vantað í mong ár. Nú er kortini vón fyri framman. Kommunurnar í Sandavági og Miðvági hava í felag arbeitt við eini ætlan um ein nýggjan og dagførdan skúla. Henda ætlanin liggur kortini nakað frammi í tíðini [...] gingið øll 10. árini í skúla her vesturi, og veit tí um, hvussu hølisviðurskiftini hava verið og – ikki minst - eru í løtuni. - Jú, eg haldi at skúlin er rættiliga slitin, sigur hon, og vísir til framsíðuna [...] skúlanum. Neyðugt er haraftrat við møguleikum hjá dreingjum og gentum at sparka bólt úti. Hesir eru ikki av teimum bestu, tí sum er, má hetta gerast í skúlagarðinum – og hann verður í stóran mun nýttur sum
liggur kortini í luftini, tá ið tú tosar við Eivind, at teir hava okkurt annað bilamerki, sum er í Føroyum í dag, í kvittanum. Men hann vil í løtuni ikki siga nakað ítøkiligt um tað. - Tað er ikki vist, [...] stórt. - Partarnir eru samdir um ikki at upplýsa prísin, men eg vil vísa til tað, sum Finnbogi sigur, at vit góvu teimum eitt gott tilboð upp á hetta økið, sum annars ikki hevur verið lýst til sølu í bløðunum [...] Tað verður so ikki Iveco-bilarnar, sum vit fara at sýna fram við Oyggjarvegin, tí vit selja bert nakrar heilt fáar av hesum slagnum. Spurdur, um talan kann blíva um onnur bilamerki, sum ikki eru umboðað
og her eru fimm enreprenørar, sum ikki eru so stórir í vavi, bjóðaðir at geva síni boð upp á hesa verkætlan. Bogi Andreasen ásannar, at verkætlanin í Álakeri kortini er ein av teimum størru, tí hetta er [...] virksemi, sum kann hava stóran týdning fyri okkara handverkarar, samstundis sum fleiri av hesum arbeiðum ikki nýtast at kosta so ógvuliga nógv. Fleiri av okkara bygningum krevja viðlíkahald og ábøtur, og tað [...] samstarv, vit hava fingið við minnilutan í býráðnum, har vit hava tosað okkum til sættis um ymisk mál, ið ikki eru so komplisera, og sum kunnu fremjast í verki, nú støðan er vorðin so serstøk. Býráðið er bevíst
ninum í JFK, sum hevur verið nógv frammi seinastu dagarnar. Vit hittu ikki Høgna Hoydal, formann Tjóðveldisfloksins og heldur ikki Torbjørn Jacobsen, framsøgumann floksins í vinnumálum, sum eisini er limur [...] almenningurin ikki fult innlit í tað, sum fram er farið. Heidi leggur tó dent á, at nevndin í grunninum hevur fulla heimild at "handla", sum hon hevur gjørt, tí nevndin er suveren, men hon undrast kortini yvir [...] at nevndin ikki velir at fylgja politiska viljanum. Spurnartekin - Politiska ávirkanin er hon, sum landsstýrismaðurin, ið velir sín part av nevndini, hevur, men ítøkiliga avgerðin kann ikki broytast politiskt
fáa at vita. - Ikki fyrr enn sunnumorgunin bleiv eg fyrstu ferð kontaktaður av einum starvsfólki á MRCC, sum segði seg ringja runt og spyrja, um vit ikki høvdu fingið meyl. Tað vísti seg ikki, sum tilbúgvingin [...] at skipið fór at flóta. Á djúpum vatni - Eg skilji ikki, hvussu nakar kundi rokna við, at skipið fór at flóta, soleiðis sum út sá. Tað fleyt heldur ikki leingi. Løtu eftir, at Olshana var leys av Flesjunum [...] skipinum á havsins botn. Sonni skilur heldur ikki, hví tey, sum stóðu aftanfyri átakið, lótu skipið søkka á størsta dýpi, sum er á Tangafirði. - Nú oljan kortini fór við skipinum, átti tað at verið munandi
