Argjamenn eru nú fimm stig fremst í 1.deild hjá monnum. AB vann 3-2 á 07 Vestur inni í Vika eftir at hava verið á odda 3-0. Skála, B71 og Víkingur II vunnu sínar dystir.
Tað sá leingi út ti, at AB fór at vinna ein greiðan sigur á 07 Vestur í oddabrakinum á Argjum. Mikkjal T. Hentze og Jónas Stenberg løgdu AB á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Tá Bjartur Kjærbo eitt korter fyri tíð økti til 3-0 mundu tey flestu halda at dysturin var avgjørdur.
Fáar minuttir seinni minkaði Holgar Durhuus um munin og í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð skoraði hann aftur og so var bara eitt mál á muni. Tað endaði tó við, at AB vann 3-2.
Skála hevði vitjan av HB II. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur. Einsamalla málið kom í fyrsta korterinum, tá Eli Falkvard Nielsen var so óheppin at koyra bóltin í egið mál.
Á Sandi vann B71 4-2 a KÍ II. Marcus Klementsen, Bakari Bojang, Mads A. Hentze og Thomas Hans Rubeksen skoraðu málini fyri B71.
Í Runavík vann Víkingur II 4-3 á NSÍ II. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn í seinastu sekundinum. Eitt mál, ið Magnus G. Dalbø skorði.
AB liggur nú fimm stig frammanfyri 07 Vestur.