Kvinnuliðið hjá Neistanum fekk eins og mansliðið eina góða byrjan upp á landskappingina við einum sigri á útivølli. Steypavinnararnir frá í fjør vóru sunnudagin í Vági og spældu móti VB, og tær fóru norður aftur við einum 22-16 sigri í viðførinum.
Neistin kom betri frá byrjanini, og sum fyrri hálvleikur leið, øktist munurin bert millum liðini. Í hálvleikinum var støðan 11-6 til útiliðið, og tað megnaði VB ongantíð at taka innaftur.
Ein tann størsti munurin á liðunum var, at Neistakvinnur vóru væl kropssterkari enn vágskvinnurnar, sum settu sítt álit á skotini hjá Sólrun Krosslá. Sterka Neistaverjan gjørdi, at VB ikki kundi spæla seg ígjøgnum, og eftirsum Sólrun er tann einasti veruligi langskjúttin á VB-liðnum, slapst ikki undan, at tað var hon, sum eyðmerkti málskjótingina hjá VB. Hon skeyt tíggju mál, og tað var umleið tveir triðingar av málunum, sum heimaliðið fekk.
Umframt sterku verjuna hevði Neistin eisini fleiri streingir at spæla upp á í álopinum, og norska Heidi Harviken vísti, at hon er góður styrkur hjá einum annars rættiliga »nýggjum« Neistaliðið. Av teimum, sum spældu meir ella minni fast á liðnum í fjør, vóru bert Rúna Wardum, Lovisa Jørgensen, Súsan Brockie, Súna Mørk og Hildur Sørensen við í Vági. Av nýggju nøvnunum kunnu vit umframt Heidi Harviken nevna ungu Katrin á Neystabø, sum við sínum sjey málum var toppskjútti hjá Neistanum sunnudagin.
Hjá VB var Sólrun Krosslá sum vera man høvuðsspælarin. Tað var hon eisini í fjør, men umframt hana skaraðu Gurið Mortensen og Rannvá Augustinussen eisini burturúr sunnudagin. Og so var tað bert 16 ára gamla Sólrun Jacobsen, sum stóð í málinum henda dagin, tí vanligi málverjin hjá VB var uttanlands.
Bæði Sólrun Jacobsen og Gurið Mortensen eru 16 ára gamlar, og VB hevur tí noyðst at biðið HSF um undantaksloyvi, so tær kunnu spæla í 1. deild. Av hesum kann ein rokna seg fram til, at VB ikki hevur so nógv fólk at taka av, og harafturat hava VB-kvinnurnar enn ikki fingið nakran venjara.
Felagið hevur roynt at fingið ein venjara, bæði í Føroyum og uttan fyri landoddarnar, men einki hevur borið til. Tað verður framvegis arbeitt við málinum, men fyri tað mesta hava VB-kvinnurnar verið noyddar at vant seg sjálvar higartil í ár. Jón Pauli Olsen hevur verið og lagt lag á nakrar ferðir, og polski venjarin hjá 1. mansliðnum í fótbólti, Krzystof Popczynski, hevur eisini havt konditiónsvenjing við kvinnunum av og á. Eftir hvat skilst kom henda venjingin eisini væl við sunnudagin, tí annars hevði tað verið trupult hjá VB-kvinnunum at fylgt við Neistanum.
Dysturin var rættiliga harður, og hvørki av liðunum spardi seg. Dómararnir vóru rættiliga large í fleiri førum, og í øllum dystunum var bert ein ávaring (til VB) og ein útvísing (til Neistan). Hevði tað verið eitt strangari dómarapar, sum dømdi í Vági sunnudagin, høvdu tað ivaleyst verið nógv fleiri útvísingar, men tað er nú einaferð soleiðis, at teir ymsu dómararnir døma ymiskt. Og tað kundu bæði VB og Neistin fegnast um sunnudagin.
VB-Neistin 16-22 (6-11)
VB: Sólrun Krosslá 10 (3), Arnleyð Krosslá 2, Gurið Mortensen 2, Rannvá Augustinussen 1, Camilla Eið 1.
Neistin: Katrin á Neystabø 7 (1), Heidi Harviken 5 (2), Súna Mørk 4, Annika Thomsen 2, Rúna Wardum 2, Gunnleyg Berg 1, Lovisa Jørgensen 1.
Útvísingar: VB 0, Neistin 1.