Samstarvið millum Tórshavnar Kommunu og Bústaðir loysir ikki bústaðarneyðina – og er kappingaravlagandi

Tórshavnar Kommuna ætlar at brúka 20 mió. kr. í eitt felag saman við Bústaðir – hóast verkætlanin hvørki bøtir um bústaðarneyðina ella ger íbúðirnar bíligari. Leiguprísurin verður so høgur, at bert tey vælbjargaðu hava ráð at búgva har, samstundis sum kommunan fremur kappingaravlagan á leigumarknaðinum. Hetta er ikki skilagott nýtsla av skattakrónum. Fólkaflokkurin tekur tí ikki undir við samstarvinum.

Tað er hvørki rætt ella rímiligt, at kommunan nú skal brúka stórar upphæddir fyri í veruleikanum at hjálpa Bústøðum burtur úr eini lutaíbúðarverkætlan, sum ikki bar á mál.

 

Og sum um hetta var nóg mikið, tí Elsa Berg, borgarstjóri sigur nú, at hetta bara er byrjanin, og at meira peningur skal játtast. Tá er spurningur okkara eisini: Hvørji økir fara so at fáa minni komandi árini?

 

Vit halda, at meirilutin í býráðnum skuldi brúkt peningin skynsamari, heldur enn at fara í samstarv um nakrar av dýrastu íbúðunum í kommununi.

 

Tað er nú staðfest, at leiguprísurin verður so høgur, at tað í veruleikanum bert verða tey vælbjargaðu, sum kunnu flyta inn. Hetta er ikki í samsvari við veruliga tørvin. Vit vita, at tørvur er á bíligum leigubústøðum.

 

 

 

Samstarvið er kappingaravlagandi

 

Við hesum samstarvi er eisini vandi fyri, at Tórshavnar Kommuna gerst ein beinleiðis kappingarneyti móti privatum aktørum og øðrum, sum byggja og leiga út íbúðir og verður tí talan um kappingaravlagandi virksemi. Tað kann ávirka byggiviljan og áhugan hjá privatum at byggja í kommununi frameftir. Tað er als ikki skilagott.

 

Kommunan eigur heldur ikki at fara inn á sjálvan leigumarknaðin. Hetta er uppgávan hjá Bústøðum og øðrum privatum byggjarum. Um kommunan fer at virka sum eitt “Bústaðir nr. 2”, so er tað skeiv, vandamikil leið – og tað vilja vit í Fólkaflokkinum ikki taka undir við.

 

 

 

Kommunan skal heldur tryggja góðar karmar fyri bygging

 

Uppgávan hjá Tórshavnar Kommunu eigur heldur at vera at tryggja góðar karmar fyri meiri bygging: Fleiri grundøkir til borgarar, sum vilja byggja sjálvir, og betri fortreytir til feløg, ið vilja byggja leigubústaðir.

 

Borgarar í Tórshavnar Kommunu vænta, at skattakrónur verða brúktar so skilagott sum gjørligt. Tað verða tær ikki her.

 

At brúka 20 mió. kr. – og helst meira í framtíðini – til at hjálpa Bústøðum burtur úr eini verkætlan og at leiga íbúðir fyri 12–13.000 kr. um mánaðin, sum bert fá hava ráð til, er langt frá ein skynsom loysn upp á bústaðarneyðina.

 

Tí fara vit í Fólkaflokkinum ikki at taka undir hesum samstarvi.

 

 

 

Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð

 

Birgir Nielsen, býráðslimur

Høgni Vilhelmsen, býráðslimur