- Vit vilja hava alment útboð og gjøgnumskygni

Heidi Petersen, løgtingskvinna og framsøgufólk í fiskivinnumálum, heldur ikki, at sølan av partabrøvunum í JFK samsvarar við politiska viljan um einskiljingar av almennum ognum

JFK

Sosialurin royndi fyrrapartin í gjár at fáa viðmerkingar frá størsta andstøðuflokkinum, Tjóðveldisflokkinum, til avtaluna um sølu av partabrøvum hjá Føroyagrunninum í JFK, sum hevur verið nógv frammi seinastu dagarnar.
Vit hittu ikki Høgna Hoydal, formann Tjóðveldisfloksins og heldur ikki Torbjørn Jacobsen, framsøgumann floksins í vinnumálum, sum eisini er limur í vinnunevndini.
Heidi Petersen, løgtingskvinna, er eisini limur í vinnunevnd løgtingsins, og hon er eisini framsøgufólk Tjóðveldisfloksins í fiskivinnumálum.

Greiða støðu
- Tjóðveldisflokkurin er fyri privatiseringum av almennum vinnufyritøkum, men vit hava eisini eina greiða støðu um, at sølur av almennum ognum skulu bjóðast út og hesar útbjóðingar skulu eisini verða gjøgnumskygdar.
Heidi hevur verið burtur, men nú hon er afturkomin, hevur hon kunnað seg um tað, sum fram er farið millum Føroyagrunnin øðrumegin og Hanus Hansen, stjóra í JFK og Norðoya Sparikassa hinumegin.
- Eg haldi ikki, at avtalaða sølan er í tráð við politiska viljan, soleiðis sum eg havi skilt, at politiski viljin er.
Hon vísir til úttalilsini hjá Jóannesi Ejdesgaard, løgmanni og formanninum í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, sum ikki halda, at Føroyagrunnurin fylgir politiska viljanum um sølu av almennum ognum.
- Eg haldi avgjørt, at Føroyagrunnurin átti at boðið út alment søluna av partabrøvum við neyðugum gjøgnumskygni. Soleiðis, sum hetta málið er handfarið av grunninum, fær almenningurin ikki fult innlit í tað, sum fram er farið.
Heidi leggur tó dent á, at nevndin í grunninum hevur fulla heimild at "handla", sum hon hevur gjørt, tí nevndin er suveren, men hon undrast kortini yvir, at nevndin ikki velir at fylgja politiska viljanum.

Spurnartekin
- Politiska ávirkanin er hon, sum landsstýrismaðurin, ið velir sín part av nevndini, hevur, men ítøkiliga avgerðin kann ikki broytast politiskt. Tað einasta, sum politiski myndugleikin kann gera, er, at velja onnur umboð í grunnin um landsstýrismaðurin heldur, at tað er ynskiligt, sigur løgtingskvinnan.
Hon vísir á, at tá ið sølur av almennum ognum soleiðis fara fram uttan útboð og gjøgnumskygni, fer almenningurin altíð at seta sær spurningin, um nóg nógv fekst fyri hesar ognir.
- Hetta verður ein standandi spurningur, sum ongantíð verður svaraður, tí borgarin veit ikki, um onkur annar kundi havt bjóðað meira. Tjóðveldisflokkurin tekur ikki undir við, at almennar ognir verða seldar á henda hátt, sigur Heidi Petersen, løgtingskvinna, at enda.