mikukvøldið, tá Norðurírland á útivølli í Tirana tapti 1-0 fyri Albania. Eftir dystin heftu norðurírskir miðlar seg við, at vøllurin var ótrúliga vánaligur og at spælandi var ikki á honum. Hetta sama hevði n [...] okkara á útivølli hava verið vánalig, og soleiðis hevur tað verið í áravís. Men eg ætli mær at venda hvørjum steini, so eg kann finna útav, hvussu vit fáa rættað hetta. Og tá vallarumstøðurnar annars ikki eru [...] tá norðurírar vóru á útivølli. – Vit vita einki um, hvussu standurin verður á vøllunum í Estlandi og Føroyum, tá vit koma hagar. Sjálvur leggi eg einki í, um tað er regn ella vindur, sum um Norðurírland
vanliga kallað Hannimia, og Sigurd Sofus Nybo, Hósvík, verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Brúdleyp Sunnudagin 21. feb. giftast Thomas F. Johannessen, Æðuvík, og Ann-Margit Hansen, [...] gistingarhúsinum í Øravík, kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp 4. feb. høvdu Oda og Árni Frederiksberg á Strondum gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fríggjakvøldið 19. feb kl. 18 í Kelduni [...] Æðuvík, frá kl. 18. Brúdleyp Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke, Súsanna Joensen frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045
hjá landskassanum av mvg og avgjøldum av tubbaksvørum, minkaðar munandi í fjør aftur ímóti undanfarnu árum. Veruleikin er enntá, at inntøkan hjá landskassanum av avgjøldum og mvg av tubbakki er alsamt [...] lógarbroytingum í 2005, 2006 og í 2008. Frá 2005 til 2006 vaks inntøkan hjá landskassanum av tubbaksvørum næstan 4,5 milliónir, frá 85,5 milliónir í 2005 upp í 90 milliónir í 2006 og í 2007 vaks tað uppaftur [...] bara merkja, at munandi minni av tubbakki verður innflutt nú, enn tað var fyri nøkrum árum síðani. Og tað taka politikarar sum greitt tekin um, at tað hevur havt fyriyrgjandi ávirkan á tubbaksnýtsluna
betri í songini, skrivar M!, tí at tær vita, hvat tær vilja hava og tora samstundis eisini at geva manninum tað, ið honum dámar. 2. Flirtar og spælir hon við teg í býnum, dugir hon heilt víst eisini at spæla [...] songina uttan víðari. 3. Kvinnur, ið ganga og røra seg sexutt, eru fríari enn aðrar kvinnur. Er ein kvinna stív, leggur hon ov nógv í, hvat onnur halda um hana, og tað forðar henni ? eisini í songini. 4. [...] at síggja, um kvinnan er góð í songini ella ikki, áðrenn hon verður tikin við heim. Tað eru nevnliga 10 tekin, menn skulu leggja serligan dent á: 1. Nógvir menn ræðast kvinnur við sjálvsáliti, men tað er
aftaná tíggju minuttir fekk Wolverhampton ein leikara útvístan og Arsenal brotsspark, sum Robin Van Persie skoraði uppá. Síðani øktu Theo Walcott og Yossi Benayoun til endaliga úrslitið 3-0. Premier League : [...] meðan Manchester City vann greiðan sigur á heimavølli. Sostatt er frástøðan millum Manchester United og Manchester City í oddinum í Premier League minkað niður í fimm stig. Manchester United var í kvøld [...] hálvleiki legði Shaun Maloney Wigan á odda eftir eitt stutt hornaspark. Hann rak seg síðani leysan og smekkaði bótin í handara málhorn. Bretsku miðlarnir finnast at dómaraavrikinum. Millum annað fekk Wigan
