- Vit vilja vera saman við javnaldrum okkara

Næmingarnir í 10. C í skúlanum á Ziskatrøð hava sínar hugsanir um, hvussu skúlarnir í Klaksvík skulu skipast.
- Latið teir eldru næmingarnir verða saman í tí eina skúlanum, siga teir.

Tað er mikumorgun, og komið er nakað út á fyrrapartin.
Ikki eitt menniskja, og ikki ein einasti skúlanæmingur, er at hoyra ella síggja her í garðinum við skúlan á Ziskatrøð.
Nú ringir brádliga ein klokka sum boðar frá fríkorteri. Og tað gongur ikki long løta, fyrrenn teir yngru næmingarnir koma stórleypandi út í frælsið eina løtu.
Tað gongur hinvegin ein góð løta, áðrenn nakar av teimum eldru næmingunum kemur út í skúlagarðin. Tey ynskja heldur at halda seg eitt sindur fyri seg sjálvi - vilja líkasum ikki blanda seg uppí hinar smærru næmingarnar.
- Noy. Okkum dámar best at vera saman við okkara javnaldrum her í skúlanum.
- Og tað vóna vit eisini, at teir høgu harrarnir fara at hugsa um, tá teir nú skulu tosa alvorligt um, hvussu skúlarnir skulu skipast her í framtíðini, siga nakrir av næmingunum í framhaldsdeildini á Ziskatrøð.

Tey smáu grellini
Næmingarnir í 10. flokki á Ziskatrøð hava eisini fylgt væl við í orðaskiftinum, sum hevur verið um bygnaðin við skúlarnar í Klaksvík í seinastuni.
Ein av áhugaverdu spurningunum er, um ein skal skipa skúlarnar við eini felags leiðslu - ella um ein skal halda fram við tveimum leiðslum, eins og ein higartil hevur gjørt.
Politikkarar, borgarstjórar, skúlafólk og onnur hava sagt sína hugsan, meðan munandi minni hevur verið at hoyrt til tey, sum henda avgerðin veruliga snýr seg um - og rakar!
Næmingarnir vilja kortini ikki gera nakrar politiskar viðmerkingar, men hava tó eitt ynski til tey, sum skulu taka avgerðina um skúla teirra.
Tey eru væl vitandi um, at tey sjálvi ikki fáa gagn ella gleði av hugskoti teirra. Men tað kann so verða eitt hugskot til tey, ið koma aftaná teimum - kanska børn teirra!
Eitt av teirra hugskotum er heilt einfalt tað, at ein skipar skúlarnar fullkomuliga øðrvísi enn í dag: At ein hevur teir yngru næmingarnir í eina skúlanum, og teir eldru í hinum.
- Á henda hátt sluppu vit undan teimum smáu grellunum í okkara skúla, sum ein genta av bygd skemtandi tekur til.

Bygdaflokkur
Í dag er støðan hon, at báðir skúlarnir í Klaksvík hava næmingar úr 1. flokki og allan vegin upp í 10. flokk.
Skipanin er hon, at ein miðar eftir at næmingarnir av Kósini og inneftir víkini fara á Ziskatrøð, meðan næmingarnir av Bumshamri og inneftir fara í skúlan við Ósánna.
Í báðum skúlunum ganga eisini fleiri næmingar úr øðrum bygdum í Norðoyggum - av Viðareiði, Kalsoynni og bygdunum norðanfyri bergholini. Sum oftast verður roynt at savna hesar á Ziskatrøð.
Men næmingarnir í 10. C - sum er ein reinur bygdaflokkur - ynskja tó, at skúlamyndugleikarnir hugsa um næmingarnar og teirra trivna, heldur enn lógir, pening, prinsippir og vanahugsan. Tí eru tey komin við einum hugskoti, sum tey fegin vilja hava fram:
- Hví ikki skipa skúlarnar so, at næmingarnir í 1. til 5. flokk fara í Ósáskúlan, og at vit kunnu verða saman við teimum eldru næmingunum her á Ziskatrøð?!
- Tað halda vit hevði verðið tann besta loysnin fyri skúlarnar her í Klaksvík, siga næmingarnir við Sosialin.

