

Onkur hevur áður sagt um tey bæði, at tey eru “a match made in heaven”.

 

Saman eru tey ein vælsvingandi eind. Ein hittmaskina, nevndi onkur av undanfarnu festivalunum Lív og Trónda.

 

Mjúki tónleikurin rúnarbindur, og Lív og Tróndur duga við inniligum framførslum at leggja sál og kenslur í tónlekiin.

 

Kendstu løgini eru t.d. ”Lítili Fuglur” og ”Sveimandi”, men eisini lagið ”Reasons Unknown” hevur fingið luft undir veingirnar, síðani tað kom út í fjør.

 

Hetta er eitt summarkent lag, har løttu reggae-rútmurnar taka lurtaran við sær.

 

Ljósfest verður í Vági í døgunum 15. 16. og 17. august 2025.