- Tað er gott at hava albogar

-Eg havi fleiri ferðir sagt, at tað er gott at hava albogar, men tað er eingin orsøk til altíð at brúka teir. Teir eru góðir at hótta við. Í samband við samgongusamráðingarnar máttu vit ansa eftir ikki at gerast ov gramm, og tí var neyðugt við taktiskum snildni fyri at koma í meirilutan sigur Jógvan Arge - tjóðveldismaðurin, sum varð persónligur toppskorari á kommunuvalinum í høvuðsstaðarkommununi

Fyrstu ferð, Jógvan Arge sigur seg minnast at hava roynt seg sum politikara, er í samband við løgtingsvalið í 1958, tá hann í realskúlanum sum 11 ára gamal varð settur at agitera fyri Tjóðveldisflokkinum. Á talvuni knípti við at stava Tjóðveldisflokkurin rætt, tí bæði ð og v manglaðu.
Nógv vatn er runnið í ánni, síðan politiska elddópin sum 11 ára gamal. Hæddarpunktið í politiska lívinum var á býráðsvalinum 9. november, tá Arge-maðurin fekk flestar persónligar atkvøður í Tórshavnar kommunu. Jógvan Arge stendur nú á trappuni til gera pápa sínum, Niels Juel Arge, eftir, við at gerast varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu komandi fýra árini. Niels Juel umboðaði Havnar Framburðsfelag, og var varaborgarstjóri í høvuðstaðnum frá 1949 til 1952.

Journalistikkurin dró
Jógvan Arge veksur upp í fimtiárunum, og tá eru stórar rembingar í føroyska samfelagnum. Sjóvinnubankin á heysin, læknastríð í Klaksvík og eitt stórt fiskimannaverkfall eru millum hendingarnar hesi árini.
-Tað hendi ómetaliga nógv í fimtiárunum, og vit fingu nógv politisk
inntrykk av tí harða stríði, sum var millum flokkarnar. Tað var ringt ikki at verða hugtikin av politikki, greiðir Jógvan frá.
Í 60 árunum gerst hann virkin í Unga Tjóðveldinum, sum verður sett á
stovn, meðan Sjálvstýrissamgongan hevur meirlutan í løgtinginum.
-Tá eg fór í studentaskúla gjørdist eg meira tilvitaður og áhugaður í samfelagsviðurskiftum. Eg var við í næmingafelagnum, eitt skifti sum
formaður, og fleiri okkara vóru eisini virkin í Unga Tjóðveldinum, fortelur Jógvan Arge.
Í 1967 fer Jógvan at læra til journalist á Ritzau í Keypmannahavn, og heimaafturkomin í 1970 gerst hann alt fyri eitt politiskur journalistur á Útvarpi Føroya. Í 1978 stillar hann fyri fyrstu ferð upp til løgtingsval.
-Sum politiskur journalistur bar ikki til at vera virkin í politikki, og tí valdi eg politikkin frá hesi árini, og eg var heldur ikki limur nakrastaðni. Eftir átta ár sum politiskur journalistur var eg onkursvegna hugtikin av politikki, sum eg annars var settur at eygleiða, og tí lat meg stilla upp í 1978 fyri Tjóðveldisflokkin.
Tað rakk ikki til ein sess í løgtinginum, tí tá 31 ára gamli Jógvan Arge gjørdist nummar fimm á tjóðveldislistanum í Suðurstreymi, sum taldi so fræg nøvn sum Erlend Patursson, Karina Kjølbro, Hans Jacob Debes og Ingrid Sondum.
Spurdur, um tað fyrst og fremst er journalistiska arbeiðið í 70 árunum, sum var atvoldin til, at hann valdi at gerast virkin í politikki, svarar Jógvan Arge, at arbeiðið sum politiskur journalistur gjørdi sítt, men leggur afturat, at skúlagongdin og umhvørvið, hann vaks upp í, eisini hevði ein týðandi leiklut, tá hann valdi at royna seg í politikki.

Atkvøðuslúkurin
Eftir fyrstu royndina í 1978 gingu heili 22 ár, áðrenn Jógvan aftur valdi at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin. Í 2000 stillar hann upp til býráðsvalið í høvuðsstaðnum.
-Eg var á listanum longu í 1988, men í síðstu løtu bar eg meg undan. Tað hevur altíð ligið og spøkt, at tað kundi verið áhugavert at roynt seg í kommununal politikki, og tá heitt varð á meg í 2000, tók eg avgerðina. Eg helt eisini, at nú vóru árini so mikið nógv, at skuldi eg gera nakrar royndir í politikki, skuldi tað vera nú, sígur
hann.
Við 434 atkvøðum fekk Jógvan eitt rimmar val í 2000, og var eisini fúsur at stilla upp til løgtingsvalið tvey ár seinni, har hann gjørdist varamaður á tingi fyri Høgna Hoydal. Jógvan roknar við, at hann hevur stillað upp til løgtingið fyri seinastu ferð, og hann ætlar framyvir at leggja alla orkuna í kommunal politikk.
Hæddarpunktið í politiska lívinum náddi Jógvan Arge fyri góðari viku
síðan. Hann fekk heili 690 persónligar atkvøður í Tórshavnar býráð, og
gjørdi harvið sítt til, at Tjóðveldisflokkurin fekk besta valið í Tórshavnar kommunu nakrantíð.