Luktar sum ein køstur
Tá tey kortini hava tosað seg heit um skúlaviðurskiftini í kommununi, so hava tey nøkur ynski aftrat fyri trivnaðin í skúlanum:
Eitt stað, har tey sum enn roykja, kundu roykt. Tørvur er á nógv fleiri teldum av nýggjasta slagi og sum virka. Persónlig skáp, eins og sær í skúlum í t.d. USA, har ein kundi læst síni persónligu ting.
Hinvegin, so átti eisini spurningurin um at betra wc'ini verið eitt mál, sum ein skjótt átti at funnið eina loysn á.
- Tað er ikki serliga stuttligt at fara inn á eitt felags wc. Har luktar sum í einum køsti, siga hesir næmingarnir, sum helst munnu vita alt um, hvussu illa ein veruligur køstur á bygd luktar!
Eitt annað stórmál er ein kantina, har ein kundi keypt sær okkurt til matna og okkurt at sløkkja sær tostan við.
- Hava vit gloymt at tikið matpakkan við okkum um morgunin, er einki serligt.
- Vit sleppa ikki oman í Heygabúðina at keypa, og tí hevði verið gott við eini góðari kantinu, siga næmingarnir.



Ziskatrøð (1):

Málið dregur út í Mentamálaráðnum

- Bólturin liggur hjá Mentamálaráðnum, og vit fáa einki gjørt fyri at bøta um støðuna á skúlanum, sigur borgarstjórin í Klaksvík, eftir at tað er greitt, at skúlin á Ziskatrøð onga leiðslu fer at hava um tríggjar vikur.Fyri einum mánaði síðani fór skúlastjórin seinastu mongu árini, Asbjørn Lómaklett, frá fyri aldur, og um tríggjar vikur fer Eigil Hentze, varaskúlastjóri, eisini frá. Starvsfólkini á Ziskatrøð hava enn einki fingið at vita um, hvat síðani fer at henda.Trupulleikin í málinum er, at tað verður arbeitt við bygnaðarbroytingum í skúlunum í Klaksvík. Hetta arbeiðið hevur drigið út, men sambært borgarstjóranum er tað altso ikki í býráðnum, at drálað hevur verið við arbeiðinum, men í Mentamálaráðnum.
(Útvarpið 3. mars 2007)



Ziskatrøð (2):

Signar á Brúnni verður skúlastjóri

Mentamálaráðið hevur sett Signar á Brúnni í starv sum fyribilsstjóri í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík.
Tað sigur mentamálaráðið í tíðindaskrivi fyrrapartin. Víst verður á, at Klaksvíkar Býráð hevur søkt mentamálaráðið um at gera broytingar í skúlabygnaðinum við eini einstreingjaðari leiðslu.
Býráðið hevur tikið avgerð um at gera hesar broytingar í sambandi við, at skúlastjórin í Skúlanum á Ziskatrøð, Asbjørn Lómaklett, er farin úr starvi. Eisini hevur varaskúlastjórin, Eigil Hentze, søkt um at fara úr starvi 23. mars 2007.
Umsóknin hjá Býráðnum er í løtuni til viðgerðar í Mentamálaráðnum, men fyri at tryggja leiðsluviðurskiftini í Skúlanum á Ziskatrøð í tíðarskeiðinum, til støða er tikin til umsóknina hjá Klaksvíkar Býráð um broytingarnar í skúlabygnaðinum, hevur Mentamálaráðið fyribilssett Signar á Brúnni, fyrrverandi lærara í Fuglafjarðar Skúla, sum skúlastjóra, og Ólav Sjúrðarberg, lærara í Skúlanum á Ziskatrøð, sum varaskúlastjóra, sigur mentamálaráðið.
Leiðslan er fyribilssett í tíðarskeiðnum 19. mars til 1. juni 2007.
(Portalurin 13. mars 2007)