Venja seg við vind og regn

Landsliðsvenjarin hjá Norðurírlandi, sum altíð hevur trupulleikar á útivølli ímóti smátjóðum, stúrir fyri vølli og veðri, tá norðurírar í komandi EM-undankappingini skulu til Føroya

At tað verri enn so altíð gongst eftir vild, tá Norðurírland spælir á útivølli ímóti smærri tjóðum, kom til sjóndar mikukvøldið, tá Norðurírland á útivølli í Tirana tapti 1-0 fyri Albania. Eftir dystin heftu norðurírskir miðlar seg við, at vøllurin var ótrúliga vánaligur og at spælandi var ikki á honum.
Hetta sama hevði norðurírski landsliðsvenjarin, Nigel Worthington, longu gjørt vart við undan dystinum, men mótvegis fjølmiðlunum, ið hildu vánaligu vallarumstøðurnar vera eina orsøk, helt hann ikki, at tað gjørdi allan munin, tá norðurírar vóru á útivølli.
– Vit vita einki um, hvussu standurin verður á vøllunum í Estlandi og Føroyum, tá vit koma hagar. Sjálvur leggi eg einki í, um tað er regn ella vindur, sum um Norðurírland hvørki kennir til regn ella vind. Í mínum eygum er munurin heilt einfalt, at mentali hugburðurin hjá okkum á útivølli ikki er nóg góður.
– Úrslit okkara á útivølli hava verið vánalig, og soleiðis hevur tað verið í áravís. Men eg ætli mær at venda hvørjum steini, so eg kann finna útav, hvussu vit fáa rættað hetta. Og tá vallarumstøðurnar annars ikki eru so góðar, sum vit kundu ynskt okkum, mugu vit bara royna at fáa sum frægast burturúr.
Umframt Norðurírland, eru Italia, Serbia, Slovenia og Estland í bólki saman við Føroyum í komandi EM-undankappingini, sum ætlandi byrjar í september mánaði. Enn er ikki greitt, hvussu dystarskráin fer at síggja út.