- Tað er neyðugt at byggja brýr

- Altjóðagerðin bankar á dyrnar - ja, kanska ikki nógvastaðni so hart sum her hjá okkum, men Runavíkar kommuna vendir henni ikki bakið, men hevur dirvi til at bjóða henni inn og at bjóða henni av, segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, tá ið hann sunnudagin setti mentanarvikuna í Runavíkar kommunu

Mentanarvika

Tað var Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sum setti mentanarvikuna í Runavíkar kommunu seinnapartin sunnudagin.
Veðrið var skiftandi hesa løtu. Viðhvørt regnaði, og viðhvørt skein sólin.
Nes sóknar Hornorkestur var eisini við til løtuna og setti enn einaferð sín serstaka dám á eitt slíkt tiltak í økinum.

Ljós á mentan
Jógvan á Lakjuni segði, at tað er honum ein gleði og heiður at verða biðin um at seta mentanarvikuna, sum verður fyriskipað í kommununi í sambandi við, at altjóða vinnustevnan, Faroexpo, er í Runavík 24.-26. oktober.
- Sum landsstýrismaður í mentamálum fegnist eg um, at ljós verður varpað á mentanina - ikki minst, tá ið hetta verður gjørt uttan fyri høvuðsstaðarøkið.
Hann vísti á, at tað mangan verður borið fram, at alt ov fá mentanarlig tiltøk finna vegin út um bøgarðarnar í høvuðsstaðnum.
- Við teimum karmum, sum eru á mentanarøkinum - ikki bara her hjá okkum, men eisini í øðrum londum, er altíð ein ávís miðsavnan. Men til at bøta um hetta eru tit her í Runavíkar kommunu við tykkara mentanarviku fyrimyndarlig.

Stóran týdning
Landsstýrismaðurin helt fyri, at tað, vit rópa mentan, kanska ikki altíð er so lætt at definera.
- Men vit vita øll, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit í okkara dagliga strevi eisini dyrka og røkja tey andligu og listarligu evni, ið Skaparin hevur givið okkum, og at vit virða og varðveita tann ríka mentanararv, ið forfedrar okkara hava givið okkum at bera víðari. Vit mugu ikki seta tæguna frá okkum við vegin, men flýggja hana víðari til hin unga, sum Heðin Brú tekur til.
Hann segði, at tað hevur so sera stóran týdning fyri trivnaðin hjá borgarunum, at hann – har, sum hann býr – hevur høvi til at taka lut í mentanarligum tiltøkum, tað veri seg í kirkjum, samkomum, kvøldskúla, sangi, tónleiki og ítrótti – bert fyri at nevna nøkur øki úr rúgvuni.
- Vit vita, at tað mangan eru einstaklingar og eldsálir, sum við sínum stóra áhuga halda lív í nógvum mentanarligum tiltøkum kring um í bygdunum. Teimum hava vit nógv at takka fyri, og vil eg fegin senda teimum eina serstaka heilsan og tøkk.
Jógvan á Lakjuni segði, at tey í Runavíkar kommunu eiga nógv góð fólk, sum soleiðis taka hond um mentanina.

Bjóðar av...
- Í dag verður nógv tosað um altjóðagerð og tær broytingar, sum hetta hevur við sær við tað, at heimurin gerst minni og minni, og alt kemur so tætt at okkum. Tey ungu leita sær út í heimin eftir útbúgving og avbjóðingum. Tilknýti til eitt ávíst bústaðarøki er kanska ikki eins avgerandi longur.
Hann helt, at júst í einari rembingartíð sum hesari kunnu mentanartilboð sum tey, ið verða boðin fram hesa vikuna í Runavíkar kommunu, stimbra undir trivnaðin hjá fólki – og ikki minst hjá teimum ungu, sum jú skulu taka yvir og føra alt víðari.
- Altjóðagerðin bankar á dyrnar - ja, kanska ikki nógvastaðni so hart sum her hjá okkum, men Runavíkin vendir henni ikki bakið, men hevur dirvi til at bjóða henni inn og at bjóða henni av.

Nakað til øll
Landsstýrismaðurin vísti á, at mentanarvikan er eisini fyrimyndarlig á tann hátt, at hon vísir á eina gongda leið at lata vinnu og mentan ganga hond í hond.
- Hetta er spennandi, tí eingin ivi er um, at listafólk kunnu vera til stóran íblástur hjá vinnulívinum. Tey hava mangan heilt serligar førleikar, tá ið ræður um kreativitet og nýhugsan, og á henda hátt kann vinnulívið verða við til at stuðla listafólkunum.
Hann helt fyri, at skráin fyri mentanarvikuna er fjøltáttað og hevur nakað at bjóða øllum aldursbólkum.
- Her er ein góður blandingur av siðbundnari og nýhugsandi list – av lokalum og altjóða úrmælingum. Av verðsligum og trúarligum tiltøkum. Jú, samanumtikið kunnu vit siga, at Runavíkar kommuna við sínari mentanarviku er ein spegilsmynd av okkara mentan. Hon er ein góð samanrenning av gomlum, sum vit vilja varðveita og nýggjum, sum vit vilja menna og taka til okkara.
Landsstýrismaðurin vísti á, at soleiðis er eisini við Runavíkar kommunu, sum er ein samanseting av gomlum niðursetubygdum og nýggjum býlingum - og nú seinast eisini nýggjum kommunum.
- Hetta myndar tann mentalitet, sum tykist vera her; her er framdrift og bjartskygni heldur enn andróður og dapurskygni.

At byggja brýr
Í røðu síni vísti Jógvan á Lakjuni eisini á orðini, at maður er mans gaman.
- Felagsskapurin byggir brýr millum fólk og bygdir. Runavíkar kommuna hevur soleiðis valt sær eina brúgv sum sítt evsta savningarmerki, nevniliga gomlu brúnna um Glyvragjógv. Síðan miðskeiðis í 1980'unum hevur kommunan havt brúnna sum búmerki, fyrst umboðandi níggju bygdir í felagsskapi, og hesi seinastu árini eru fleiri komnar aftrat.
Landsstýrismaðurin helt fyri, at hetta búmerkið symboliserar so væl tað sambindingarliðið, sum er so alneyðugt.
- Tað er neyðugt at byggja brýr millum menniskju, tað er neyðugt at byggja brýr millum bygdir og oyggjar – og tað er neyðugt at byggja brýr millum lond. Við mentanarviku og vinnustevnu byggir Runavíkar kommuna brýr millum vinnu og mentan – og millum Føroyar og útheimin.
At enda segði landsstýrismaðurin seg vóna, at mentanarvikan og vinnustevnan fara at verða vinnulívinum og mentanini til frama, bæði hvør sær og saman - og bæði fyri Runavíkar kommunu og Føroyar sum heild.