Spenningur aftur í Premier League

Manchester United tapti í kvøld fyri Wigan, meðan Manchester City vann greiðan sigur á heimavølli. Sostatt er frástøðan millum Manchester United og Manchester City í oddinum í Premier League minkað niður í fimm stig.

 

Manchester United var í kvøld á vitjan í Wigan. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men fimm minuttir inn í seinna hálvleiki legði Shaun Maloney Wigan á odda eftir eitt stutt hornaspark. Hann rak seg síðani leysan og smekkaði bótin í handara málhorn.

 

Bretsku miðlarnir finnast at dómaraavrikinum. Millum annað fekk Wigan eitt mál kolldømd í fyrra hálvleiki, meðan Manchester United átti minst eitt brotsspark í hinum endanum. Hetta er fyrstu ferð, at Wigan nakrantíð hevur fingið so mikið sum eitt stig móti Manchester United í Premier League samanhangi.

 

Á Etihad leikvøllinum vann Manchester City ein greiðan sigur á West Bromwich Albion. Sergio Aguero skoraði tvey, meðan Carlos Tevez og David Silva skoraðu hvør sítt í 4-0 sigrinum.

 

Arsenal somuleiðis ein greiðan sigur. Teir vóru á vitjan hjá Wolverhampton, sum liggur einsamalt á aftasta plássinum. Longu aftaná tíggju minuttir fekk Wolverhampton ein leikara útvístan og Arsenal brotsspark, sum Robin Van Persie skoraði uppá. Síðani øktu Theo Walcott og Yossi Benayoun til endaliga úrslitið 3-0.

 

Premier League:

 

Manchester City – WBA 4-0

QPR – Swansea 3-0 (85.min)

Wigan – Manchester United 1-0

Wolverhampton – Arsenal 0-3