gomul, og hon lesur til sosialráðgeva á sosiala háskúlanum í Keypmannahavn. 29. juli kom hon til Føroyar við Nordjobb, og hon skal arbeiða her til 18. august, tá hon fer aftur til Danmarkar, har hon enn [...] ár til onnur Norðurlond at arbeiða í eina avmarkaða tíð. Umsøknir verða sendar til Nordjobb, sum síðani sendir tær víðari til arbeiðsgevarar, og teir kunnu velja onkran av umsøkjarunum burturúr til at [...] løgið, at ein fremmandur persónur bjóðar sær til at hýsa tær, og tað beit Jette serliga merki í. Áðrenn hon kom til Føroyar í summar, kendi hon lítið og einki til Føroyar og hevði ikki havt nakað serligt samband
at teir eru dugnaligir fótbóltsspælarar, segði Lars Olsen. - Eg haldi tó ikki, at teir koma fram til teir heilt stóru møguleikarnar. Tað vóru nakrir 50/50-bóltar, og so liggur bólturin í málinum, helt [...] ógvuliga sannførandi allastaðni á vøllinum, og tað var ikki fyrr enn heilt seint í dystinum, at Føroyar fingu frið at trilla bóltin runt. - Vit spældu sum eg ynskti síðstu 10-15 minuttirnar, men tá var tað kanska
gággulínur, sum skúlu brúkast sum agn til næsta útróðrartúr í komandi viku. Gággurnar verða fingnar uppá land, har hann enn einaferð kann staðfesta, at lítið er til av gággu. -Tað er ikki so nógv at fáa [...] streymur Henda morgunin hevði hann verið eftir gággu til agn, samstundis sum egningin var í gongd inni í einum skúri á havnalagnum. Jan var nú sjálvur til arbeiðis umborð á bátinum, har hann var í holtur við [...] vóru á útróðri mánadagin í hesi vikuni, og fingu teir tá góð 2000 pund. Øll henda veiðan varð løgd upp hjá Fiskamarknaðinum á Toftum. Nú riggaðu teir seg so til at fara næsta túrin, men hann verður ikki
hevur stóran týdning fyri kommuna, at so mong fólk fáa høvi at savnast til hugna og veitslulag í bygdini. Sjálv hevur hon øll árini sæð fram til festivalin, tí hetta er eitt so fantastiskt tiltak. Sum [...] fólki, sum ár um ár koma til bygdar við kampingvogni, og hesir plaga at vera einir 160 til 180 í tali. Hóast verkfall er, og tað kundi verið trupult at hjá fólki at fingið brenni til bilarnar, eru kampingvognarnir [...] hesar dagarnar, meðan Countryfestivalurin er, hava tey eina eykabygd í Sørvági, sum hon brosandi tekur til. Hetta er hugnaliga countrygøtan niðri á festivaløkinum, sum er ílatin contrystíl og liggur millum
um fleiri av fremstu føroysku rocknøvnunum júst nú, og hildið verður á líka til klokkan 22. So hetta er eitt upplagt høvi til at uppliva fleiri tímar við nøkrum av tí besta, føroyska tónleikaheimurin hevur
Jógvan at læra til journalist á Ritzau í Keypmannahavn, og heimaafturkomin í 1970 gerst hann alt fyri eitt politiskur journalistur á Útvarpi Føroya. Í 1978 stillar hann fyri fyrstu ferð upp til løgtingsval [...] var eisini fúsur at stilla upp til løgtingsvalið tvey ár seinni, har hann gjørdist varamaður á tingi fyri Høgna Hoydal. Jógvan roknar við, at hann hevur stillað upp til løgtingið fyri seinastu ferð, og [...] atkvøður í Tórshavnar býráð, og gjørdi harvið sítt til, at Tjóðveldisflokkurin fekk besta valið í Tórshavnar kommunu nakrantíð. Hvat er orsøkin til mongu persónligu atkvøðurnar hesaferð? Fremsta orsøkin
Hvítusunnukvøld og tá var talan um dans. Byin.fo flutti ungdómsdiskotekið til fríggjadagin. Glitnir flutti somuleiðis dansin við Bridge til 2. Hvítusunnukvøld, og skipaði ístaðin fyri Country Karaoke leygarkvøldið [...] Tónleikur Bæði byin.fo og Glitnir fingu hetta vikuskiftið trupulleikar av Halgidagslógini, Glitnir skuldi eftir ætlan havt dans við dansibólkinum Bridge leygarkvøldið, meðan byin.fo skuldu hava dansi endabrest [...] kendu eftir øllum at døma ikki nóg væl halgidagslógina, tí hóast tey høvdu lov at hava opið náttina til Hvítusunnu, so var forboðið at dansa eftir miðnátt. - Rúni Djurhuus frá byin.fo, segði við planet.fo
Gomlurætt til Oyragjógv, so kemur tað at taka upp í móti tveimum tímum. Reidar Nónfjall sigur tó at enda, at hann vónar at Vinnumálastýri skjótt finnur fram til eina loysn, tí tað ber ikki til at arbeiða [...] ferjuleguna inni á fjørð. Í gjáramorgunin tá ferjurnar byrjaðu at sigla um Vestmannasund, bar teimum ikki til at leggja at inni á Fjørð, tí har lá ein bátur og landaði fisk. Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum, vil [...] verk. Tað ger Strandferðslustjórin harafturímóti. Vit hava biðið Reidar Nónfjall um eina viðmerking til støðuna sum hon er. - Ikki mítt borð - Eg fekk at vita í morgun, at ferjurnar hjá okkum ikki sluppu
2020? - Tað hevur ikki verið nøkur stór hending hjá okkum meira enn hjá øllum Føroya fólki - at vit fingu koronu inn í landið, og at landið varð latið aftur, eins og flestu tiltøk, sum skuldu verða, vórðu [...] spakuliga læt upp aftur. Og hvat var tað keðiligasta í 2020? - Tað keðiligasta varð, at vit aftur fingu fleiri smittutilburðir og tískil aftur máttu halda okkum meira heima. Vit høvdu vónað, at tað fór [...] fara ein túr uttanlands, men hetta varð av ongum. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021? - Mínar vónir til 2021 eru, at henda farsótt hvørvur, og at vit øll koma sum frægast burtur úr hesum, bæði fyri Føroyar
flýggja hana víðari til hin unga, sum Heðin Brú tekur til. Hann segði, at tað hevur so sera stóran týdning fyri trivnaðin hjá borgarunum, at hann – har, sum hann býr – hevur høvi til at taka lut í mentanarligum [...] sum her hjá okkum, men Runavíkin vendir henni ikki bakið, men hevur dirvi til at bjóða henni inn og at bjóða henni av. Nakað til øll Landsstýrismaðurin vísti á, at mentanarvikan er eisini fyrimyndarlig [...] listafólk kunnu vera til stóran íblástur hjá vinnulívinum. Tey hava mangan heilt serligar førleikar, tá ið ræður um kreativitet og nýhugsan, og á henda hátt kann vinnulívið verða við til at stuðla listafólkunum