- Vit vóru teir mest stabilu tapararnir

Liðskiparin hjá Fram, Rúni Weihe, heldur, at orsøkin til, at Fram gjørdist Føroyameistari heldur enn Fleyr ella SÍ var, at teir vóru teir mest støðugu tapararnir gjøgnum árið

Flogbóltur - menn

Tað er kanska ein løgin vinkul at taka útgangsstøði í, men tá vit hyggja at kappingarskipanini síggja vit, at tað er nakað um tað hann sigur. Fram hevur nevniliga bara tapt móti Fleyr og SÍ og tí eru teir kanska rættastu Føroyameistarar tá samanum kemur.
- Fleyr hevur tapt móti øllum liðum, SÍ hevur tapt móti øllum uttan Mjølnir meðan vit bara hava tapt fyri hinum báðum oddaliðunum, so tú kanst siga, at vit hava verið teir mest støðugu tapararnir, sigur Rúni Weihe, nú veruleikin um, at tað kortini eydnaðist at gerast meistarar, er botnfallin.
Fyrr í ár tosaði Rúni um spælið hjá liðnum og um, at teir høvdu ilt við at stuðla hvørjum øðrum. Ístaðin brúktu teir orkuna til at skeldast innanhýsis, men eftir ein fund tóku teir annað skinn um bak, og so fóru teir aftur at vinna. Tí spyrja vit hann, um fundurin er orsøkin til, at gongdin vendir, men tað heldur hann ikki.
- Ikki bara, í hvussu er. Vit spældu sera væl í byrjanini av kappingarárinum. Síðani fingu vit ein niðurtúr og sjálvt um vit nú standa sum meistarar haldi eg ikki, at vit hava spælt líka gott sum vit gjørdu í byrjanini, sigur Rúni, sum turrisliga leggur afturat, at tað tó var nóg mikið til at enda eitt stig framman fyri hini liðini.

- Eydnan á okkara síðu
Rúni Weihe er ivaleysur um, at meistaraheitið hjá Fram er fult uppiborið. Tað er tað, heldur hann, og orsøkin til tað er, at liðið hevur eitt stig meira enn hini.
- Í mínari verð hava øll lið, sum vinna meistaraheitið, uppiborið at vinna og í so máta eru vit einki undantak. Men far ikki skeivur av, at vit hava verið heilt ótrúliga hepnir. Tað er eingin ivi um, at vit hava havt eydnuna á okkara síðu. Høvdu vit ikki tað, høvdu vit ikki staðið sum meistarar í dag. So einfalt er tað, sigur Rúni.
Í ár eru liðin fimm ár síðani Fram gjørdist meistari á fyrsta sinni og sjálvt um tað var stuttligt tá, heldur Rúni at tað er nógv stuttligari at vinna FM í ár. Mátin sum heitið kom til høldar upp á er nógv meira tiltalandi, serliga tí, at í fyrsta umfari trý lið, og síðani tvey, høvdu møguleikan at vinna meistaraheitið, og vit skuldu heilt til seinasta leikdag fyri at finna avgerðina.
- Men vit skulu vinna FM aftur áðrenn fimm ár eru farin, sigur Rúni við einum smíli, tí kenslan er heilt serlig.
Spurdur um meistaraheitið kann brúkast til nakað annað enn at sóla sær í beint nú, sigur Rúni, at tað heldur hann. Venjingarumstøðurnar hjá felagnum eru ikki nóg góðar, og tí fer felagið at gera sítt ítarsta fyri at sleppa inn í høllina, sum verður bygd uppi í Hoyvík. Sleppa teir tað eru framtíðarútlitini betri enn tey hava verið, heldur Rúni.
Og tað skuldi verið lagað manni at sloppið inn nú, tí nú hevur felagið gjørt býinum tann heiður, at hála fremsta meistaraheitið í mansflogbólti til Havnar, og tí vónar hann, at kommunan rættir felagnum eina hjálpandi hond.
Hvussu verður við leikarum og venjara er eingin sum veit nakað um enn, so tí sleppa vit at bíða eina tíð eftir enn.
Í fyrsta umfari vilja Rúni og hinir Frammararnir sleppa at breggja sær av, at teir eru Føroyameistarar, og tað skulu teir sleppa.
Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku enn einaferð.