Sørvágs Country-og Bluesfestivalur er hetta vikuskiftið, og skráin fyri tiltakið byrjaði longu mikukvøldið, tá stóra og sera væl umtóktað eldratiltakið var í fimleikarhøll skúlans. Hetta er eitt tiltak, sum savnar eldri úr meginpartinum av landinum, og afturmeldingarnar eru so mikið góðar á hvørjum ári, at tiltakið - ár eftir ár – er fullteknað.
Borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgaard, er bæði fegin um og errin av, at tey eiga eldsálir í kommununi, sum ár um ár skipa fyri countryfestivalinum, sum er eitt fantastiskt tiltak, ið rættiliga setir Sørvág í fokus. Men, hetta er ikki minst eitt tiltak, sum krevur stóra fyrireiking og nógva orku.
- So skjótt, ein festivalur av, verður farið í holt við at fyrireika tiltakið, sum skal verða árið eftir, sigur Eyð, sum onga løtu ivast í, at tað hevur stóran týdning fyri kommuna, at so mong fólk fáa høvi at savnast til hugna og veitslulag í bygdini. Sjálv hevur hon øll árini sæð fram til festivalin, tí hetta er eitt so fantastiskt tiltak.
Sum borgarstjóri í Sørvágs kommunu er hon fyrireikarunum og øllum hjálparfólkum sera takksom fyri, at tey á hvørjum ári gera hesar dagarnar so hugnaligir dagar í bygdini - ikki minst tí, at countryfestivalurin sosialt fevnir rættiliga breitt, har bæði tey eldru og børnini eru við.
- Tað er eisini sera hugnaligt at síggja stóra áhugan hjá fólki, sum ár um ár koma til bygdar við kampingvogni, og hesir plaga at vera einir 160 til 180 í tali. Hóast verkfall er, og tað kundi verið trupult at hjá fólki at fingið brenni til bilarnar, eru kampingvognarnir aftur í ár eru nógvir í tali, sigur hon.
Eyð Ellingsgaard vísir á, at hesar dagarnar, meðan Countryfestivalurin er, hava tey eina eykabygd í Sørvági, sum hon brosandi tekur til. Hetta er hugnaliga countrygøtan niðri á festivaløkinum, sum er ílatin contrystíl og liggur millum størra pallin, sum er ein trailaralast á Dungasandi og fantastiska økið á Stakka.
##med2##
- Tað er so stuttur vegur av Stakka og oman á festivaløkið á Dungasandi, og her ímillum liggur eisini pyntaða og hugnaliga countrygøtan og dansistovan, sum nú aftur er ein perla í bygdini.
Hon sigur, at Dansistovan nú aftur er komin til sín rætt. Her er nógv gjørt, og her er nógv hent seinastu tíðina, nú bygningurin bæði verður klæddur, hevur fingið fleiri nýggj vindeygu og annars er vorðin dagførdur.
Borgarstjórin vísir á, at kommunan eisini hevur gjørt burtur úr við at asfaltera her niðri á økinum, men av tí, at vit fingu verkfall, er tey ikki komin heilt undir land her enn. Men, her er rættiliga nógv hent, og her er alt vorðið nógv vakrari og snøggari.
- Her niðri í bygdini fer kommunan bæði at leggja kantsteinar og planta, og økið fer at verða okkara perla – ja, okkara miðstaður, tá alt er liðugt, sigur hon.
Eyð Ellingsgaard vísir á, at tað er Bárður Henriksen, sum nú eigur Dansistovuna, og hann hevur gjørt eitt stórt arbeiði, eins og her longu hava verið fleiri ymisk tiltøk.
Við fótbóltsvøllin á Dungasandi gongur arbeiðið eisini sína gongd at byggja skýlið við 480 sitiplássum. Stólarnir eru ikki komnir enn, og her vantar eisini at fáa síðurnar upp – aftan fyri og við endarnar. Málið er at fáa hetta arbeiðið liðugt í ár.
Borgarstjórin sigur, at familjan plagar altíð at fáa onkran á gátt, tá Countryfestivalur er í Sørvági, og soleiðis verðu ivaleyst eisini hesaferð.
- Jú, vit plaga at hava væl av fólki á gátt, og eg kann bara siga, at her fer eingin svangur og tystur avstað aftur, leggur Eyð Ellingsgaard aftrat.
##med3##













