Góð mál í Gundadali

Fótbóltur: Høvdu teir í B36 verið eins effektivir og ÍF, hevði sigurin verið størri enn 4-2. Fleiri av teimum seks málunum vóru heilt góð

Tað vóru nummar trý og nummar fýra, sum møttust í Gundadali sunnudagin. Men við bert tveimum umførum spældum segði støðan á stigatalvuni ikki heilt so nógv. Og tað vísti seg eisini, at talan var um eitt lið, sum fer at liggja í ovara endanum, og eitt, sum fer at liggja onkustaðni í miðjuni ? men ikki heilt niðri í botninum, sum fleiri annars hava roknað við.

Um hugt verður at spælaratilfarinum, so eigur B36 at vinna á ÍF á heimavølli, og tað gjørdu teir eisini uttan alt ov nógv stríð, men liðið hjá fuglfirðingum er væl sterkari enn í fjør, og teir eiga ikki at koma í niðurflytingarvanda.

B36 fekk eina dreymabyrjan longu í fyrsta minutti, tá eitt væl spælt álop fram eftir í vinstru síðu endaði við innleggi, sum ÍF-verjan fekk útfrá. Beint uttanfyri 16-meturin stóð Dánjal Petur Johansen, sum lyfti inn til ein púra frían Jákup á Borg, ið hevði góða tíð til at leggja B36 á odda 1-0.

Men í staðin fyri at útnytta hesa góðu byrjanina til fulnar, bleiv skjóta leiðslumálið ein koddi hjá heimaliðnum. Teir fingu onkur góð tilboð afturat. Jens Kristian Hansen skuldi havt skorað, tá hann bleiv einsamallur við Erlingi Joensen, men ÍF-málverjin fekk bóltin av honum. Stutt frammanundan hevði Jákup á Borg havt ein enn størri møguleika, men hann skeyt við síðuna av.

ÍF dúvaði mest uppá kontraálopini, og Eyðun Samuelsen hevði ein stóran møguleika, sum líktist tí hjá Jens Kristiani í hinum endanum, men eisini hann valdi skeivu loysnina og royndi at sleppa framvið málverjanum heldur enn at t.d. royna at lobba hann uppum hann.

Hálvur tími var spældur, tá ÍF aftur fór í mótálop. Eyðolvur Petersen setti ferð á úti í høgru síðu, har hann hevði gott pláss. Tá hann nærkaðist brotsteiginum, sendi hann upp á tvørs til bróðurin Áslak, sum við einum góðum skoti upp í málhornið javnaði til 1-1. B36-verjan sá ikki alt ov gott út, men skotið var sera gott.


B36 raknaði við aftur

Eftir hetta var tað, sum um B36-liðið raknaði við aftur, samstundis sum ÍF tók færri kjansir frameftir. Tað var eyðsæð, at heimaliðið mátti fáa ferðina eitt sindur upp aftur, og tað eydnaðist teimum eisini.

Fyri ÍF var tað spell, at B36 megnaði at koma á odda aftur áðrenn hálvleikssteðgin. Eisini hetta málið var gott. Jákup á Borg hevði bóltin stutt inni í ÍF-brotsteiginum. Hann krúllaði eitt sindur og læt hann so fara til Carl Høgnesen, sum hevði ryggin móti málinum. Men við eini knappari vending fekk hann skot á, og Erling Joensen, sum helst ikki hevði roknað við skotinum og kanska ikki sá so væl heldur, bleiv ov stuttur eftir bóltinum.

Hevði hálvleiksstøðan verið 1-1, er ivasamt, hvussu leikur hevði farið, men eins og í steypadystinum móti HB fekk ÍF eitt lítið sálarligt knekk beint fyri hálvleik.

Seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal, tá B36 endiliga fekk luft. ÍF-verjan hevði trupulleikar av skjóta Jákupi á Borg, sum hesaferð endaði úti í høgru síðu heilt afturi við baklinjuna. Hann sendi eftir jørð innfyri til John Petersen, sum bert skuldi seta fótin á, og so var 3-1.

Enn eitt fyrimyndarligt álop, og hesaferð gav tað mál. Við tveimum málum á muni bleiv B36-spælið meira frígjørt, og sum so ofta fyrr í ár bleiv tað ikki verri av, at Tomislav Sivic kom inn stutt eftir triðja málið.

Spælandi venjarin økti eisini sjálvur til 4-1 upp á enn eitt frálíkt mál, har bólturin bleiv lyftur upp um ÍF-verjuna til Sivic, sum sera hegnisliga avsluttaði fyrstu ferð við einum róligum skoti, sum snýtti Erling eitt sindur.

Fimm minuttir seinni kundi Viggo Johannesen ótarnaður seta høvdið á eitt hornasparksinnlegg úr vinstru og minka til 2-4, men søgan var úti fyri ÍF.

Fuglfirðingar høvdu neyvan roknað við at fáa øll stigini heim aftur við sær, men teir tyktust hava merkiliga lítla trúgv uppá javnleikin. Ringa byrjanin gjørdi sjálvandi sítt, men bert síðsta korterið av fyrra hálvleiki sást tú veruligan vilja á ÍF-liðnum. Støðan var tá 1-1, men so skjótt B36 var komið upp á 2-1 tíðliga í seinna hálvleiki, dalaðu teir aftur. Robert Cieslewicz var nógv meira anonymur hesaferð enn í fjórðingsfinaluni móti HB, meðan hin pólverjin Tomasz Przybylski fekk í so langan tráð frá dómaranum í nærdystunum móti John Petersen.

Nýggi málverjin hjá B36, Janos Timar, fekk heldur ikki hesaferð so nógv høvi at vísa síni kynstur. Málini kundi hann sum so einki gera við, men hann vísti sítt virði, tá hann í seinna hálvleiki bjargaði frálíkt mann móti manni, tá Eyðun Samuelsen enn einaferð var leysur.


Oddasessurin aftur í B36

Við sigrinum legði B36 seg aftur á odda í landskappingini, nú tríggir dystir eru spældir. B36 hevur sjey stig saman við KÍ og HB, og sostatt hava tey trý liðini, sum tey flestu rokna við í ár, lagt seg á odda. GÍ er beint aftanfyri við seks stigum og kann taka fremsta plássið næsta vikuskifti, um hini úrslitini eisini eru til vildar (GÍ hevur ikki verið á odda í 1. deild síðani í 1996, tá teir blivu føroyameistarar).

Fyri ÍF var ósigurin sunnudagin eingin gøla, og teir hava tapt meira móti B36 í Gundadali fyrr (7-2 í 1998 og 8-3 í 1997). Teirra næsti dystur er í Vági, og síðani hava teir heimadyst móti B68, áðrenn leiðin gongur til Sands. Tað er tí væl hugsandi, at ÍF hevur fingið heilt fitt av stigum, tá ein triðingur er liðin av kappingini. Aftaná tað sær tað eitt sindur strævnari út: HB heima, GÍ úti og KÍ heima.