Øssur Hansen eisini við B36 móti Leiftri

Fótbóltur: Tað er sannlíkt, at toftamaðurin spælir við B36 næsta ár

Fótbóltsárið er av, men enn eru tveir forvitnisligir fótbóltsdystir eftir, og teir verða báðir spældir hetta vikuskiftið. Tað er B36, sum í samstarvi við m.a. Sosialin hevur bjóðað íslendska liðnum Leiftur av Ólafsfirði hendavegin.

Leiftur, sum skal spæla tveir dystir á ferðini, er ikki ókent í Føroyum. Teir hava fingið nógva umrøðu orsakað av ? sum allir fótbóltsáhugaðir føroyingar munnu vita ? at fleiri føroyingar eru í felagnum. Venjari er Páll Guðlaugsson, sum er av íslendskum uppruna, men sum hevur búð í Føroyum í nærum 20 ár, og sum sjálvandi var venjari hjá føroyska landsliðnum í byrjanini, tá vit vunnu á Eysturríki, fingu javnleik í Norðurírlandi og taptu »tepurt« í Ítróttarparkini móti Danmark. Hann var eisini venjari, tá kvinnulandsliðið í 1995 vann 1-0 niðri í Wales.

Í málinum stendur føroyski landsliðsveteranurin Jens Martin Knudsen, sum man vera enn meira kendur enn Páll. Jens Martin varð fyri stuttum valdur til triðbesta spælara í íslendsku kappingini í ár, og tað má sigast at vera eitt sera gott úrslit fyri ein málmann.

Triði føroyingurin spælir í álopinum hjá Leiftursmonnum. Tað er gamla málmaskinan hjá HB, Uni Arge, sum hevur klárað seg sera væl í teimum lutfalsliga fáu dystunum, hann spældi við Leiftri í ár. Bæði Jens Martin og Uni spæla aftur við Leiftri næsta ár.

Leiftur hevur sum heild havt eitt gott kappingarár í ár. Í Úrvalsdeildini, sum er besta deildin í íslendsku landskappingini, dragnaðu teir móti endanum og fingu eina endastøðu í miðjuni, men í bikarkappingini, sum er íslendska steypakappingin, komu teir heilt til finaluna, sum teir kortini taptu móti ÍBV av Vestmannaoyggjunum í endanum av august. Tíbetur fyri Leiftur bleiv ÍBV eisini meistari, so menninir hjá Pálli sleppa út í Europa sum íslendskir steypavinnarar. Tað verður í UEFA Cup-kappingini, sum nú verður løgd saman við Europa Cup fyri steypavinnarar.


Øssur Hansen við B36

Fyri at gera tað enn meira áhugavert hjá áskoðarunum fær B36, sum skal spæla móti Leiftri leygardagin, stuðul frá nøkrum HB-spælarum (B36-venjarin Tomislav Sivic segði í Sosialinum herfyri, at tað hevði verið ynskiligt, at hesir vóru Súni Fríði Johannesen, Allan Mørkøre og Hans Fróði Hansen), og nú er eisini greitt, at Øssur Hansen úr B68 skal spæla við B36 móti íslendska liðnum í morgin. Tað hava leingi gingið søgur um, at Øssur Hansen skiftir til annað av havnarfeløgunum, og nógv bendir nú á, at tað verður B36.

Sunnudagin spælir Leiftur í Klaksvík móti KÍ. Hetta gevur eisini norðoyingum høvi at royna seg móti íslendska liðnum, og tað er eisini gjørt, so íslendingarnir sleppa at síggja meir av Føroyum enn bert túrin úr Vágunum til Havnar.

Vónandi kann Leiftur, sum hevur fleiri útlendskar klassaspælarar, m.a. úr Skotlandi, Nigeria og Danmark, geva føroyingum eitt gott fótbóltsupplivilsi, bæði í Gundadali í morgin og í Klaksvík í ovurmorgin.

Í øllum førum er lagt upp til eitt stuttligt vikuskiftið hjá íslendingum. Teir skulu eisini vitja býráðini í Havn og í Klaksvík, og leygarkvøldið eru teir eisini bodnir við í ársveitsluna hjá B36.