- Vit vilja gera okkara

Tórshavnar kommuna hevur sett sær fyri at seta ymisk arbeiði í verk fyri at styrkja handverksvinnuna og heimligu ferðavinnuna.

 

 

Líkt er til, at árið 2020 verður uttan stórvegis útlendsk ferðafólk. At fáa ella eingi ferðafólk kunnu væntast til Føroya í summar, fer sjálvsagt at merkjast hjá handils-og matstovuvinnuni í høvuðsstaðnum, umframt hjá øðrum vinnum, sum hava veitingar til ferðafólk.

Í Tórshavnar býráð liggja handils-og ferðavinna undir vinnumálum, og formaður í vinnunevnd býráðsins er Bogi Andreasen. - Eg fegnist um, at vit í býráðnum kunnu draga somu línu um ymiskar smærri verkætlanir, sum kunnu fremjast kring um í kommununi, soleiðis at eisini teimum smærru handverksfyritøkunum kann vera lív lagað.

Bogi Andreasen vísir á, at Tórshavnar kommuna eigur fleiri enn 170 bygningar, størri og smærri, kring um í kommununi, og kommunan er væl fyri.

- Eg fegnist um, at vit í ymisku nevndunum kunnu semjast um at seta gongd á ymiskt virksemi, sum kann hava stóran týdning fyri okkara handverkarar, samstundis sum fleiri av hesum arbeiðum ikki nýtast at kosta so ógvuliga nógv. Fleiri av okkara bygningum krevja viðlíkahald og ábøtur, og tað tænir sjálvsagt eisini kommununi, at hond verður tikin um hesar ognir.

Formaðurin í vinnunevndini vísir á, at kommunan hevur samtykt nakrar verkætlanir, og í býráðnum hava tey eisini arbeitt við at avgreiða nøkur byggiloyvi, sum vinnan hevur bíðað eftir, tó at eisini býráðið hevur verið rakt av sjúku og sóttarhaldi, nú farsóttin hevur herjað.

- Eg eri fegin um tað samstarv, vit hava fingið við minnilutan í býráðnum, har vit hava tosað okkum til sættis um ymisk mál, ið ikki eru so komplisera, og sum kunnu fremjast í verki, nú støðan er vorðin so serstøk.

Býráðið er bevíst um at gera sítt til, at hjólini framhaldandi kunnu mala í høvuðsstaðnum.

Tórshavnar kommuna hevur eisini bjóðað út bátahylin, sum ætlanin er at byggja í Álakeri, og her eru fimm enreprenørar, sum ikki eru so stórir í vavi, bjóðaðir at geva síni boð upp á hesa verkætlan.

Bogi Andreasen ásannar, at verkætlanin í Álakeri kortini er ein av teimum størru, tí hetta er eitt arbeiði, sum helst fer at kosta stívliga 25 miljónir krónur.

- Her eru ikki teir størstu veitararnir í landinum bodnir við, leggur hann aftrat.

Formaðurin í vinnunevndini sigur, at Tórshavnar kommuna, sum kunnugt eisini hevur aðrar stórar verkætlanir í gongd, har nógv tann størsta er Skúlin á Fløtum. - Vit arbeiða eisini við øðrum stórum verkætlanum, og millum hesar er so nýggja svimjihøllin, sigur Bogi Andreasen.