Eru vit ikki búgvin til sjálvstýri nú, skilji eg onki.
Vit hava spurt gamla vinnulívsmannin, Oddfríð Gregersen í Gøtu, hvat hann heldur um ætlanirnar hjá nýggju samgonguni um føroyskt sjálvstýri og um hann heldur, at vit hava nakran møguleika sum sjálvstøðug tjóð.
Tað heldur hann so heilt avgjørt.
Fáa vit framt tað í verki, sum stendur í nýggja samgonguskjalinum, er tað ein gamal dreymur, sum gonur út, sigur hann.
Men hann ávarar eisini um, at tað hvílur ein ómetalig ábyrgd á teimum, sum skulu stjórna landinum tey komandi árini og sum skulu fremja sjálvstýrið í verki.
Fylgist at
Men verður farið fram við skili ivast gamli vinnulívsmaðurin í Gøtu ikki í, at vit eisini koma at klára okkum.
Tað er púra vist, at meiri ábyrgd vit fáa, skilabetri fara vit at húsast. Ábyrgd og skynsemi fylgjast at. Og tað er eisini galdandi hinvegin: Tann, sum ikki hevur endaligu ábyrgdina av einum, brúkar heldur ikki tað seinastu, mentalu orkuna, uppá at fáa tað at rigga og vinnur tí heldur ikki tey seinastu oyruni burturúr, sum ger, at tað ber til
Av tí sama er tað eisini av størsta týdningi, at vit sleppa burturúr studningsmylluni.
Hinvegin tímir Oddfríður Gregersen ikki at úttala seg um tann vinnuliga og búskaparliga partin partin í samgonguskjalinum.
Hatta er, sum tað altíð hevur verið. Ongin er bara vinstrahallur ella bara høgravendur. Tað eru bara nøkru mørk, sum eru sett upp at føra valstríð eftir. Tað, sum hevur alt at siga, er, at samstarvsvilji er til staðar.
Og tað verður tann stóri srpurningurin, um okkara politikarar megna at fáa greiðari viðurskifti ímillum okkum og Danmark.
Fáa heilt aðrar møguleikar
Oddfríður Gregersen sigur, at fáa vit tað sjálvstýri, sum ætlanin er, fáa vit heilt aðrar møguleikar at fyri at arbeiða í hesum landi, sum vit ikki hava havt áður.
Táið vit biðja hann nevna ein gerandistrupulleika, sum tað økta sjálvstýrið kundi fingið okkum burturúr, nevnir hann samstarvið við ES.
Tað er ein trupulleiki, sum forðar okkum hvønn dag.
Vit hava gjørt av at standa uttanfyri ES.
Vit vóru limir í EFTA, men vit máttu fara burturúr, samstundis sum Danmark fór burturúr og bleiv limur í ES, tí EFTA er bara fyri sjálvstøðug lond. Ímeðan hava hini Norðurlondini sum ikki eru í ES, Noreg og Ísland, fingið eina EØS avtalu við ES, sum gevur teimum ymisk rættindi.
Men tað fáa vit ikki, tí vit eru í danska ríkinum. Ístaðin verða vit bólkaði saman við menningarlondum.
Vóru vit sjálvstøðugt land, høvdu vit havt somu støðu sum Noreg og Ísland.
Avleiðingin av hesum er, er, at vit hava nógv verri treytir í okkuara besta marknaði enn okkara størstu kappingarneytar hava.
Sleppa vit burturúr hesi dupultstøðu, vit hava, verður hesin trupulleikin loystur.
Hjálpa okkum ikki
Oddfríður Gregersen sigur, at hann dugir ikki at síggja, at danir hjálpa okkum nakað sum helst mótvegis ES, hóast vit eru í ríkisfelagsskapi
Viðhvørt havi eg enntá illgruna um tað øvugta - men tað er so bara ein illgruni.
Kanska er tað bara tað, at teir makta ikki at hjálpa okkum til betri sømdir í ES. - teir gera tað í øllum førum ikki.
Oddfríður Gregersen sigur, at hann er ikki bangin fyri at vit ikki skulu klára at breyðføða 40-50.000 fólkum í Føroyum, tí tað klará vit sum onki, sjálvt um vit ikki fáa ein tann einasta oljudropa upp av havbotninum.
Vit hava eitt stórt havøki. Okkara uppgáva verður at leggja so til rættis, at vit fáa sum mest burturúr - og ikki minst, at vit ikki bróta tað gamla lívsmynstrið í Føroyum, men býra ágóðarnar javnt yvir alt landið, ístaðin fyri at miðsavna alt.
Oddfríður Gregersen sigur, at sjálvandi skulu vit framvegis samstarva við onnur lond, tí tað gera øll.
Og hann vísir eisini á, at hóast vit fáa sjálvstýrið, kunnu vit ikki vænta, at lívið bara verður ein dansur á rósum.
Sjálvandi koma tað bakkøst av og á. Allar tjóðir eru fyri bakkøstum av og á. Tað er onki løgi í tí, og tað er onki at ræðast.
Tað týdningarmikla er at leggja fíggjarpolitikkin so til rættis, at vit eru so væl brynjað sum gjørligt at standa ímóti teimum bakkøstum, sum koma.
Og Oddfríður Gregersen sigur, at tað, sum hevur líka stóran týdning, er, at vit fáa eina fíggjarliga uppgerð við Danmark sum gevur okkum grundarlag at arbeiða víðari.
Higartil hava vit bara ?parerað ordrar³ úr Danmark. Eg haldi, at vit hava góð kort á hondini, nú vit fara at samráðst við danir á meiri jøvnum føti, sigur Oddfríður Gregersen









