móti FCK. AB er framvegis á odda í donsku kappingini. Dýra biðidag vunnu teir 3-1 móti Aarhus Fremad, sum so at siga er flutt niður í 1. deild. AaB er framvegis stórur kappingarneyti hjá AB um fyrsta plássið [...] bæði til 3-3 og 4-3. Brøndby snávaði Bólturin er framvegis rundur, og tað kemur framvegis fyri, at tey smáu vinna móti teimum stóru. Síðsta dømið um hetta í donskum fótbólti var sunnudagin, tá Viborg, [...] Kongsvinger vónsvikin, men hann royndi kortini at gleðast um, at avrikið hesa ferð var betri, enn tað hevur verið frammanundan. Kongsvinger er einasta liðið, sum einki stig hevur fingið í fýra teimum fyrstu
forsetin er ikki ein, sum leggur seg út í politiskt kjak, og tí var ikki beinleiðis tosað um politik við hann, sigur Finnbogi Ísakson. ? Men vit tosaðu m. a. um doktararitgerð hansara, sum er um sjálvss [...] forsetanum ta heilsu frá løgmanni, at hann fór at fáa eina vitjan um at koma á almenna vitjan í Føroyum. ? Hetta fegnaðist hann um, tí hann er sera áhugaður at koma til Føroya, sigur Finnbogi Ísakson. Íslendski [...] føroyska ferðalagnum er eftir øllum at døma túrurin niðan á Vatnajøkull. Teir báðir Finnbogi og Edmund eru samdir um, at túrurin var sera áhugaverdur. Havast skal í huga, at Vatnajøkull er um 8.000 ferkilometrar
lønarlagið sum heild helst er hægri, enn hetta samfelagið ber, er ein onnur søga. Sum er klára vit okkum ikki uttan blokkin, tí uttan hann var ikki hugsingur um at havt hetta lønarlagið. ?Men verkamaðurin [...] roynd og tað eydnaðist so. Ikki meiri enn rímiligt Karl Johansen sigur, at hesuferð var tað so at siga bara lønarhækking, sum feløgini vildu hava. Og hann heldur, at ein trivalig lønarhækking er ikki annað [...] Johansen sigur ,at so leingi tey ikki fingu tað, tey kravdu, veit hann ikki, um hann skal vera nøgdur. ? Men vit mugu í hvussu so er ásannað, at vit hava ongantíð áður fingið so stóra lønarhækking. ? So útfrá
túsund ára skiftið: ? Eg fari at biðja Svendborg um at sleppa burturúr avtaluni, sum vit hava. Eg havi ikki tosað við teir um tað enn, men ætlanin hjá mær er at gevast í summar. Trupulleikarnir við knænum [...] arstrikuni, og um tað ikki skal enda við niðurflyting, tá kappingin verður liðug um ein stóran mánað, so var sera avgerandi, at tað fingust trý stig burturúr móti Frem. Og tað eydnaðist. 590 áskoðarar [...] leingi, at hann í fótbóltshøpi kundi verið eldri enn at verið í besta fótbóltsaldri. Hann kom á besta liðið hjá VB í 1986, og tað vil siga, at tá hann um ein mánað setir fótbóltsskógvarnar, sum hann hevur
vera best fyri í kappingini um FM. Komandi hósdag, sum er Kristi himmalferðardagur, skulu hesi trý feløgini í eldin aftur, tí tá verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið spældar. HB skal [...] seg móti HB. Í fjør var um reppið, at NSÍ fekk stig móti HB í Gundadali. At tað ikki eydnaðist teimum kundu teir bara takka sær sjálvum fyri. So verður spennandi at síggja, um tað fer at eydnast hesa ferð [...] øllum dystunum uttan tí í Klaksvík. At einki mál verður skorað, tá hesi bæði liðini hittast, er sera sjáldsamt og er ikki komið fyri tey nógvu síðstu árini, tá nógvar av innanhýsis uppgerðunum hava verið málríkar
