OL: Ov sterkir serbar

Serbar vóru greiðir favorittar í uppgerðini, nú teir eru seedaðir nr. 21, meðan føroyingarnir eru seedaðir nr. 83.

 

1. GM Kovacevic Aleksander (2582) ? IM Helgi Dam Ziska (2439)

2. GM Vuckovic Bojan (2615) ? IM John Rødgaard (2352)

3. GM Ivanisevic Ivan (2613) ? Olaf Berg (2274)

4. GM Markus Robert (2624) ? Jóan Hendrik Andreasen (2217)

 

Meðan John og Jóan Hendrik - nakað tíðliga í talvinum - komu í trupulleikar, vístu Helgi og Olaf góðar taktir, har Kovasevic og Ivanisevic av álvara máttu kíta seg, til tess fáa sigrarnar til høldar. Nakað órættvíst, at ungu havnamennirnir máttu tómhentir frá borðinum.

 

Men Helgi sýntist at fløkjast í einum, at síggja til, jøvnum endatalvi og tapti.

 

Føroyameistarin, Olaf Berg, stríddist manniliga í drúgvum talvi, kom at standa væl, og bjóðaði av álvara krútsterka stórmeistaranum av við aktivari telving, men eitt offur á g7 var tíverri bjargingin hjá serbanum.

 

Fríggjadag, fyrrapart, telvar Føroyar ímóti Libanon, sum er seedað nr. 98.

 

Manningin hjá Libanon er eitt vet veikari enn tann føroyska, men lagt er upp til eina spennandi uppgerð, har nógv verður lagt fyri, til tess at vinna dystin.

 

Í Dresden 2008 vann Føroyar 3½-½ á Libanon.

 

Fylgið uppgerðini LIVE á: ugra-chess.com/results.php

 

Byrjað verður kl. 10.00, fríggjadagin.

 

Sí annars www.faroechess.com