- Tað er altíð okkurt at takast við

Jan Jacobsen hevur seintu trý árini verið útróðrarmaður. Hann roynir sum oftast norðanfyri, og veiðan er á góðari leið: Eini 150 pund uppá stampin.

Oyrarbakki: Tað er ikki av besta veðri, tá útróðrarbáturin "Gunnvá" kemur stimandi suður gjøgnum Sundalagið henda hósmorgunin.
Tað er væl av vindi og tætt eru millum teir grovu ælingarnar norðaneftir. Men onkur er kortini sum ikki letur seg steðga av slíkum umstøðum.
Vit hava eygleitt henda bátin av Streymoyarlandinum. Komin nakað suður um brúnna snarar hann í stýriborð, og leggur nú leiðina inn í havnalagið á Oyrarbakka.
Eigarmaðurin, Jan Jacobsen av Norðskála hevur drigið nakrar gággulínur, sum skúlu brúkast sum agn til næsta útróðrartúr í komandi viku.
Gággurnar verða fingnar uppá land, har hann enn einaferð kann staðfesta, at lítið er til av gággu.
-Tað er ikki so nógv at fáa her á fjørðinum. Og orsøkin er hin einfalda, at tað verður so nógv roynt eftir gággu, sigur Jan Jacobsen.

Harður streymur
Henda morgunin hevði hann verið eftir gággu til agn, samstundis sum egningin var í gongd inni í einum skúri á havnalagnum.
Jan var nú sjálvur til arbeiðis umborð á bátinum, har hann var í holtur við ymiskar praktiskar uppgávur umborð.
-Tá ein hevur bát, er altíð okkurt at fjasast við. Er tað ikki viðlíkahald, so er altíð okkurt sum skal umvælast. Tað er altíð okkurt at takast við, sigur hann.
Hann og ein annar maður vóru á útróðri mánadagin í hesi vikuni, og fingu teir tá góð 2000 pund. Øll henda veiðan varð løgd upp hjá Fiskamarknaðinum á Toftum.
Nú riggaðu teir seg so til at fara næsta túrin, men hann verður ikki fyrrenn um nakrar dagar. Helst ikki fyrrenn mánakvøldið ella týskvøldið.
-Streymurin er so harður í løtuni. Og so er veðrið heldur ikki av tí besta, sigur hann.

Norður úr Mýlingi
Tað er altíð ójavnt, hvussu nógvar línur ið menn taka við sær á hvønn túrin.
Vit prátaðu herfyri við ein annan útróðrarmann úr Rituvík, sum bert hevði einar átta stampar við sær á hvørjum túri.
Men tá tann 33 fót stóri Aqua-Star báturin hjá Jan fer til útróðrar, so hava teir vanliga millum 30 og 40 stampar við.
Meðan hesin útróðrarmaðurin úr Rituvík, Benadiktus Olsen plagdi at royna úti fyri heimbygd sínari, so fer Jan sum oftast norðureftir at seta línurnar.
- Eg royni sum oftast millum tríggjar og seks fjórðingar úr landi, norður úr Mýlingi, sigur hann.
Og líkt er eisini til, at fiskur er at fáa á hesum leiðum.

150 pund
Eins og tað er við reiðskapi og fiskileiðum, so er eisini ójavnt, hvat menn fáa uppá stampin.
Áðurnevndi Benadiktus segði seg vera nøgdan, um hann fekk 100 pund uppá stampin. Men hjá Jan er úrslitið sum oftast betri enn so.
- Vit plaga at liggja um 150 pund uppá stampin, sigur hann.
Jan brúkar nógv ymisk sløg til agn ? kúfisk, gággu og høgguslokk.
-Men eg haldi tó, at gággan er tann besta av hesum, sigur Jan.