Tað hevur verið stórur gravgangur eftir venjaranum hjá føroyska landsliðnum, síðani landsliðið kom til Aberdeen sunnumorgunin. Skotsku fjølmiðlarnir og onkrir eingilskir við minnast framvegis avrikini hjá ársins spælara í Europa í 1977, og tað er einki at ivast í, at javnleikurin í Litava leygarkvøldið hevur økt um áhugan fyri dystinum og virðingina fyri føroyska liðnum. Føroysku ferðaleiðararnir hava kent seg noyddar til at vísa fjølmiðlafólkunum burtur, tá tey hava roynt at fingið samband við venjaran á gistingarhúsinum, men í sambandi við venjingarnar hava teir sjál vandi tosað við venjaran, og seinnapartin í gjár skuldi tað vera tíðindafundur.
Allan Simonsen er vanur við eitt sindur av hvørjum ? ikki minst frá tíðini í Barcelona ? og hann letur seg ikki renna um koll av pressuni.
? Tað er hugaligt, at lagið er gott, og eg merki, at spæligleðin kanska er størri, enn hon nakrantíð hevur verið. Vit hava onkrar smávegis trupulleikar við skaðum, men eg rokni avgjørt við, at allir átjan verðatøkir til dystin, og eg ætli mær ikki at gera tær stóru broytingarnar á liðnum, sum stóð seg so væl í Litava, er boðskapurin hjá venjaranum, sum har við letur skýna ígjøgnum, at hann ætlar at leggja fyri við sama liðnum, sum spældi í Vilnius.
Heldur tú, at spælararnir eru komnir fyri seg eftir dystin í Vilnius og ferðingina higar?
? Tað sær soleiðis út, og eg havi eina greiða fatan av, at spælararnir eru fysiskt betri fyri nú, enn teir vóru fyri góðum tveimum árum síðani, tá vit í fýra dagar spældu tveir landsdystir. Ta ferðina var tað týðuligt í 2. hálvleiki móti Spania, at stríðið móti Slovakia hevði kostað nógva orku. Sjálvandi kann tað hugsast, at tað verður neyðugt við fleiri skiftingum í kvøld, men tí kvígi eg ikki so nógv fyri, tí eg haldi ikki, at bonkurin nakrantíð hevur verið breiðari og sterkari, enn hann er á hesari ferðini, staðfestir venjarin.
Tá vit tosa um útlitini í kvøld, kvígir venjarin ikki so nógv fyri einum stórum skrædli. Hann vísir á, at talan hevur verið um støðuga framgongd eftir stóra lúsingin í Estlandi fyrst í juni, og Allan Simonsen fjalir ikki, at hann ikki heldur møguleikan fyri at fáa eitt stig at vera langt burtur:
? Undir vanligum umstøðum er Skotland styrkismett nógv hægri, enn okkara lið er, og teir eru sjálvandi favorittar á heimavølli, serliga eftir at teir ikki stóðu seg so væl móti Estlandi. Sum altíð í fótbólti so veldst tað eisini hesa ferð um, hvussu dysturin fer at taka ser upp, men eg havi álit á mínum spælarum. Teir hava tapt tepurt 1-0 móti Bosnia og Kekkia, og í báðum førum hava vit verið óhepnir. Móti Litava fingu vit fyrsta stigið í hesari undankappingini, og nú vóni eg, at vit kunnu fáa fyrsta málið og helst eisini í minsta lagið eitt stig.
Hvussu roknar tú við, at dysturin fer at taka seg upp?
? Teir fara at leggja fyri við nógvari ferð, og tað fer at seta okkum undir eitt stórt trýst. Megna vit at koma undan tí, og ferðin lækkar eitt sindur, so vóni eg, at framrættaða spælið hjá okkum fer at hanga betri saman, enn tað gjørdi í Litava. Vit fara undir øllum umstøðum at fáa málmøguleikar ? tað gjørdu vit fyri fýra árum síðani, tá vit taptu nógv, og tað gjørdu vit leygardagin, sjálvt um vit vóru undir øgiligum trýsti ? og so hevði tað verið sera hugaligt, um vit høvdu megnað at gera mál, ynskir Allan Simonsen, sum kortini ásannar, at hann hevði einki havt ímóti einum málleysum javnleiki afturat.