Super Tuesday gav einki svar

Kappingin um, hvør skal stilla upp fyri republikanska flokkin ímóti Barack Obama, forseta í heyst, heldur fram. Tí uppstillingarvalið í 10 statum í gjár lagaði seg soleiðis, at eingin av teimum fýra kappingarneytunum datt niðurímillum.

Orsakað av tí stóra tíðarmuninum er ikki liðugt at telja í Alaska enn, men úrslitini í hinum níggju statunum eru komin. Mitt Romney vann í Ohio, Massachusetts, Virginia, Vermont og í Idaho. Rick Santorum vann í Tennesse, North Dakota og Oklahoma, og Newt Gingrich vann sum væntað ruddiligan sigur í sínum heimstati, Georgia. Ron Paul var sostatt tann einasti, sum ikki vann í nøkrum stati, men hann fekk tó so mikið av atkvøðum ymsastaðni, at hann heldur fram í kappingini.

Tann størsti spenningurin var um, hvør fór at vinna í Ohio. Undir uppteljingini lá Rick Santorum framman fyri Mitt Romney, men í endanum fór tann seinni framum og vann at enda við 6.000 atkvøðum fleiri. Í prosentum fekk Mitt Romney 38 og Rick Santorum 37 í Ohio. Politiskir eygleiðarar siga, at tað hevði verið ein dyggur smeitur fyri Romney, um hann hevði tapt í Ohio. Sagt verður, at hann hevur brúkt seks ferðir meiri pengar til valstríðið í Ohio enn hini trý valevnini tilsamans.

Samanumtikið hevur Mitt Romney styrkt sína støðu aftan á Super Tuesday, men kappingin er framvegis opin.