? Nøgdur???, eg veit ikki. Nær er mann nøgdur?
Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at tað stóð nógv á í sáttmálasamráðingunum við Føroya Arbeiðsgevarafelag.
? Men so glapp tað til síðst við tað, at báðir partar býttu tað seinastu kúluna á kamelinum ímillum sín.
Sostatt skrivaðu Havnar Arbeiðsmannafelag og arbeiðarafeløgini í Klaksvík leygarnáttina undir nýggjan tvey ára sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Karl Johansen sigur ,at so leingi tey ikki fingu tað, tey kravdu, veit hann ikki, um hann skal vera nøgdur.
? Men vit mugu í hvussu so er ásannað, at vit hava ongantíð áður fingið so stóra lønarhækking.
? So útfrá tí eri eg nøgdur sigur formaðurin í formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag
Karl Johansen, formaður í Havnar arbeiðsmannafelag sigur, at tað var ómøguligt at fáa meir.
? Verkfall var í hond. Vit høvdu vrakað eitt semingsuppskot og vóru farnir at pakka saman.
? Men so gjørdi semingsmaðurin eina síðstu roynd og tað eydnaðist so.
Ikki meiri enn rímiligt
Karl Johansen sigur, at hesuferð var tað so at siga bara lønarhækking, sum feløgini vildu hava.
Og hann heldur, at ein trivalig lønarhækking er ikki annað enn rímiligt.
?Tað eru vit, sum dragsa samfelagið Føroyar Framá. Og tað gongur ikki at vit, sum eru spent fyri vognin, skulu vera tey einastu sum sum ikki fáa nakran lønarágóða, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Arbeiðsgevararnir eru ikki serliga væl nøgdir við sáttmála. Teir siga, at hann ger okkara kappingarføri verri?
? Hatta leggi eg ikki í at gera viðmerkingar til. Men tða sigur seg sjálvt, at arbeiðarin kann ikki gerast til syndabukk fyri at nøkur flakavirki ikki klára seg.
? Verkafólkið kann ikki standa einsamalt eftir við ongum og hyggja at ímeðan allir aðrir bólkar í samfelagnum fáa lønarhækking.
? At so lønarlagið sum heild helst er hægri, enn hetta samfelagið ber, er ein onnur søga. Sum er klára vit okkum ikki uttan blokkin, tí uttan hann var ikki hugsingur um at havt hetta lønarlagið.
?Men verkamaðurin kann framvegis ikki vera tann einasti, sum stendur eftir við ongum, sigur Karl Johansen.
Ingeborg vildu ikki
Vit spurdi eisini Karl Johansen, hví øll arbeiðarafeløgini ikki samráddust saman, um tað ikki hevði verið betri fyri verkafjøldina sum heild.
? Eg veit ikki, um tað hevði verið betri. Vit hava roynt tað onkuntíð, men tað hevur ov ofta víst seg, at tað endar bara í illstøðu, uttan at eg skal geva nøkrum ávísum skyldina fyri tað.
? Nú samráddust vit so saman við Klæaksvíkingum og tað endaði í hvussu so er ikki í illstøðu.
Karl Johansen sigur, at hesuferð bar tað so yvirhøvur ikki til samráðast í felag, til formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag gjørdi taðpúra greitt, at tey vildu ikki samráðast í felag
? Og fyri at gera tað heilt klárt, setti Ingeborg Vinther skott ímillum okkara samráðingar og teirra, tí semingsmenninir søgdu, at hon hevði kravt, at teir teir skuldu onki upplýsa fyri okkum um teirra samráðingar.
? Vit royndu at føla okkum fyri, so vit vistu, hvat vit flutu, men har var onki at gera
? Og vit fara ikki at gera knæfall fyri Føroya Arbeiðarafelag.
? Tá ið tey settu tað so hart upp, var onki hjá okku mat gera, uttan at gera okkara egna sáttála, uttan at spyrja tey eftir, sigur Karl Johansen.
Sí eisini greinina: Fáa 7,10 krónur afturat í lønarhækking
Sí eisini greinina: Ingeborg Vinther:Ávirkar ikki okkara samráðingar
Sí eisini greinina: Arbeiðsgevarar:Vit vóru noyddir at skriva undir