Sáttmálasamráðingarnar fyri hesa ferð eru um at vera avgreiddar. Eitt av fáu feløgunum, sum enn ikki hevur skrivað undir, er Yrkisfelagið hjá Studentaskúla- og HF lærarum (YF), og nú kann tað enda við, at lærararnir fara í verkfall komandi fríggjadag ? tann dagin tá munnligu próvtøkurnar hjá 2. hf eru settar at byrja.
Tað er væl skiljandi, at næmingar, foreldur og onnur órógvast og undrast, hví hetta skal vera so. Vit undrast eisini um, at tað ikki skal lata seg gera at finna eina semju, og vit halda, at arbeiðsgevarin er sera stívrendur við ikki at vilja virða tað, sum semja áður er gjørd um.
Ósemjan snýr seg í høvuðsheitinum um tveir lutir.
Annar er lønarkravið. Tann spurningin fara vit ikki at gera viðmerkingar til her, og vit rokna við og hava tað álit á pørtunum í trætuni og semingsmonnunum, at tað sum í øllum øðrum førum fer at bera til at finna eina semju um hetta.
Hin spurningurin er hámarkstalið á næmingum í flokkunum (24). Hetta er eitt prinsipielt mál, sum YF og landsstýrið í fjør gjørdu semju um. Fíggjarmálaráðharrin, sum er arbeiðsgevari hjá YF, var ikki komin í heita sessin tá, og vit loyva okkum tí hervið at lýsa fyri honum søguliga høpið undir semjuni í fjør, og harvið hví vit halda, at hetta hámarkstalið als ikki er ein samráðingarspurningur, hvørki hesa ferð ella í framtíðini.
Í 1991 gjørdi landsskúlafyrisitingin, LSF, av, at 28 næmingar skuldu vera í tveimum 1. flokkum í Studentaskúlanum í Eysturoy. Lærararnir mótmæltu og vístu á siðvenjuna, at tað ongantíð høvdu verið fleiri enn 24 næmingar í einum flokki. LSF kveistraði hetta av borðinum og segði, at siðvenjur kundu broytast, og lærararnir slerdu seg til tols við hesum.
Í 1992 var landskassin tómur. Landsstýrið ynskti at spara ? eisini á okkara øki ? og YF og LSF samráddust um, hvussu hetta kundi lata seg gera. Úrslitið var, at lærararnir hildu frí í eina viku uttan løn á heysti í 1992. Í hesum sambandi eydnaðist YF formliga at fáa sligið fast, at óskilið við stóru flokkunum frá 1991, ikki skuldi endurtaka seg.
Semjan um frívikuna og sparingina, gekk út uppá, at fyri vikuna, sum YF limirnir mistu, gekk LSF við til:
1. ?at næmingatalið í einum studentaskúla- og HF flokki eigur vanliga ikki at fara upp um 24. Í undantaksføri kann tó verða farið upp um 24 næmingar. Avgerð um hetta skal verða tikin í samráði við YF......?
2. ?at seta meiri pening av enn higartil til dagføringar av útbúgving læraranna....?
3.?at ein langtíðarætlan verður gjørd um flokkatal á skúlum við støði í tí plássi, ið skúlarnir hava, og við støði í hesum verður funnið fram til eina samsvarandi játtan?.
Landsstýrið fekk sína sparing beinanvegin, meðan ágóðin, sum YF hevur fingið av semjuni, hevur verið meiri ivasamur. Punkt trý gjørdi LSF ongantíð nakað við, punkt tvey mundi tað vera so sum so við, og í januar 1998 mátti YF vera í verkfalli millum tríggjar og fýra vikur, tí myndugleikarnir ætlaðu at taka aftur tað einasta, sum teir góvu í 1992.
Verkfallið í januar 1998 endaði við einari semju millum Fíggjarmálastýrið og YF, har tað enn eina ferð varð staðfest, at vanliga eigur næmingatalið í einum studentaskúla- og HF flokki ikki at fara upp um 24, og at sáttmálin skuldi verða dagførdur sambært hesum.
Nú vil YF hava hetta í sáttmálan. Tað vil landsstýrið ikki. Samráðingarleiðarin hjá teimum sigur, at tá ein sáttmáli er uppsagdur, so er einki galdandi, og tað skal so at siga byrjast frá botninum av.
Tað er rætt, at vit hava onga høvuðsavtalu, og tað er rætt, at í prinsippinum er eingin sáttmáli galdandi, men siðvenjan er, og tað hava vit sæð hesar síðstu vikurnar, nú nýggir sáttmálar eru undirskrivaðir, at í samráðingum verður støðið tikið í tí, sum hevur verið galdandi, og tá YF hevur goldið so nógv bæði í 1992 og í 1998 fyri at fáa 24 talið upp á pláss , so eiga øll at skilja ? og tað álit hava vit á landsstýrismanninum, at hann eisini ger ? at hetta kann ikki vera ein samráðingarspurningur hesa ferð.
Tí eru okkara ráð, at sáttmálin verður dagførdur sambært avtaluni frá 28. januar 1998, soleiðis at næmingarnir kunnu fara til próvtøku eftir kunngjørdu ætlanini, og soleiðis at næmingar, lærarar og onnur avvarandi fáa trygd fyri, at hetta sirkusið ikki fer at endurtaka seg ár eftir ár.
Kambsdalur, hin 14. mai 1999
Jóannes Hansen
Kári Nolsøe Olsen, limir í YF