Danin Jette Rohdin er 26 ára gomul, og hon lesur til sosialráðgeva á sosiala háskúlanum í Keypmannahavn. 29. juli kom hon til Føroyar við
Nordjobb, og hon skal arbeiða her til 18. august, tá hon fer aftur til Danmarkar, har hon enn hevur hálvtannað ár eftir av útbúgvingini.
Meðan Jette er í Føroyum arbeiðir hon á landssjúkrahúsinum, har hon er húsavørður. Hennara uppgáva er at koyra mat út til sjúklingarnar á
teimum ymsu deildunum, og eisini tekst hon við at fáa skitin klæði til høldar.
Føroyingar eru fyrikomandi
Tá hon verður spurd, hvussu hon dámar arbeiðið og tíðina higartil í Føroyum, er hon ikki í iva.
- Mær dámar heilt avgjørt Føroyar, og eg eri sera glað fyri tað, sum eg havi sæð og upplivað her í Føroyum. Eisini havi eg upplivað tað føroyska
gestablídnið, meðan eg havi verið her, og tað haldi eg er sermerkt við føroyingum, sigur Jette, tá ið hon greiðir frá, hvat hon heldur um tíðina her.
Fyri fleiri útlendingar kann tað kennast løgið, at ein fremmandur persónur bjóðar sær til at hýsa tær, og tað beit Jette serliga merki í. Áðrenn hon
kom til Føroyar í summar, kendi hon lítið og einki til Føroyar og hevði ikki havt nakað serligt samband hendavegin.
Jette hevur fyrr roynt at sleppa til Føroyar við Nordjobb, men tað er ongantíð eydnast henni at verða millum tey útvaldu, sum sluppu til Føroyar.
Hetta er triðju ferð, at Jette er við Nordjobb, og hon hevur áður verið í Grønlandi og Finlandi. Hesuferð eydnaðist tað so at sleppa til Føroyar, og
tað hevur hon verið glað fyri.
- Eg valdi Føroyar, tí at tað er áhugavert fyri meg at koma til hetta landið, sum er so nógv øðrvísi enn onnur Norðurlond. Onnur hava sagt mær,
at her er so vakurt, og tí vildi eg síggja tað við mínum egnu eygum.
Hennara meting av føroyingum er, at teir hava kanska minni tjóðskaparliga sjálvsvirðing enn onnur, men tað heldur hon verða løgið, tí eingin
orsøk er til tað. Eisini hevur hon lagt merki til, at føroyingar ansa væl eftir sínum máli, sum er heldur torført hjá henni at læra.
Hon er tó skjót at leggja afturat, at tað, sum sermerkir føroyingar, er tað serliga gestablídni og hjálpsemi, ið tey hava møtt her.
Náttúruupplivingarnar sita eftir
Meðan nordjobbararnir hava verið í Føroyum hevur ein fríðtíðarleiðari havt um hendi at skipa fyri ymiskum túrum og øðrum. Tey hava verið á
øllum teimum vakrastu og mest bergtakandi plássunum í Føroyum. Tey hava verið í Mykineshólmi, Beinisvørði og við báti undir Enniberg, og
hesir túrarnir sita eftir í minninum, tá tey koma heimaftur, heldur Jette.
Jette vísir eisini á midnáttarsangin á ólavsøku, sum hugtók hana. Annars heldur hon, at ólavsøkan meira er fyri føroyingar enn fyri ókunnugfólk,
sum tey. Eisini rendu tey seg í Paul Watson, og felags fyri nordjobbararnar er, at tey tíbetur hava samhuga við føroyingum í hesum málinum.
- Eftir tíðina í Føroyum havi eg fingið størri innlit í tað, sum rørist í føroyska samfelagnum fyri tíðina, og her er tað serliga spurningurin um
sjálvstýri, sum hon nú skilir betri. Hon heldur, at um tað er sjálvstýri, føroyingar ynskja, so eigur eingin forðing at verða fyri tí. Annars kendi hon
bara til føroysk viðurskifti gjøgnum donsku fjølmiðlarnar. Eisini heldur hon, at hetta kann verða ein góð barlast at hava seinni í lívinum. Annars
er alt tað, hon hevði væntað av túrinum í Føroyum, uppfylt.
Eisini hevur verið skipað fyri Føroya kvøldum, har tey fingu møguleikan at uppliva føroyska mentan, og hetta hevur hjálpt Jette til at síggja sína
egnu mentan úr einum ørðum sjónarhorni.
Hvat er Nordjobb?
Nordjobb er ein felagsskapur, sum arbeiðir við at senda ung fólk millum 18 og 26 ár til onnur Norðurlond at arbeiða í eina avmarkaða tíð.
Umsøknir verða sendar til Nordjobb, sum síðani sendir tær víðari til arbeiðsgevarar, og teir kunnu velja onkran av umsøkjarunum burturúr til at
arbeiða hjá teimum.
- Fyrimunurin við Nordjobb er, at møguleiki er fyri at uppliva landið á ein annan hátt, enn um farið varð sum ferðafólk. Upplivingin verður
meira verulig, tí man er sum ein vanligur borgari í landinum, sigur Jette Rohdin, og hon viðmælir tí øðrum til at royna at fara út við Nordjobb.
Nordjobb byrjaði í 1985, og føroyingar fingu møguleikan í 1987. Tey fyrstu árini vóru nógvir nordjobbarar í Føroyum, og í 1989 vóru heili 89
og arbeiddu her. Talið av nordjobbarum er síðani minkað, men tey seinastu árini hava eini tjúgu nýtt høvi at koma til Føroyar at arbeiða.
Í ár hava 16 nordjobbarar verið í Føroyum, harav vóru átta úr Danmark, fýra úr Svøríki, trý úr Finlandi og ein úr Íslandi, og tey flestu búðu í
Klaksvík. Mest vanligi trupulleikin er at fáa eitt stað at búgva, men tað plagar ikki at verða trupult at fáa arbeiði.
Fólk av staðnum við tilknýti til Nordjobb syrgja annars fyri øllum og skipa eisini fyri útferðum og øðrum, tí eitt tað mest umráðandi við
Nordjobb er at koma í samband við onnur ung úr Norðurlondum.