Keyp
Tað kann kanska tykjast eitt sindur undarligt, at ein bilasøla selir eitt gott og sjónligt grundøki, har teir sjálvir sýna sínar bilar fram, til ein av sínum kappingarneytum. Men hetta hevur so P/F Meinhardt Arge, sum hevur bilasølu við Oyggjarvegin, valt at gera.
Finnbogi Arge, stjóri, segði við ÚF týsdagin, at teir høvdu fingið eitt gott tilboð frá bilasøluni, P/F Reyni Service, sum teir hava tikið av.
Hann helt, at tað kann vera ein fyrimunur fyri bilasøluna hjá honum, at ein onnur bilasøla verður næsti granni.
Orðini hjá Finnboga
Sosialurin hevur spurt stjóran hjá Reyni Service, Eivind av Reyni, hvussu nógv teir hava goldið fyri nevnda grundøkið, sum er einar 2.600 fermetrar stórt.
- Partarnir eru samdir um ikki at upplýsa prísin, men eg vil vísa til tað, sum Finnbogi sigur, at vit góvu teimum eitt gott tilboð upp á hetta økið, sum annars ikki hevur verið lýst til sølu í bløðunum.
Eivind er annars samdur við stjóranum hjá Meinhardt Arge um, at tvær bilasølur á økinum kunnu skapa ein enn størri skara av viðskiftafólki, enn tann eina bilasølan skapar einsamøll.
Spurdur, hvat Reyni Service ætlar sær at brúka økið til, sigur hann:
- Nú hava vit júst keypt hetta økið, og tí hava vit enn ikki tikið nakra endaliga avgerð um, hvussu tað skal brúkast. Men greitt er, at vit í øllum førum fara at sýna okkara bilar fram á økinum.
Eivind sigur, at enn er óvist, hvørjar bilar, teir fara at hava standandi við Oyggjarvegin.
Annað bilamerki?
- Sum er, selja vit bara Toyota-bilarnar og onkran Iveco-bil, sum eru smáir lastbilar. Tað verður so ikki Iveco-bilarnar, sum vit fara at sýna fram við Oyggjarvegin, tí vit selja bert nakrar heilt fáar av hesum slagnum.
Spurdur, um talan kann blíva um onnur bilamerki, sum ikki eru umboðað í Føroyum í dag, sigur hann, at tað verður tað neyvan.
Tað liggur kortini í luftini, tá ið tú tosar við Eivind, at teir hava okkurt annað bilamerki, sum er í Føroyum í dag, í kvittanum. Men hann vil í løtuni ikki siga nakað ítøkiligt um tað.
- Tað er ikki vist, at vit keypa hetta økið til Toyota-bilarnar. Talan kann gerast um annað bilamerki. Allir møguleikar eru opnir, er tað, sum Eivindur vil siga um hetta.
Hinvegin sigur hann, at tað er heldur trongligt við bilasøluna í Hoyvík, og tí er tað ikki óhugsandi, at nakrir bilar í fyrstu syfti verða settir oman á nýggja økið.
Umhugsa at byggja
Eivind av Reyni vísir á, at bilasølan í Føroyum hevur verið minkandi seinastu árini, men kortini útilokar hann ikki, at Reyni Service fer at byggja ein bygning á økinum, áðrenn langt um líður.
- Men tað er ikki hetta, sum liggur fremst í huganum beint nú. Vit hava í fyrstu syfti viljað tryggjað okkum ein sjónligt øki, sum liggur væl fyri í Havnini. Síðan mugu vit síggja, hvat framtíðin býðir okkum. Økið liggur við ferðsluríkan veg, har bilarnir, sum koma at standa á økinum, eru sjónligir. Vit síggja hetta økið sum ein stóran fyrimun í okkara virksemi.
Eivind av Reyni sigur, at teir eru rættiliga væl útgjørdir á verkstaðnum í Hoyvík, og tí er væl hugsandi, at ein møguligur nýggjur bygningur á økinum við Oyggjarvegin í fyrsta lagi verður nýttur til framsýning av bilum.