munin og í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð skoraði hann aftur og so var bara eitt mál á muni. Tað endaði tó við, at AB vann 3-2. Skála hevði vitjan av HB II. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur [...] verið á odda 3-0. Skála, B71 og Víkingur II vunnu sínar dystir. Tað sá leingi út ti, at AB fór at vinna ein greiðan sigur á 07 Vestur í oddabrakinum á Argjum. Mikkjal T. Hentze og Jónas Stenberg løgdu AB á [...] koyra bóltin í egið mál. Á Sandi vann B71 4-2 a KÍ II. Marcus Klementsen, Bakari Bojang, Mads A. Hentze og Thomas Hans Rubeksen skoraðu málini fyri B71. Í Runavík vann Víkingur II 4-3 á NSÍ II. Avgerandi málið
komin. Mitt Romney vann í Ohio, Massachusetts, Virginia, Vermont og í Idaho. Rick Santorum vann í Tennesse, North Dakota og Oklahoma, og Newt Gingrich vann sum væntað ruddiligan sigur í sínum heimstati [...] framman fyri Mitt Romney, men í endanum fór tann seinni framum og vann at enda við 6.000 atkvøðum fleiri. Í prosentum fekk Mitt Romney 38 og Rick Santorum 37 í Ohio. Politiskir eygleiðarar siga, at tað hevði [...] fyri republikanska flokkin ímóti Barack Obama, forseta í heyst, heldur fram. Tí uppstillingarvalið í 10 statum í gjár lagaði seg soleiðis, at eingin av teimum fýra kappingarneytunum datt niðurímillum. Orsakað
Jóan Hendrik Andreasen (2217) Meðan John og Jóan Hendrik - nakað tíðliga í talvinum - komu í trupulleikar, vístu Helgi og Olaf góðar taktir, har Kovasevic og Ivanisevic av álvara máttu kíta seg, til tess [...] at fløkjast í einum, at síggja til, jøvnum endatalvi og tapti. Føroyameistarin, Olaf Berg, stríddist manniliga í drúgvum talvi, kom at standa væl, og bjóðaði av álvara krútsterka stórmeistaranum av við [...] Føroyar 3½-½ á Libanon. Fylgið uppgerðini LIVE á: http://ugra-chess.com/results.php Byrjað verður kl. 10.00, fríggjadagin. Sí annars www.faroechess.com
dystinum á Svangaskarði mánakvøldið, tá B68 og ÍF hittust í fimtu uppgerðini í triðja umfari. Sum heild rakk spælið ikki hæddirnar, men toftamenn høvdu tó munin, so 1-0 sigurin var uppiborin. Málið kom longu [...] fyri málinum kom André Olsen stormandi og høgdi til, so bólturin sang í netmeskunum aftan fyri Jákup Mikkelsen, ið ongan møguleika hevði at verja fyri. Keita og Ndende vóru annars sera sjónskir á B68-liðnum [...] B68-liðnum, sum hesa ferð hevði nógvar unga toftamenn við. Og gjøgnumgangandi fyri dystin var eisini, at B68 var nógv nærri at økja til 2-0, enn ÍF var til at javna. Stutt inn í seinna hálvleik kom Rógvi Jacobsen
Pete Bethune var tikin og sendur til Japans, har hann fekk ein 2 ára treytaðan dóm fyri tilburðin og varð útvístur úr Japan. Pete Bethune hevur nú vent eyguni ímóti Føroyum, og hann ætlar sær at gera eitt [...] verður Pete Bethune staddur í Føroyar. 45 ára gamli umhvørvisstríðsmaðurin er ættaður úr New Zealandi, og hann ætlar sær í summar at gera átak ímóti grindadrápi. Við í ferðalagnum í Føroyum er eisini Ady Gil [...] Sea Shepherd, sum Pete Bethune hevur ført. Í løtuni arbeiðir Bethune tó við eini sjálvstøðugari ætlan og er ikki partur av Sea Shepherd. Pete Bethune gjørdist víðagitin, tá ið hann fyrraárið rendi sítt skip