- Tað er feitt! Tað er frískt! Tað er nýtt! Tað er ungt! Tað er Grøn Konsert!

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður ókeypis Grøn Konsert í Tórsgøtu í morgin frá 16-22 Havnin fer at rocka í morgin, tá HOGNI, Hanus G. Johansen, Lena & Niclas, Crawling Blue, Guðrið Hansdóttir og ORKA spæla í Tórgøtu.

 

Ætlanin var, at konsertin, sum er endabrakið á Umhvørvisvikuni, skuldi vera uttandura. Men vegna vánalig veðurlíkindi hava fyriskipararnir gjørt av at flyta hana inn í Posthúskjallarin og á Tjóðpallin.

 

Skráin verður hendan:

HOGNI: kl. 16:00 (Tjóðpallurin)

Hanus G. Johansen: kl. 17:00 (Posthúskjallarin)

Crawling Blue: kl. 18:00 (Tjóðpallurin)

Lena & Niclas: kl. 19:00 (Posthúskjallarin)

Guðrið Hansdóttir: kl. 20:00 (Tjóðpallurin)

Orka: kl. 21:00 (Tjóðpallurin)

 

Tórshavnar Kommuna sigur, at konsertin fevnir um fleiri av fremstu føroysku rocknøvnunum júst nú, og hildið verður á líka til klokkan 22. So hetta er eitt upplagt høvi til at uppliva fleiri tímar við nøkrum av tí besta, føroyska tónleikaheimurin hevur at bjóða.

 

Grøna konsertin er eisini partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu.

 

Og orðingina: ? Tað er feitt! Tað er frískt! Tað er nýtt! Tað er ungt! Tað er Grøn Konsert í Tórsgøtu í morgin? eigur sjálvur Petur Háberg, sum reypaði um konsertina á Facebook fyri løtu síðani:)