Í summar gevst Jan Allan at spæla fótbólt

Fótbóltur: Knæskaði hevur við sær, at útisetin er ikki førur fyri at venja meiri enn helvtina av tíðini

Hann verður 30 ár 25. juli, men hann hevur verið við so mikið leingi, at hann í fótbóltshøpi kundi verið eldri enn at verið í besta fótbóltsaldri. Hann kom á besta liðið hjá VB í 1986, og tað vil siga, at tá hann um ein mánað setir fótbóltsskógvarnar, sum hann hevur brúkt á hægsta støði, á hillina, so hevur hann spælt fótbólt í fjúrtan ár.

Tað er Jan Allan Müller, sum vit tosa um. Maðurin, sum var tann fyrsti føroyski fótbóltsspælarin, ið skrivaði undir sáttmála við eitt útlendskt felag. Tað var í 1991, at hann fór at royna seg við hollendska Go Ahead Eagles. Har var hann í eitt ár, og síðani hevur hann spælt í fleiri donskum feløgum.

Síðani á nýggjárinum hevur hann verið í Svendborg, haðani hann kom úr Esbjerg. Sunnudagin spældi Svendborg á heimavølli móti keypmannahavnar felagnum Frem, arbeiðarafelagnum úr Valby, sum fyri nøkrum árum síðani fór á húsagang og harvið noyddist úr bestu deildini og niður í Danmarks seriuna. Nú hava teir strítt seg uppaftur í næstbestu deildina.

Men tað var fyrst og fremst Jan Allani Müller, sum vit vóru komin at síggja og hitta. Liðið hjá honum var undan dystinum undir niðurflytingarstrikuni, og um tað ikki skal enda við niðurflyting, tá kappingin verður liðug um ein stóran mánað, so var sera avgerandi, at tað fingust trý stig burturúr móti Frem.

Og tað eydnaðist. 590 áskoðarar vóru á tí hugnaliga Høje Bøge stadion í Svendborg, har fyrrverandi landsliðsspælarin úr OB, Flemming Nielsen, stóð á odda fyri heimaliðnum.

Gestirnir løgdu bragdligari fyri, og teir høvdu fleiri hornaspørk, men teir fingu einki mál, og so var tað, at heimaliðið skoraði tvær ferðir. Fimm minuttir undan hvíldini varð ein av gestunum rikin av vøllinum, tí hann brúkti neyðbremsuna, og so var lagt upp til, at heimaliðið skuldi vera omaná í seinna umfarinum.

Men soleiðis varð tað ikki. Spælið var einki at reypa av, hvørki í 1. ella 2. hálvleiki. Frem var leikliga omaná í 2. hálvleiki, teir høvdu fleiri møguleikar at fáa mál, men tá tað ikki eydnaðist hjá teimum, skoraði Svendborg. 3-0 sigurin kom væl við og styrkti um møguleikan at varðveita plássið í deildini.


Á beinkinum

Jan Allan Müller taldist ikki millum málskjúttarnar, og higartil hevur hann einki mál skotið í landskappingini, síðani hann kom til Svendborg. At hann ikki skoraði hesa ferð var ikki so óvæntað, tí hann sat á beinkinum í 70 minuttir.

? Tá eitt felag ger sáttmála við ein álopsspælara, so er tað sjálvandi við tí fyri eyga, at hann skal gera mál, og tá hann ikki megnar at gera mál, so er tað ein nátúrlig avleiðing, at hann verður settur á beinkin, staðfesti Jan Allan Müller eftir dystarlok.

Hetta var fyrsta ferðin í vár, at føroyingurin í Svendborg ikki var millum teir fyrstu ellivu, men tað var ikki óvæntað fyri hann sjálvan:

? Ætlanin var, at eg als ikki skuldi vera við. Eg fekk eitt prus í hondina fyrr í vikuni, og tað tóktist ikki vera nakað serligt, men leygardagin vísti tað seg, at talan var um blóðgift. Læknanum dámdi ikki, at eg skuldi spæla, men tá teir ikki fingu fatur á honum, sum annars skuldi sitið á beinkinum, so sat eg har.

Men ert tú nøgdur við at vera álopsspælari og ikki at skora mál?

? Sjálvandi eri eg ikki tað, og eg haldi heldur ikki, at eg eri nóg væl fyri. Gamli skaðin í knænum plágar alla tíðina, og í nógvar tær síðstu vikurnar hevur tað verið soleiðis, at eg havi ikki verið førur fyri at venja við fullari ferð fyrrenn hóskvøld, eftir at vit hava spælt í vikuskiftinum. Og so skal leggjast afturat, at tá vit hava spælt, hevur tað verið torført, tí álopsspælararnir fáa so ógvuliga fáar bóltar at arbeiða við.

Hetta síðsta kunnu vit skriva undir uppá. Støðið í spælinum var einki at reypa av. Ofta vóru bóltarnir høgir og langir, og teir tjúgu minuttirnar, sum Jan Allan var inni, fekk hann bara tríggjar ella fýra líkinda sendingar.


Sáttmálasamráðingar

Tá Svendborg og Jan Allan gjørdu sáttmála varð sagt, at hann skuldi galda til á sumri í ár 2000, og soleiðis stendur tað framvegis á pappírinum. Men Jan Allan ætlar sær ikki at spæla til eftir túsund ára skiftið:

? Eg fari at biðja Svendborg um at sleppa burturúr avtaluni, sum vit hava. Eg havi ikki tosað við teir um tað enn, men ætlanin hjá mær er at gevast í summar. Trupulleikarnir við knænum gera tað lítð hugaligt at spæla, og tá tú hevur eitt gott arbeiði, sum tú ert glaður fyri, so kennist tað ikki so tungt at sleppa fótbóltinum, ið annars hevur havt so stórt rúm alt tað, eg kann minnast, sigur Jan Allan Müller, sum arbeiðir í marknaðardeildini í felagnum Trykteam. Hann hevur ábyrgdina av at røkja Noreg, Ísland og Føroyar. Tað vil siga, at hann verður onkuntíð at síggja í Føroyum, men tað verður ikki í landsliðsørindum. Tann tíðin er farin.

Næstu átta dagarnar skal hann halda frí frá fótbóltinum. Orsakað av skaðanum í hondini skal hann taka pensilin hesa vikuna, og hann verður ikki við, tá liðfelagarnir komandi vikuskifti fara upp til Holstebro, og hann verður als ikki við, tá tað eftir summarfrítíðina verður farið undir nýggja kappingarárið. Jan Allan ætlar sær at seta skógvarnar á hillina!