Fótbóltsspælið var stóri taparin

Fótbóltur: Ferðin, tættleikin og spenningurin vóru stór í Klaksvík, men fótbóltsspælið var ikki oddaliðum verdugt

Tað var fínt fótbóltsveður, har var nógv fólk kring vøllin, og innanfyri girðingina var ein rúgva av fínum fótbóltsspælarum, sum eru í góðari venjing. Harvið vóru fyritreytirnar til ein góðan fótbóltsdyst so góðar, sum tær kundu vera, tá tey bæði ósigraðu oddaliðini brustu saman í Klaksvík.

KÍ og HB eru framvegis ósigrað. Dysturin endaði málleysur, og stóri taparin var fótbóltsspælið. Áskoðararnir stóðu sum á nálum allar 90 minuttirnar, og tað var spennandi. Spælararnir hava drúgvar royndir og hava títt og ofta verið undir trýsti, men teir tóktust vera darvaðir av trýstinum, ið týdninguirn av oddastríðnum legði á teir.

Talan var ongantíð um flótandi og samanhangandi fótbóltsspæl. Tá tær vóru flestar, vóru skilagóðu sendingingarnar fram eftir jørðini tríggjar eftir fýra, og so varð bólturin køllaður høgt og langt fram á vøllin í vónini um, at teir fremstu menninir skuldu vinna nærdystirnar og harvið leggja trýst á verjuna hjá mótstøðuliðnum og helst skapa málmøguleikar.

Hetta eydnaðist sera sjáldan. Verjumenninir stóðu seg betur enn álopsmenninir. Rúni Nolsøe, plásturklæddi liðformaðurin hjá HB, var fyri tað mesta miðverji í staðin fyri miðvallari, tí hann fylgdi Olgari Danielsen, og Hans Fróði Hansen og Hans á Lag høvdu sjáldan ella ongantíð trupulleikar, tá høgir bóltar vórðu oystir fram frá KÍ verjuni, sum miðjaði eftir høvdinum á Kurt Mørkøre.

Andrew av Fløtum og Súni Fríði Johannesen vóru í HB álopinum, og har var sama søgan. Pólverjarnir báðir í KÍ miðverjuni, Pacek og Marek, hildu teimum í sera stuttum tjóðri, og Jan Andreassen var sum altíð ein tryggur aftasti skansi.

Tað kann ivaleyst tosast nógv og leingi um, hví miðvallarspælararnir hjá liðunum ikki megnaðu í størri mun, enn teir gjørdu, at mynda hugflogsríkt og skilagott fótbóltsspæl. Men tað er einki at ivast í, at sum heild hevur hetta nakað við venjingarstøðuna at gera. Í fjør endaði HB flestu ferðirnar omaná, tá teir spældu móti KÍ, og tí vunnu teir bæði FM og steypakapping.

Nú eru klaksvíkingarnir minst líka væl fyri, sum HB menninir eru ? kanska eru teir í KÍ eitt vet betri fyri. Ágrýtnið, skjótleikin og kropsstyrkin gera, at tað er ikki sum at siga tað at fáa tak á bóltinum. Mótstøðumenninir eru sum úlvar á kroppinum á honum við bóltinum, og tað hevur veldug krøv til bóltførleikan við sær.

Sunnudagin var tað týðuligt, at venjingarstøðan hjá KÍ og HB nú er so mikið góð, at hon so at siga hevur yvirhálað tekniska førleikan, hóast hesin hjá hesum spælarunum er betri enn hjá so nógvum øðrum.

Í 2. hálvleiki var tað eina løtu frægari, enn í fyrra umfarinum, og ta løtuna vóru tað Jens Erik Rasmussen, Rúni Nolsøe og Hallur Danielsen, sum slerdu tónan ann, men tað var bara eina løtu.

Tá hetta er sagt, so kann tað væl fara at vísa seg, at tað at fáa tak á bóltinum og skapa samanspæl verður ikki nakrar serligur trupulleiki komandi vikurnar, um breiddin á mótstøðuliðunum ikki verður tann, hon var sunnudagin.


Møguleikarnir

Tindurin í fótbóltsundirhaldinum eru málini, og oftast er tað soleiðis, at tað er ikki fyrrenn fyrsta málið er komið, at tað so at siga loysnar, og taktisku bindingarnar verða leysari, broyttar og kanska gloymdar. Tá fyrsta málið ongantíð kemur, verður tað meiri ella minni læst alla tíðina.

Fyrsta stóra møguleikan fekk KÍ. Heðin á Lakjuni, sum fekk alt ov lítið at arbeiða við í 1. hálvleiki, legði innfyri, Olgar Danielsen stútaði, og Bárður Johannesen bjargaði. Løtuna aftaná hevði KÍ bóltin nógv, og teir fingu fleiri hornaspørk burturúr, men teir høvdu trupulleikar at spæla seg til upplagdar møguleikar, millum annað tí teir so at siga ongantíð, tá teir royndu at byggja álop, skiftu síðu, og harvið kundu havt fingið HB verjuna at standa skeivt.

HB hevði bestu møguleikarnar beint fyri og eftir steðgin. Hallur Danielsen stakk snilt inn um verjuna, og Rúni Nolsøe gjørdist blankur, men Stephen Boyle hevði lisið støðuna, kom út og hálvbjargaði. Hinir báðir møguleikarnir vóru stórir: Andrew av Fløtum drønstútaði beint við síðuna av eftir innlegg frá ikki serliga eyðsýnda Allani Mørkøre, og Súni Fríði Johannesen var eitt sindur kroystur, tá hann sendi við síðuna av, eftir at Hallur Danielsen hevði fangað eitt vánaligt útspark. Og so var tað besta royndin hjá HB, tá Andrew av Fløtum sendi í stólpan, málmannin og so til horna.

Heðin á Lakjuni smekkaði í útsíðuna av samankomingini eftir innlegg úr høgru, og sum tað leið móti endanum, ofraðu HB menninir seg fullkomuliga einar tríggjar ferðir, tá heimamenninir royndu við skotum úr 16-18 metrum.

Kim Ejdesgaard dugdi væl at tiga, tá spælararnir brúktu kroppin, og tað bæði á og uttanfyri vøllin vóru røddir, sum vildu hava fríspark. Harvið fingu spælararnir høvi at vísa síni kropsevni og hvørjari venjingarstøðu, teir eru í. At teir ikki megnaðu at vísa fótbóltskynstrið, sum teir so ofta áður hava víst, skal dómarin ikki lastast fyri!


KÍ-HB 0-0

KÍ: Stephen Boyle ? Andrzej Pacek, Jan Andreasen, Marek Wierzbicki ? Harley Bertholdsen, Arnold Joensen, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen ? Olgar Danielsen, Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni.

HB: Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Hans Fróði Hansen, Bjarki Mohr ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Jens Erik Rasmussen ? Súni Fríði Johannesen, Andrew av Fløtum.