sum í næststørsta býi okkara. Tað er í øllum førum ætlanin hjá forkvinnuni, Elsebeth Gunnleygsdóttir Hansen og næstformanninum Atla S. Justinussen. Verandi røktarheim í Klaksvík er bygt fast í og er [...] ikki hevur verið til politiska viðgerð í býráðnum sjálvum. Men málið um at byggja eitt nýtt røktarheim í Klaksvík hevur kortini verið viðgjørt í sosialu nevnd í býráðnum, og her vóru allir limirnir sinnaðir [...] sigur forkvinnan í sosialu nevnd. Uppskotið til eitt nýtt ellis- og røktarheim í Klaksvík varð lagt fram fyri sløkum tveimum mánaðum síðani. Nú verður tað so upp til politikkarnar í býráðnum at avgera
okkara lítla land í einari HM kapping í svimjing. Tað gjørdi hann longu í 1982, tá hann var við í 200 metra firvalda kappingini og 400 metra blandaðu kappingini. Ta ferðina var HM kappingin í Equador. Størsta [...] yvirdómari í 25 kilometra kappingini fyri menn. Henda kappingin verður í hesum høpinum mett sum tann størsta. Jon Hestoy hevur mangan verið yvirdómari í FM kappingum og í Oyggjaleikunum. Í prinsippinum [...] greiðir Jon Hestoy frá. EM í svimjing var í fjør í Turkalandi. Tá var Jon Hestoy eisini til staðar. Kappingin er vanliga annað hvørt ár. At tað varð kappast bæði í fjør og í ár kemst av, at teir hava broytt
Tað eru fleiri meiningar í Tinganesi um ætlanina hjá John Petersen, fiskimálaráðharra, um at taka íløgustuðulin av fyrst í mars. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur mangan gjørt seg til [...] hesum sambandi, tí øðrumegin er hann formaður í Fiskimannafelagnum og hevur skyldur mótvegis fiskimonnum, men hinvegin er hann samstundis limur í eini politiskari samgongu og er tí eisini skyldur tann vegin [...] mótviga við størri effektiviteti í vinnuni og betri prísum. Framstigini í fiskivinnuni tá vóru nógv størri, enn nakar kundi hugsað sær. Fleiri meiningar Og tað er í stuttum støðan hjá Óla Jacobsen til
vóru limir í EFTA, men vit máttu fara burturúr, samstundis sum Danmark fór burturúr og bleiv limur í ES, tí EFTA er bara fyri sjálvstøðug lond. Ímeðan hava hini Norðurlondini sum ikki eru í ES, Noreg og [...] landinum tey komandi árini og sum skulu fremja sjálvstýrið í verki. Fylgist at Men verður farið fram við skili ivast gamli vinnulívsmaðurin í Gøtu ikki í, at vit eisini koma at klára okkum. Tað er púra vist [...] nakran møguleika sum sjálvstøðug tjóð. Tað heldur hann so heilt avgjørt. Fáa vit framt tað í verki, sum stendur í nýggja samgonguskjalinum, er tað ein gamal dreymur, sum gonur út, sigur hann. Men hann ávarar
nógvar føroyskar bøkur og annað, er føroysk væl fyri í mun til so nógv onnur mál, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í málnevndini og limur í ritstjórnini, ið hevur arbeitt við nýggju móðurmálsorðabókini [...] Norðurlandaráðið helt í Føroyum í farna mánaði løgdu føroysku umboðini í ráðnum, løgtingslimirnir Jógvan við Keldu og Dan Petersen, fram uppskot um tiltak, ið skal styrkja minstu málini í Norðurlondum. Før [...] er orsøk til at stúra fyri gongdini, tí í ST-álitinum "Vår skapande mångfald", sum kom út í 1995, verður sagt, at vandi er fyri, at 90% av málunum, ið verða tosað í dag, hvørva undir heilt komandi øldina
