- Vit treingja til ein nýggjan skúla

Skúlin á Giljanesi varð tikin í nýtslu fyri meiri enn 45 árum síðani. Hann er nógv brúktur – og tað sæst eisini á honum.
- Ja, tað er eingin ivi um, at skúlin er illa farin, sigur ein næmingur í 10. flokki, Jórun Myllhamar.

Klokkan er farin nakað av níggju fyrrapartin í gjár, og her er sera friðarligt, bæði í skúlagarðinum og inni í forhøllini.
Fleiri bilar standa parkeraðir í sjálvum spæligarðinum hjá børnunum, men lítið hoyrist til at her er talan um ein stóran skúlan.
Løtu seinni hoyrast barnaróp í einari gongd. Ein flokkur av gentum og dreingjum koma leypandi út í forhøllina, nú tey hava fingið fríkorter.
Í gongini møta tey Jórun Myllhamar, sum er á veg í skúla.
- Eg var eitt sindur seinkað í morgun, sigur hon.
Hon skundar sær niðan trappurnar og inn í flokshølið. Henda fyrrapartin hava tey føroyskt og danskt á skránni.

Rættiliga slitin
Jórun hevur gingið øll 10. árini í skúla her vesturi, og veit tí um, hvussu hølisviðurskiftini hava verið og – ikki minst - eru í løtuni.
- Jú, eg haldi at skúlin er rættiliga slitin, sigur hon, og vísir til framsíðuna av skúlabygninginum.
Her er týðiligt at síggja, at viðlíkahaldið hevur vantað í mong ár. Nú er kortini vón fyri framman.
Kommunurnar í Sandavági og Miðvági hava í felag arbeitt við eini ætlan um ein nýggjan og dagførdan skúla.
Henda ætlanin liggur kortini nakað frammi í tíðini, so tað er helst bert ein partur av verandi næmingum sum fáa gagn og gleði av hesum stóra og snotuliga skúlanum.
Neyðugt er haraftrat við møguleikum hjá dreingjum og gentum at sparka bólt úti. Hesir eru ikki av teimum bestu, tí sum er, má hetta gerast í skúlagarðinum – og hann verður í stóran mun nýttur sum parkeringspláss hjá bilum.

Virkin
Jórun Myllhamar er í hesum døgum í ferð við seinastu mánaðirnar sum næmingur við skúlan á Giljanesi.
Eftir summarfrítíðina ætlar hon sær nevniliga á Handilsskúla í Havn.
Í frítíðini er hon virkin á ymiskum økjum. Hon arbeiðir nakað í eini kiosk, men spælir annars fótbólt.
Hon er við besta kvinnuliðnum hjá FS Vágum og annars við kvinnum 14 til 17 ár.
Jórun er somuleiðis vitandi um ætlanir við hesum heilt nýggja skúlanum á Giljanesi.

Góð ætlan
Ætlanirnar um nýggja skúlan heldur Jórun vera harðliga tiltrongdar fyri framtíðina.
- Tað er í fínasta slagi við einum nýggjum skúla.
- Gott hevði verið, um ein somuleiðis útvegaði næmingunum eina kantinu, ein sparkivøll - og kanska ein svimjihyl eisini!, sigur Jórun.
Sjálv hevur hon bert nakrar fáar mánaðir eftir í skúlanum. Hon fær tí ikki sjálv gleði av tí nýggja skúlanum.
Men tað kundi meiri enn so hent, at eftirkomarar hennara fáa tað!




Kunnaðu um nýggja skúlan
Týsdagin í hesi vikuni varð fundur hildin á Giljanesi, har uppskotini til skúlabygging vórðu viðgjørd. Á fundinum varð eisini greitt frá einum áhugaverdum undirvísingarportali.Á hesum fundi luttóku Georg Hansen, sum er formaður í Hallar- og skúlanevndini, umframt Rósu Samuelsen, borgarstjóra í Sandavági, sum gav stutta frágreiðing um skúlanog Napolion Magnussen, borgarstjóra í Miðvági, sum greiddi frá einum túri í Danmark, har hugt varð eftir nýggjum skúlum.Helena Dam á Neystabø frá Skúlabókagrunninum, greiddi frá undirvísingarportalinum ogJákup á Stongunum legði fram uppskotini til skúlan.Á fundinum legði bókavørðurinOddmar Ravnsfjall fram sínar hugsanir um tann týdning sum tann námsfrøðiligi tænastudepilin hevur fyri skúlan og samfelagið sum heild, meðan Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag segði sína hugsan um til uppskotið.Hans Jørgensen, skúlaleiðari greiddi frá um hugsanina hjá lærarum, meðanJenny Lydersen frá Mentamálaráðnum gjørdi viðmerkingar til uppskotini.Sum skilst var hetta ein góður og upplýsandi fundur. Nú bíða fólk bert eftir at ætlanin verður sett í verk.