Toftamenn tóku stigini

Eysturoyaruppgerðin mánakvøldið endaði við, at B68 vann tepran heimasigur á ÍF

B68 **
ÍF *


Fótbóltur
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo

Tað var ikki tað stóra veiggið í dystinum á Svangaskarði mánakvøldið, tá B68 og ÍF hittust í fimtu uppgerðini í triðja umfari. Sum heild rakk spælið ikki hæddirnar, men toftamenn høvdu tó munin, so 1-0 sigurin var uppiborin.
Málið kom longu eftir eitt korter, tá Keita fekk sent innfyri úr høgru, hóast hann var umringaður av einum fýra fuglfirðingum. Inni fyri málinum kom André Olsen stormandi og høgdi til, so bólturin sang í netmeskunum aftan fyri Jákup Mikkelsen, ið ongan møguleika hevði at verja fyri.
Keita og Ndende vóru annars sera sjónskir á B68-liðnum, sum hesa ferð hevði nógvar unga toftamenn við. Og gjøgnumgangandi fyri dystin var eisini, at B68 var nógv nærri at økja til 2-0, enn ÍF var til at javna.
Stutt inn í seinna hálvleik kom Rógvi Jacobsen á vøllin, men tað bøtti ikki stórvegis um spælið hjá ÍF, sum nú fyri tað nógva gjørdist bóltlossing fram ímóti B68-brotsteiginum, uttan at Rógvi tó fekk nakað burturúr.
Yvirhøvur vóru ikki teir stóru og nógvu málmøguleikarnir í dystinum, sum fyri B68 merkti, at liðið eftir trý umfør er triðfremst í Vodafonedeildini við seks stigum, meðan ÍF eftir tapið er á sætta plássi við fýra stigum.