Samrøða
Sonni Johansen er virkandi borgarstjóri í Sjóvar kommunu, meðan Malena Thomsen er burtur.
Hann er útbúgvin skipsbyggjari og hevur eisini maskinist útbúgving. Sonni hevur verið á sjónum at kalla alt sítt lív, tey nógvu árini sum útróðrarmaður.
- Sum bygdaráðslimur og nú virkandi borgarstjóri í eini kommunu, sum fevnir um meginpartin av vestara armi av Skálafjørðinum, eri eg ikki glaður fyri tað, sum fram er farið, nú russiski trolarin fór og land og sakk við Flesjarnar.
Sá ræðandi út
Hann sigur, at soleiðis sum seinasti leygardagurin tók seg út, tá hann hevði ligið lágur í ættini síðan dagin fyri, stúrdi hann rættiliga fyri eini umfatandi oljudálking.
- Longu frá fyrstu løtu, tá skipið fór á land tíðliga hóskvøldið, hava vit fylgt gongdini, og vit vóru eisini úti á Nesi og hugdu at, hvussu út sá við skipinum.
Sonni heldur ikki, at teir 12 tímarnir, Olshana stóð á Flesjunum, vórðu brúktur so væl, sum teir kundu og áttu at verið brúktir.
- Eg haldi so avgjørt, at orkan í nógv størri mun átti at verið løgd í at tøma skipið fyri olju heldur enn at royna at bjarga skipinum. Í mínari verð átti vit í fyrstu syftu at hugsa um tað umhvørvisliga, áðrenn vit hugsaðu um tað materiella.
Eingin ivi
Hann heldur, at soleiðis sum støðan broyttist eftir fleiri royndir at hála skipið av aftur, áttu flestu at dugað at mett, at skipið fór til botns, tá tað fekst av aftur.
- Longu hóskvøldið fingu vit at vita, at skipið hevði fingið eina seks metur langa rivu í bakborðssíðu, sum var 30 semtimetrar breið, har hon var breiðast. Væntandi var eisini, at tá ið stór skip sum Finnur Fríðu seinnu settu á skipið, mátti antin bera ella bresta.
Sonni heldur, at var ætlanin hjá teimum, sum skipaðu fyri, at søkkja skipið, so eydnaðist tað væl.
- Tað er altíð lætt at vera eftirklókur og meta um, hvat átti at verið gjørt, men vit, sum varða av kommununum og økjunum við Skálafjørðin og Sundalagið, vóru ongantíð í iva um, at skipið ikki mátti fara til botns við oljuni.
Hann heldur, at russiski trolarin lá so tungur í sjónum, tá hann umsíður varð togaður av aftur Flesjunum fríggjamorgunin, at eingin kundi roknað við, at skipið fór at flóta.
Á djúpum vatni
- Eg skilji ikki, hvussu nakar kundi rokna við, at skipið fór at flóta, soleiðis sum út sá. Tað fleyt heldur ikki leingi. Løtu eftir, at Olshana var leys av Flesjunum, sakk skipið, og við hesum fór meginparturin av oljuni við skipinum á havsins botn.
Sonni skilur heldur ikki, hví tey, sum stóðu aftanfyri átakið, lótu skipið søkka á størsta dýpi, sum er á Tangafirði.
- Nú oljan kortini fór við skipinum, átti tað at verið munandi lættari at fingið hana upp, um skipið lá grynri, leggur hann aftrat.
Virkandi borgarstjórin heldur, at tá eingi útlit kortini vóru til, at skipið fór at flóta, kundi skipið tað sama ligið á Flesjunum nakrar dagar, so lættari hevði verið at komið til oljuna.
- Tað kann vera, at trupult hevði verið at komið til oljuúttakini, tá sjógvur fylti maskinrúmið, men við serkønum fólki og útgerð átti hetta at latið seg gjørt. Í øllum førum mátti tað verið lættari at fingið fatur á oljuni, meðan skipið enn lá omaná vatninum, enn nú tað liggur á meira enn 70 metra dýpi, sigur Sonni.
At vera eftirklókur
Tilbúgvingin hevur eisini víst á vandan fyri fólkinum, um skipið misti stabilitetin og koppaði, um oljan hevði verið tikin úr skipinum.