leingi um, hví miðvallarspælararnir hjá liðunum ikki megnaðu í størri mun, enn teir gjørdu, at mynda hugflogsríkt og skilagott fótbóltsspæl. Men tað er einki at ivast í, at sum heild hevur hetta nakað við [...] og HB nú er so mikið góð, at hon so at siga hevur yvirhálað tekniska førleikan, hóast hesin hjá hesum spælarunum er betri enn hjá so nógvum øðrum. Í 2. hálvleiki var tað eina løtu frægari, enn í fyrra umfarinum [...] langt fram á vøllin í vónini um, at teir fremstu menninir skuldu vinna nærdystirnar og harvið leggja trýst á verjuna hjá mótstøðuliðnum og helst skapa málmøguleikar. Hetta eydnaðist sera sjáldan. Verjumenninir
Komandi sunnudag spæla teir heima móti Sumba. Hesi bæði liðini eru tey einastu, sum enn ikki hava fingið stig, so talan er um botngysara. NSÍ-B71 4-0 (1-0) NSÍ: Dejan Milanovic ? Kári Sigvardsen, Arnfinn Langgaard [...] 4-0, og tá tað endiliga eydnaðist NSÍ at skora í landskappingini, kann av sonnum sigast, at teir vunnu málmunin frá hinum dystunum innaftur. Stigini vinna teir ikki innaftur, um teir so høvdu vunnið 10-0 [...] allarevnaríkastu spælarar í landinum. Hann fór av landinum, og síðani hoyrdist ikki nógv til hann. Men nú er hann heima aftur, og hann kom inn fyri Mortan Hansen í hálvleikinum. Og rituvíkingurin gjørdi eisini
aftur Eftir hetta var tað, sum um B36-liðið raknaði við aftur, samstundis sum ÍF tók færri kjansir frameftir. Tað var eyðsæð, at heimaliðið mátti fáa ferðina eitt sindur upp aftur, og tað eydnaðist teimum eisini [...] Teirra næsti dystur er í Vági, og síðani hava teir heimadyst móti B68, áðrenn leiðin gongur til Sands. Tað er tí væl hugsandi, at ÍF hevur fingið heilt fitt av stigum, tá ein triðingur er liðin av kappingini [...] eisini, at talan var um eitt lið, sum fer at liggja í ovara endanum, og eitt, sum fer at liggja onkustaðni í miðjuni ? men ikki heilt niðri í botninum, sum fleiri annars hava roknað við. Um hugt verður at
eina semju um hetta. Hin spurningurin er hámarkstalið á næmingum í flokkunum (24). Hetta er eitt prinsipielt mál, sum YF og landsstýrið í fjør gjørdu semju um. Fíggjarmálaráðharrin, sum er arbeiðsgevari [...] og vit halda, at arbeiðsgevarin er sera stívrendur við ikki at vilja virða tað, sum semja áður er gjørd um. Ósemjan snýr seg í høvuðsheitinum um tveir lutir. Annar er lønarkravið. Tann spurningin fara [...] at tá ein sáttmáli er uppsagdur, so er einki galdandi, og tað skal so at siga byrjast frá botninum av. Tað er rætt, at vit hava onga høvuðsavtalu, og tað er rætt, at í prinsippinum er eingin sáttmáli galdandi
minuttir í Klaksvík, og tað er bara eitt mál komið. At siga at teir hava spælt er at taka í so rívan til, tí talan hevur meiri verið um at sparka fótbólt enn um at spæla fótbólt, og tað er spell. ? Eg var betri [...] Tað er synd at siga, at fótbóltsspælið hevur jól og góðar dagar, tá toppdystirnir eru í føroyskum fótbólti, og um málini eru borganin fyri undirhaldinum, so er heldur ikki ov væl vorðið. KÍ og HB hava [...] betri nøgdur við mínar menn í dag, enn eg var sunnudagin. Vit spældu okkum ikki til nógvar møguleikar í dag, men tað hekk betri saman á miðvøllinum hesa ferð, enn tað gjørdi í landskappingardystinum. Soleiðis