Ion: Tað er langt á mál

Fótbóltur: HB venjarin roknar við, at klaksvíkingar fara at spenna bogan høgt, tá teir 2. hvítusunnudag skulu royna at vinna tað innaftur, sum teir taptu hósdagin

Tað er synd at siga, at fótbóltsspælið hevur jól og góðar dagar, tá toppdystirnir eru í føroyskum fótbólti, og um málini eru borganin fyri undirhaldinum, so er heldur ikki ov væl vorðið. KÍ og HB hava í hesi vikuni spælt í 180 minuttir í Klaksvík, og tað er bara eitt mál komið. At siga at teir hava spælt er at taka í so rívan til, tí talan hevur meiri verið um at sparka fótbólt enn um at spæla fótbólt, og tað er spell.

? Eg var betri nøgdur við mínar menn í dag, enn eg var sunnudagin. Vit spældu okkum ikki til nógvar møguleikar í dag, men tað hekk betri saman á miðvøllinum hesa ferð, enn tað gjørdi í landskappingardystinum.

Soleiðis segði Ion Geolgau, eftir at hansara menn høvdu vunnið 1-0 á KÍ. Málið, sum kom í 1. hálvleiki, noyðist Niclas Niclassen, sum vikarieraði fyri Marek Wierzbicki í miðverjuni, at taka á sínar ungu herðar. Afturleggingin hjá honum miseydnaðst, Súni Fríði Johannesen kom ímillum, KÍ málverjin kom út, tað var tætt millum teir báðar, men í tveimum royndum eydnaðist tað vandamikla álopsmanninum at fáa nyttu burturúr.


Ov lítið hugflog

Eftiransingarnar vóru aftur hesa ferð tættar. Men HB hevði flutt eitt vet um uppá fólkið, og tað vísti seg at styrkja um takið á miðvøllinum. Rúni Nolsøe var í landskappingardystinum sunnudagin meiri miðverji enn miðvallari. Hesa ferð var hann miðvallari, og so lótu teir Hans Fróða og Hans á Lag einsamallar taka sær av Kurt Mørkøre og John Hansen, sum hesa ferð var í álopinum í staðin fyri Olgar Danielsen (hesin loysti Arnold Joensen av, tá KÍ royndi at vinna tað tapta innaftur.

Hóast teir vóru færri í verjuni, so tóktist tað ikki sum um HB verjumenninir høvdu trupulleikar. Uppspælið hjá KÍ var so mikið stívt og fátækt, at spentu støðurnar frammanfyri HB málinum vóru fáar ella rættari ongar. Í staðin fyri at lata kantspælararnar, Heðin á Lakjuni og Harley Bertholdsen byrja langt afturi á vøllinum og taka lut í uppspælinum, so lógu hesir so langt frammi, at teir meiri vóru vongspælarar í 4-2-4 spæli, og í staðin fyri at spæla flatt inn í føturnar á stóru HB miðverjunum, so vóru bóltarnir oystir inn í luftini, og tað gav einki.


Ikki avgjørt

At HB hevði meiri fólk á miðvøllinum gav teimum meiri tak á spælinum, enn teir høvdu í landskappingardystinum. Allan Mørkøre og Rúni Nolsøe vóru meiri eyðsýndir hesa ferð, og hesin seinni hevði í 1. hálvleiki eitt vandamikið skot, sum rakti tvørtræið, men annars var ikki nógv at skriva um.

? Vit eru glaðir fyri sigurin, men hetta var bara 1. hálvleikur. KÍ setur altíð stóra æru í at spæla í Gundadali, og eg rokni avgjørt við, at teir vera bæði grammir og vandamiklir, tá teir koma suður. Ion Geolgau royndi at halda beinini á jørðini, men sjálvsagt var hann ovurfegin fyri úrslitið.