Tónleikur
Bæði byin.fo og Glitnir fingu hetta vikuskiftið trupulleikar av Halgidagslógini, Glitnir skuldi eftir ætlan havt dans við dansibólkinum Bridge leygarkvøldið, meðan byin.fo skuldu hava dansi endabrest við Showmonnum í REX og ungdómsdiskotek í Cippo leygarkvøldið.
Men dansistøðini kendu eftir øllum at døma ikki nóg væl halgidagslógina, tí hóast tey høvdu lov at hava opið náttina til Hvítusunnu, so var forboðið at dansa eftir miðnátt.
- Rúni Djurhuus frá byin.fo, segði við planet.fo í vikuskiftinum, at talan var um eina misskiljing. Í samráð við Showmenn varð dansurin tí broyttur til eina akkustiska konsert, og av tí, at Showmenn eru ein dansibólkur, varð mett, at teirra endabrestur í REX átti at verða ein dansur, og tí varð gjørt av, at Showmenn skuldu spæla aftur 2. Hvítusunnukvøld og tá var talan um dans. Byin.fo flutti ungdómsdiskotekið til fríggjadagin. Glitnir flutti somuleiðis dansin við Bridge til 2. Hvítusunnukvøld, og skipaði ístaðin fyri Country Karaoke leygarkvøldið.