Hvat er orsøkin til mongu persónligu atkvøðurnar hesaferð?
Fremsta orsøkin rokni eg við er, at eg havi verið sera virkin í andstøðuni í Tórshavnar býráð. Eg havi alla setuna gjørt vart við meg í býráðnum, bløðunum, og eisini havi eg eina heimasíðu, sum javnan verður uppdaterað.

Hvør heldur tú atkvøður fyri Jógvan Arge?
Lat meg beinanvegin siga, at eg kenni langt í frá øll 690 fólkini, sum havaatkvøtt fyri mær. Eg gangi út frá, at tað fyrst og fremst eru
tjóðveldisfólk, men eg vænti eisini, at nakrar atkvøður eru uttangarðs.
Óivað fái eg eisini atkvøður frá fólki, eg kenni, familju og møguliga gevur mítt tilknýti til ítróttina eisini nakrar atkvøður. Høvuðsstovnurin man vera tjóðveldisfólk, men allar atkvøðurnar eru líka nógv verdar fyri meg og eg eri fegin um tær.

Jan ov seinur
Tjóðveldisflokkurin fekk nærum 3000 atkvøður á býráðsvalinum í Havn, og tað rakk til fýra býráðslimir. Úrslitið av heldur ódámligu samgongutelvingini í Havn gjørdist, at Javnaðarflokkurin við Heðini Mortensen sum borgarstjóra og Tjóðveldisflokkurin hava skipað samgongu komandi fýra árini.
Einu løtuna í rokinum, fekk Tjóðveldisflokkurin boðið borgarstjórasessin frá Jan Christiansen og Fólkaflokkinum, men tók kortini ikki av. Manganverður havt á lofti, at Arge-menninir ikki eru bangnir fyri brúka albogar fyri at sleppa framat, og tí undraðust fleiri á, at Jógvan Arge ikki tók av tilboðnum um at gerast borgarstjóri.
-Eg havi fleiri ferðir sagt, at tað er gott at hava albogar, men tað er eingin orsøk til altíð at brúka teir. Teir eru góðir at hótta við. Í samband við samgongusamráðingarnar máttu vit ansa eftir ikki at gerast ov gramm, og tí var neyðugt við taktiskum snildni fyri at koma í meirilutan. Vit mettu, at við Heðini Mortensen sum borgarstjóra, javnaðarflokkinum sum stuðulsflokki, og okkum um størsta flokki, fingu vit mest burturúr. Fólkaflokkurin ætlaði, at vit skuldu sita úti í kuldanum komandi fýra árini. Vildi hann veruliga hava samstarv við okkum, so hevði hann verið komin fyrr. Tá vit fingu tilboðið frá teimum, var hann útspældur, og vit vóru lidnir við samráðingarnar til aðra síðu, greiðir Jógvan Arge frá.

Hevur Jógvan Arge ambitiónir um at gerast borgarstjóri?
Tað verður sagt at øll, sum stilla upp, hava ambitiónir um at gerast
borgarstjóri, men tað fáa vit at síggja. Satt at siga liggur
borgarstjórasessurin ikki fremst í mína hugaheimi í løtuni, men heldur at reka ein góðan politikk fyri býin.

Førleikin betrast
Spurdur, hví komandi samgonga fer at standa seg betur enn undanfarna
samgonga við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, svarar Jógvan Arge, at
fyrst og fremst hevur komandi samgonga eina aðra stevnu.
-Vit hava sett okkum fyri at menna førleikan í umsitingini-serliga við atliti til tann løgfrøðiliga partin, tí løgtingsins umboðsmaður hevur fleiri ferðir gjørt vart við seg, og tí verður neyðugt at styrkja hendan partin. Býárætlanina hjá undanfarnu samgongu tóku vit ikki undir við, og tí skal hon viðgerðast av nýggum. Vit hava sett okkum fyri at fáa størri javnvág í býarætlanina, tí sum er, er bara fokus sett á Hoyvíkina, meðan vit gjarna vilja hava, at bæði vesturbýurin og Argir eisini koma við, vísir Jógvan Arge á.

- Vit hava eisini nógv annað upp á hjarta. Málini eru nógv í býráðnum og vit eru spent upp á at sleppa til arbeiðis á nýggjárinum til frama fyri alla kommununa, leggur hann aftrat.






Faktabox

Navn: Jógvan Arge
Aldur: 57 ár
Starv: Programleiðari í Útvarpi Føroya
Politiskar royndir: Virkin í Unga Tjóðveldinum í 60 árunum. Uppstillaður fyrstu ferð fyri Tjóðveldisflokkin til løgtingsvalið 1978.
Valdur í Tórshavnar býráð í 2000. Varamaður á løgtingi í 2001-2002.
Størsti atkvøðuslúkurin við 690 atkvøðum til býráðsvalið 2004.