Teir spældu akkurát sum vit høvdu roknað við

Fótbóltur: Allan Simonsen duldi ikki, at hann var ovurfegin fyri málleysa javnleikin

Alla gode gange tre, plaga danir at taka til. Og fyri føroyska danskaran tørnaði hetta akkurát soleiðis út í Vilnius leygarkvøldið. Eftir tvey tgepur 1-0 tap á útivølli og heimavølli móti ávikavíst Bosnia og Kekkia, eydnaðist tað at fáa stig í Litava.

Tá tað leið fram móti endanum, fór Allan Simonsen av beinkinum og fram móti fjórða dómaranum fyri at minna hann á, at nú var vanliga leiktíðin farin. Og tað var ikki so undarligt, at føroyski venjarin kendi seg tilskundaðan at minna á, at endin var nær. Tá landsliðið í juli í fjør spældi venjingardyst í Íslandi, var tað málleyst, tá seinna umfarið var 50 minuttir gamalt, men so skoraðu íslendsku vertirnir og vunnu 1-0.

Hesa ferð var talan um undankappingardyst, og tað stóð meiri enn heiður og æra upp á spæl ? bæði hjá spælarunum og hjá venjaranum. Eftir at føroyski venjarin hevði verið frammi hjá 4. dómaranum, sum nógv av tíðini sat undir einum stórum regnskjóli, tí regnið oysti niður, fór hesin at putlast við at finna skiltið, ið skuldi vísa, hvussu nógv tíð var løgd afturat. Skiltið vísti tveir minuttir, men tað gekk bara ein hálvur minuttur, so ljóðaði síðsta bríkslið, og føroysku spælararnar sóu út, sum um teir høvdu vunnið, meðan tað væl sást á litavisku vertunum, at teir vóru so vónbrotnir, at tað tóktist sum um teir høvdu tapt.

Venjarin hjá teimum, Kestutis Latosa, duldi á tíðindafundinum aftaná ikki fyri, at hann var sera vónbrotin, og fáu áskoðararnir, sum eftir málleysa javnleikin móti Skotlandi høvdu lovprísað sínum spælarum og billað sær inn, at nú hevði Litava møguleika at røkka endaspælinum í Hollandi og Belgia í ár 2000, góvu sítt vónbrot og sína vreiði til kennar við ókvæmisrópum.

?Eins og móti Skotlandi, so spældu vit okkum aftur í kvøld til eina røð av møguleikum, men tað nyttar ikki so nógv, tá tú ikki fært úrtøku burturúr, segði venjarin og staðfesti, at hansara lið hevur stórar trupulleikar at skora mál.

Teir á heimaliðnum vóru alt annað enn nøgdir við dómaran úr Luxemburg, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð hevði ábyrgdina av einum a-landsdysti. Teir á heimaliðnum vildu tríggjar ferðir hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, tá teir vóru farnir um koll inni í brotsteiginum, men dómarin var nóg kaldur at tiga, og ta einu ferðina bríkslaði hann fyri frísparki til føroyingarnar og vísti gula kortið til vánaliga sjónleikaran.


Liðavrik

Allan Simonsen var smílandi og fryntligur á tíðindafundinum, og aftaná duldi hann heldur ikki yvir, at hann var ógvuliga fegin um úrslitið:

?Vit spældu móti einum góðum fótbóltsliðið, og eg má ásanna, at eg hevði ikki roknað við, at teir fóru at megna at halda so høga ferð í spælinum so leingi, sum teir gjørdu. Hetta hevði aftur við sær, at tað var sera torført hjá okkara monnum at fóta sær í framrættaða spælinum, og at teir vórðu so nógv strongdir, hevði aftur við sær, at tað var torført at finna rætta stevið í framrættaða spælinum.

Er tað onkur spælari, sum tú heldur stóð seg betri enn hinir?

?Talan var fyrst og fremst um eitt framúr liðavrik, har allir ofraðu seg fyri hvønn annan. Men skuldi eg nevnt onkran, so koma vit ikki uttanum, at málverjin hevði nakrar bjargingar, sum vóru heilt framúr, og var tað enn eina ferð hugaligt at síggja, at Pól Thorsteinsson megnar so væl at røkja tær ymisku uppgávurnar, sum hann fær frá dysti og til dyst, og arbeiðsavrikið hjá Julian Johnsson er altso framúr. Men, sum sagt, so var talan fyrst og fremst um eitt liðavrik, er niðurstøðan hjá Allani Simonsen.