10 tekin, ið siga, at hon er góð í songini 1/3

Tað eru tíggju ting, tú skalt hyggja at, um tú vilt vita, um hon er góð í songini, áðrenn tú tekur hana við tær heim, skrivar blaðið M!

M! blaðið gevur nú øllum mannfólkum eina hjálpandi hond. Tað ber nú til at síggja, um kvinnan er góð í songini ella ikki, áðrenn hon verður tikin við heim.

 

Tað eru nevnliga 10 tekin, menn skulu leggja serligan dent á:

 

1. Nógvir menn ræðast kvinnur við sjálvsáliti, men tað er skeivt. Kvinnur við sjálvsáliti eru betri í songini, skrivar M!, tí at tær vita, hvat tær vilja hava og tora samstundis eisini at geva manninum tað, ið honum dámar.

 

2. Flirtar og spælir hon við teg í býnum, dugir hon heilt víst eisini at spæla í songini. Tað sigur sexologurin, Maj Wisman. Fær hon til dømis eygnasamband við teg leypandi gjøgnum náttina, er tað tí, at hon vil spæla. Mannfólk skulu hóast ikki tulka spælið soleiðis, at teir halda, at kvinnan bara leypir upp í songina uttan víðari.

 

3. Kvinnur, ið ganga og røra seg sexutt, eru fríari enn aðrar kvinnur. Er ein kvinna stív, leggur hon ov nógv í, hvat onnur halda um hana, og tað forðar henni ? eisini í songini.

 

4. Hevur kvinnan sjálvironi, er tað eitt tekin um, at hon er eitt frælst menniskja og torir at sleppa afturhaldninum. Fríar kvinnur eru betri elskarar.