Eysturoyggin hevði gott hál

Fótbóltur: Men ÍF tapti móti B36, sum nú er ájavnt við HB og KÍ. Málleysi dysturin í Klakvík var spennandi, men hann var alt annað enn væl spældur

Nú eru trý av teimum átjan umførunum í fótbóltslandskappingini 1999 løgd afturum. Og hesa ferð vórðu tað skotin fleiri mál, enn tað vóru í teimum báðu fyrstu umførunum. Í fyrsta umfarinum komu 17 mál, í øðrum umfari átta, og hesa ferð vóru málini nítjan í talið.

Mál vórðu skorað í øllum dystunum uttan tí í Klaksvík. At einki mál verður skorað, tá hesi bæði liðini hittast, er sera sjáldsamt og er ikki komið fyri tey nógvu síðstu árini, tá nógvar av innanhýsis uppgerðunum hava verið málríkar. KÍ og HB vóru undan umfarinum og eru eftir umfarið oddalið, og tað var sera spennandi, tá hesi bæði liðini hittust, men talan var ikki um hugflogsríkt og polerað fótbóltsspæl.

At einki mál kom í Klaksvík hevði við sær, at sigurin hjá B36 móti ÍF bar árstalsfelagið uppá sama stigatal sum KÍ og HB. Hetta eru tey trý feløgini, sum endaðu ovast í fjør og sum undan kappingarbyrjan í ár vórðu mett at vera tey, ið fóru at vera best fyri í kappingini um FM.

Komandi hósdag, sum er Kristi himmalferðardagur, skulu hesi trý feløgini í eldin aftur, tí tá verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið spældar. HB skal aftur til Klakvíkar, og B36 fær vitjan av VB, og sunnudagin verður fjórða umfarið í landskappingini á skránni.

Sunnudagin skulu øll tey trý oddaliðini spæla móti eysturoyarliðum. Úrtøkan hjá teimum trimum liðunum, sum nú skulu spæla móti oddaliðunum, var góð í triðja umfarinum. GÍ og NSÍ vunnu á heimavølli, og B68 vann á útivølli. Sunnudagin fær GÍ vitjan av KÍ, og B68 fær vitjan av B36.

NSÍ, sum undan vikuskiftinum hevði tann ivasama heiðurin at vera fyrsta felagið at geva venjaranum sekkin í 1999, skal í Gundadal at royna seg móti HB. Í fjør var um reppið, at NSÍ fekk stig móti HB í Gundadali. At tað ikki eydnaðist teimum kundu teir bara takka sær sjálvum fyri. So verður spennandi at síggja, um tað fer at eydnast hesa ferð.

Næsta ferðin, at tvey av teimum trimum oddaliðunum fara at hittast, verður 30. mai, tá HB og B36 skulu spæla.


Ryggin móti múrinum

Eingin hevur hug at vera botnproppur ? heldur ikki í fótbólti. At tað er torført og tungt at spæla fyri at sleppa av niðurflytingarplássunum kunnu B71 og Sumba skriva undir uppá. Hesi bæði liðini hava einki stig fingið í ár. B71, sum tvær tær fyrstu ferðirnar tapti tepurt, var í Runavík, og har løgdu teir rygg til eitt orduligt tap.

Sumbingar ásannaðu undan vikuskiftinum, at teir so at siga vóru noyddir at fáa stig móti B68, men tað megnaðu teir ikki. Komandi vikuskifti skal Sumba norður á Sand, og tað vil siga, at um eina viku verður tað í mesta lagi eitt lið, sum einki stig fer at hava.


Altjóða vinkulin

Teir fyrstu EM undankappingardystirnir eru ikki so langt burtur. Skotland og Bosnia koma higar fyrst í juni, og tað vil siga, at tað kann roknast við, at landsliðsvenjarin fer at lata frætta frá sær, tá tvey umfør eru avgreidd afturat.

Vert er í hesum sambandi at leggja til merkis, at fleiri av monnunum, sum eru evni at vera millum teir fyrstu ellivu, ikki spældu í vikuskiftinum. Todi Jónsson og Sámal Joensen sótu báðir skaddir uttanfyri, og Tomislav Sivic hevði ikki pláss fyri Øssuri Hansen á B36 liðnum. Í blaðnum í dag boðar Jan Allan Müller frá, at hann fer at gevast at spæla fótbólti í summar, og tað vil siga, at tað nú er greitt, at hann verður ongantíð aftur á landsliðnum.