- Nú hevði Olshana sjálvandi fleiri tangar, og tað er vanligt í slikum føri at taka oljuna upp og fylla sjógv í aftur tangarnar.
Sonni ásannar, at fleiri fólk vóru saman um átakið, og millum hesi hava ivaleyst eisini verið serkøn fólk á økinum.
- Eg hevði í hvussu er væntað, at vit fingu eina betri frágreiðing um, hví oljan ikki varð tikin úr skipinum enn hana, vit higartil hava fingið, sigur hann.
Hann heldur annars ikki, at Olshana sá út til at fara at koppa nakran veg, tá skipið stóð á Flesjunum.
- Hetta var í hvussu er ikki tað, sum vit uttanfyri standandi høvdu varhugan av, leggur hann aftrat.
Eingin samanhangur
Virkandi borgarstjórin í Sjóvar kommunu heldur, at samanhangur ikki var í øllum, sum ført varð fram hesar dagarnar, oljan hótti umhvørvið í Sundalagnum og við Skálafjørðin.
- Vit vistu bara tað, sum fjølmiðlarnir søgdu okkum. Í tíðindunum hoyrdu vit, at kommunurnar vóru við í átakinum at byrgja upp fyri hóttandi oljudálkingini, men vit høvdu tá eingi boð – ei heldur nakra áheitan – fingið um nakað sum helst.
Sonni sigur, at hann fleiri ferðir vendi sær til MRCC fyri at spyrja seg fyri, men kundi einki fáa at vita.
- Ikki fyrr enn sunnumorgunin bleiv eg fyrstu ferð kontaktaður av einum starvsfólki á MRCC, sum segði seg ringja runt og spyrja, um vit ikki høvdu fingið meyl. Tað vísti seg ikki, sum tilbúgvingin í hesi løtu hevði tamarhald á støðuni.
Sá ikki gott út
Sonni sigur, at honum og øðrum í bygdaráðnum í Sjóvar kommunu dámdu einki, sum út sá serliga vestanfyri leygarkvøldið.
- Vit koyrdu javnan vestur um Tangan at hyggja, og leygarkvøldið kundu vit bara rokna við tí ringasta. Serliga sást nógv olja við Kolbanagjógv og norður móti Selatrað. Her fleyt rættiliga tjúkt av olju, og at síggja til var hetta hydraulikolja saman við gassolju og kanska smyrjolju.
Sonni sigur, at hann rættiliga stúrdi fyri, at her fór at enda rættiliga galið.
- Eitt var, at vit nú stóðu andlit til andlits við eina oljudálking. Annað var, at vit einki fingu at vita, hóast vit royndu at spyrja okkum fyri. Alt virkaði so hjálparleyst.
Sendara á Flesjarnar
Russiski trolarin er fjórða skipið í røðini, sum siglir á Flesjarnar síðan 1950, og bert eitt av hesum er komið heilskapað av aftur. Hini trý eru endað á havsins botni. Skipini, sum eru farin á Flesjunum, eru Góðanes, Ólavur Gregersen og nú Olshana.
- Tá vit tóku við í Sjóvar kommunu, heittu vit á myndugleikarnar um at seta ein serligan sendara á Flesjarnar, ein sonevndan racon-sendara, sum gevur ógvuliga kraftmikið ekkó á radaranum. Vit sendu hesa áheitan vitandi um, at vit hava so nógv strandaland í okkara kommunu, bæði vestanfyri og eystanfyri.
Men umbønin varð ikki gingin Sjóvar kommunu á møti.
- Vit fingu at vita, at hetta ikki varð hildið at vera neyðugt, og tískil er eingin sendari komin. Um ein slíkur sendari hevði gjørt nakran mun í eini slíkari støðu, sum henni, ið Olshana var í, er ógjørligt at siga.
Oljan skal upp
Sonni Johansen tekur saman um sjálva oljudálkingina og sigur, at nú hann gjørdist høgur í ættini, sær nógv betri úr við Strandalandið.
- Fjøran vestanfyri er nógv dálkað í støðum, men higartil eru vit sloppin rímiliga væl. Vit fara tó at krevja, at oljan, sum eftir er í Olshanu, verður tikin upp úr skipinum, so “tikkandi” umhvørvisbumban, ið henda oljan er, verður burturbeind, sigur virkandi borgarstjórin í Sjóvar kommunu.