- Vit ynskja annan vinarbý í Íslandi

Sambandið millum íslendska býin Selfoss og Fuglafjørð hevur ikki verið nøktandi tey seinastu nógvu árini. Arbeitt verður nú við at finna ein nýggjan vinarbý í Íslandi.

Fuglafjørður: Síðani 1974 hava Fuglafjørður og Selfoss í Íslandi verið vinarbýir.
- Men hetta samstarvið hevur ikki verið nøktandi tey seinastu 15 árini, metir kommunan í Fuglafirði. Og tí verður nú arbeitt við at finna fram til annan íslendskan vinarbý, har eitt veruligt samstarv kann fáast í lag.
Hóast arbeitt verður við at útvega annan vinarbýr, ynskir kommunan kortini ikki at leypa frá avtaluni við Selfoss, hóast hon ikki hevur verið virkin í mong ár.
Áðrenn ein nýggj avtala verður fingin, skal ein fyrst geva Selfossi boð um avgerðina.
Gongst sum ætlað er ikki óhugsandi, at nýggi vinarbýurin hjá Fuglafirði í Íslandi kemur at eita Húsavík.

Ikki virkin
Sambandið millum Fuglafjørð og Selfoss byrjaði fyri meiri enn 30 árum síðani.
Men býráðið í Fuglafirði kann í dag staðfesta, at hetta sambandið ikki hevur verið nøktandi, m.a. tí at íslendska kommunan ikki hevur verið so virkin í samstarvinum tey seinnu árini.
Á fundi í mentamálanevndini í Fuglfjarðar kommuna fyri tveimum mánaðum síðani varð m.a. tosað um vinarbýarsambandið við íslendska býin.
-Vit hava gjørt avtalur um vinarbýarsamstarv við Aalborg í Danmark og Ilulissat í Grønlandi.
-Og vit hava somuleiðis roynt at fingið eina avtalu um framhaldandi vinarbýarsamband við Selfoss, men hetta hevur ikki eydnast okkum, verður sagt úr Fuglfjarðar kommunu.
Í Fuglafirði halda tey seg hava gjørt nógv fyri at fáa hetta samstarvið at halda fram, men illa hevur gingið hjá hinum partinum í avtaluni.

Sama stødd ? sama vinna
Fyri seks árum síðani vóru táverandi býráðsformaðurin, Hallbjørg Hansen og formaðurin í mentamálanevndini, Jóhan Heri Joensen á vitjan í Íslandi í samband við eina kórkonsert.
Í sambandi við hetta vóru tey á vitjan á kommunuskrivstovuni í Selfoss, har tey handaðu eina umsitingarliga áheitan um at fáa skipað viðurskifti á vínarbýarøkinum.
- Hóast long tíð er liðin, kunnu vit í dag bara staðfesta, at tey í Selfossi vístu ongan áhuga ? hvørki við at møta umboðum okkara ella at skriva undir nakra formliga avtalu, staðfest umboðini í Fuglfjarðar kommunu.
Út frá hesum er kommunan nú farin undir at fyrireika vinarbýarsamband við eina aðra íslendska kommunu, og hevur ein víst á íslendska býin Húsavík.
Hesin býurin liggur ikki so langt frá Seyðisfjørðinum, hagar Norrøna siglir um summarið. Tí liggur býurin rættiliga væl fyri, tá ein hugsar um møguligar vitjanir úr Føroyum. Talan er haraftrat um ein fiskivinnubý, sum hevur 1.800 íbúgvar.

Arbeiða víðari
Hetta málið um vinarbýarsamband hevur verið til umrøðu í umsitingini í býráðnum, og líka er til, at áhugi er fyri at fara undir hetta samstarvið.
Mentamálanevndin hevði málið til viðgerð fyri einum mánaði síðani, og varð samd um at heita á býráðið um heimild at arbeiða víðari við tí.
Og tá býráðið hevði málið til viðgerðar 31. mars varð samtykt, at mentamálanevndin kann arbeiða víðari við málinum.
Samtykt varð eisini, at mentamálanevndin leggur málið fyri býráðið til endaliga støðutakan, tá øll viðurskifti í sambandi við nýggja vinarbýin eru greidd.