n. Ikki eitt menniskja, og ikki ein einasti skúlanæmingur, er at hoyra ella síggja her í garðinum við skúlan á Ziskatrøð. Nú ringir brádliga ein klokka sum boðar frá fríkorteri. Og tað gongur ikki long [...] Næmingarnir vilja kortini ikki gera nakrar politiskar viðmerkingar, men hava tó eitt ynski til tey, sum skulu taka avgerðina um skúla teirra. Tey eru væl vitandi um, at tey sjálvi ikki fáa gagn ella gleði [...] kemur út í skúlagarðin. Tey ynskja heldur at halda seg eitt sindur fyri seg sjálvi - vilja líkasum ikki blanda seg uppí hinar smærru næmingarnar. - Noy. Okkum dámar best at vera saman við okkara javnaldrum
við Karibiu, sum eisini hevur keypt saltaðan upsa. Marner leggur dent á, at hann er ikki framleiðsluleiðari og ikki framleiðslukønur í Sandoy Seafood, men hann heldur, at tað sær heldur betur út við m [...] pollock, nú dollarin er so lágur. - Eg dugi ikki at síggja, at upsaprísirnir kunnu fella uppaftur meira. Nú er bert ein vegur, og tað er uppeftir. Fæst ikki meira fyri upsan, nú so lítil toskur er uppi [...] vánaligur. - Toskurin bleiv meira ella minni burtur úr fiskiskapinum hjá skipunum og tann fiskur, sum kortini hevur verið á marknaðinum, hevur verið dýrur at fingið hendur á. Hann sigur, at marknaðurin fyri
og síðan vera teir liggjandi um ólavsøkuna. - Hóast eingin bryggjudansur verður í ár, vænta vit kortini, at nakrir bátar fara at koma til ólavsøku. Í Vágsbotni hava vit eina gestabrúgv, har pláss er fyri [...] eru at tosa við, um onkur leys pláss eru við brúgvarnar og við bryggjukantin annars. - Nú dugi eg ikki at siga, hvussu fólk fara at takla korona-trupulleikan á ólavsøku í ár, men tað eru bátaeigarar, sum [...] Tað er eitt gjald fyri at liggja við gestabrúnna. Vit, sum eiga bátar í høvuðsstaðnum, plaga vanliga ikki at liggja her, men lata heldur plássini til gestirnar. Sama er, tá vit vitja aðrastaðni. Tá sleppa
tað heldur hann ikki. - Ikki bara, í hvussu er. Vit spældu sera væl í byrjanini av kappingarárinum. Síðani fingu vit ein niðurtúr og sjálvt um vit nú standa sum meistarar haldi eg ikki, at vit hava spælt [...] einki undantak. Men far ikki skeivur av, at vit hava verið heilt ótrúliga hepnir. Tað er eingin ivi um, at vit hava havt eydnuna á okkara síðu. Høvdu vit ikki tað, høvdu vit ikki staðið sum meistarar í [...] siga, at vit hava verið teir mest støðugu tapararnir, sigur Rúni Weihe, nú veruleikin um, at tað kortini eydnaðist at gerast meistarar, er botnfallin. Fyrr í ár tosaði Rúni um spælið hjá liðnum og um, at
lag. Hóast arbeitt verður við at útvega annan vinarbýr, ynskir kommunan kortini ikki at leypa frá avtaluni við Selfoss, hóast hon ikki hevur verið virkin í mong ár. Áðrenn ein nýggj avtala verður fingin, [...] fyrst geva Selfossi boð um avgerðina. Gongst sum ætlað er ikki óhugsandi, at nýggi vinarbýurin hjá Fuglafirði í Íslandi kemur at eita Húsavík. Ikki virkin Sambandið millum Fuglafjørð og Selfoss byrjaði fyri [...] síðani. Men býráðið í Fuglafirði kann í dag staðfesta, at hetta sambandið ikki hevur verið nøktandi, m.a. tí at íslendska kommunan ikki hevur verið so virkin í samstarvinum tey seinnu árini. Á fundi í ment