At spælandi venjarin hjá VÍF-kvinnunum, Ioana Rapa, fer at fáa stóra ávirkan á kappingina hjá kvinnunum í ár, varð prógvað longu í fyrsta dystinum hjá VÍF, sum var móti StÍF á Skála. Ikki ein av lættastu dystunum hjá uppflytarunum at byrja við, men liðið úr Vestmanna megnaði at vinna 22-21 á strandakvinnum, sum vóru sera nær við at gerast føroyameistari í fjør.
Av teimum 22 málunum hjá VÍF skeyt Ioana Rapa helvtina, og átta av teimum komu í fyrra hálvleiki. VÍF-liðið spældi nógv upp á hana, men tá eini 20 minuttir vóru farnir, fór StÍF at mansverja hana. Hetta hjálpti eitt sindur, men Jacklin Djurhuus hevur eisini styrkt um liðið, síðani hon er komin aftur úr Kyndli, og í seinna hálvleiki skeyt hon fimm mál, meðan venjarin fekk trý.
Hjá StÍF var spælið nógv merkt av persónligum feilum, og tað gekk sera striltið við at fáa álopsspælið at koyra serliga leingi ísenn. Signhild Petersen fekk ein skaða í knæið, beint áðrenn liðið fór til Danmarkar á venjingarlegu herfyri, og hon noyðist at halda seg frá hondbólti í seks vikur frá nú av. Saknurin var eisini stórur í henni, serliga í seinna hálvleiki, tá VÍF fór at mansverja Sóley Mikkelsen. So var bert Paula B. Jacobsen eftir, sum tordi at taka ábyrgd, og tað er sjáldan nóg mikið, tá bert ein spælari ger tað. Tað kunnu Signhild og Sóley eisini, men tá tær báðar á hvør sín hátt vórðu settar út av spælinum, fekk StÍF trupulleikar. Tá 9 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, førdu strandakvinnur 15-14, men fýra minuttir seinni var støðan 18-16 til VÍF!
Hesa leiðsluna megnaði heimaliðið ikki at taka innaftur, men munurin bleiv ongantíð størri enn tvey mál. At enda var bert eitt mál, sum skilti partarnar, men ein av orsøkunum til tað var tann sera vælspælandi málverjin hjá StÍF, Karin E. Hansen, sum bjargaði StÍF frá einum størri ósigri.
Sum heild var VÍF-liðið nógv meira avgjørt bæði í verjuni og álopinum. Eitt gott dømi um hetta er, at VÍF fekk fimm útvísingar, meðan StÍF fekk eina. Ikki tí útvísingar er nakað, eitt lið beinleiðis ynskir, men onkuntíð treingir tað til?
Nú er einki at ivast í, at kappingin hjá kvinnunum í ár verður sera spennandi at fylgja við. Bæði Kyndil og StÍF, sum stóðu seg so væl í fjør, hava tapt móti liðum, sum ikki gjørdu so nógv um seg seinasta kappingarár ? ja, annað spældi í 2. deild.
Næsti dystur hjá StÍF er a heimavølli móti Stjørnuni í morgin, meðan næsta uppgávan hjá VÍF er um átta dagar, eisini móti Stjørnuni, sum av onkrari orsøk byrjar kappingina við fýra útidystum á rað.
StÍF-VÍF 21-22 (10-11)
StÍF: Paula B. Jacobsen 7, Alis Høghamar 4, Sóley Mikkelsen 4, Bjørg Mikkelsen 3, Hanna Thorleifsson 2.
VÍF: Ioana Rapa 11, Jacklin Djurhuus 6, Laila Friis 3, Óluva Poulsen 2, Randi Kúrberg 1.
Útvísingar: StÍF 0, VÍF 5.
Dómarar úr NSÍ: Kári Hansen og Dánial Hansen.