lak út í tangagarðin í Vági, stóð ventilurin (frárenslið) í tangagarðinum opið. Tað merkir, at oljan hevði fría leið at renna oman í Vágsfjørð. Alt hetta prógvar, at trygdin í SEV als ikki er í lagi. Hetta [...] næstan eingin setir seg inn í trupulleikarnar í SEV. –Leivur Hansen hevur so enn einaferð prógvað, at hann hvørki hevur evni ella vilja at seta seg inn í trupulleikarnar í SEV. –Jú, Leivur Hansen er ein [...] sigur í Norðlýsinum. Leivur Hansen skuldi kanska bert hildið seg til tann leiklutin! Leivur Hansen, stýrisformaður í SEV, eins og SEV-stjórin Klæmint Weihe, vóru frákoyrdir í umleið 1 mánað í januar/februar
tíggjunda pláss av teimum 25 londunum í ES. Tá ið ræður um úrslit av viðgerðum, liggur Danmark í botninum í kanningini saman við londum sum Kypros, Malta og Írlandi. Í endanum av grein síni spyr yvirlæknin [...] Svøríki, sum hevur bestu viðgerðarúrslitini í Evropu. Ávís misskiljing Tá ið Sosialurin hevði Hans Paula Strøm, landsstýrismann í heilsumálum, í telefonini í morgun, hevði hann ikki lisið greinina hjá Jákupi [...] heilsuumhvørvið í Danmark. Aftrat hesum, vísir Hans Pauli Strøm á, hava vit havt sjúklingahotell í Keypmannahavn í fleiri ár, og hetta hevur eisini gjørt tað lættari hjá sjúklingum og avvarðandi í Danmark. -
at føroyingar eisini eru við í alheimsgerðini. Í nøkur ár hevur Katrin arbeitt sum fimleikaralærari í New Zealandi, og í dag eigur og rekur hon sítt egnað fimleikarafelag í New Zealandska høvðusstaðnum [...] svigarfamilju í New Zealandi. Svigarfamiljan rekur griskar matstovur, so tá føroyska kvinnan ikki undirvísir newzealanskum børnum, livur hon í einum griskum tilflytaraumhvørvi. Privat fimleikarafeløg Í Føroyum [...] Føroyum hevur í seinastuni verið nógv kjak um einskiljingina av Føroya Banka. New Zealand hevði eina stóra einskiljingartilgongd longu í 1980unum, og tað newzealandska samfelagið er í stóran mun gjøgnumprivatiserað
verður kafékvøld í kaffistovuni, har AnnaMatrio spælir. Tey eru Anna Maria Olsen, Rókur Jacobsen og Talvfelagið í 1. deild Tað eydnaðist føroyska Talvfelagnum í Keypmannahavn at koma upp í 1. deild. Hetta [...] tíðindaskriv frá Føroyahúsinum Sera nógv tiltøk eru í novembur í húsinum. Eisini feløgini uttanum hava nógv til samans, so ríkiligt er at fara til: Listaframsýningar, fyrilestrar, upplestrar, sjónleikur [...] til. Avlopið frá bingokvøldunum fer til raksturin í Føroyahúsinum. Aftanfyri bingo stendur Bingofelagið Føroyahúsinum til frama. Ein og hvør kann vera limur. Týsdagin 18. novembur verður aftur bingo við
útbúnu lærarunum fer í starv aðrastaðni enn í skúlanum, heldur hann. Tað kann tykjast, sum at tað ikki er nóg áhugavert hjá teimum, sum fáa sær læraraútbugving, at koma í starv í skúlanum, sigur Johannes [...] formaðurin í Føroya Lærarafelag eitur Johannes Eli Iversen. Hann er 55 ára gamal kvívíkingur, sum er búsitandi í Hoyvík. Johannes Eli Iversen tók lærarprógv á Føroya Læraraskúla í 1972 og fór beinanveg í starv [...] hjá nevndini í Føroya Lærarafelag. Eitt annað mál, arbeiðast má við, er at halda saman upp á bólkarnar í felagnum, sigur nýggi læraraformaðurin. Hann vísir á, at tað eru fleiri ymsir bólkar í felagnum, og