Heilsuverk
Í Sosialinum í dag ger yvirlæknin, Jákup Petersen, burtur úr eini frágreiðing, sum kanningarstovnurin, Health Consumer Powerhouse (HCP), hevur gjørt. Frágreiðingin, Euro Health Consumer Index 2006, sum júst er givin út, setir danska heilsuverkið á eitt samlað tíggjunda pláss av teimum 25 londunum í ES. Tá ið ræður um úrslit av viðgerðum, liggur Danmark í botninum í kanningini saman við londum sum Kypros, Malta og Írlandi.
Í endanum av grein síni spyr yvirlæknin, um tíðin nú ikki er komin, at føroyingar venda sær til onnur Norðurlond við serviðgerðum, eitt nú Svøríki, sum hevur bestu viðgerðarúrslitini í Evropu.
Ávís misskiljing
Tá ið Sosialurin hevði Hans Paula Strøm, landsstýrismann í heilsumálum, í telefonini í morgun, hevði hann ikki lisið greinina hjá Jákupi Petersen.
Landsstýrismaðurin hevur tó nakrar generellar viðmerkingar til spurningin, hví so stórur partur av serviðgerðum av føroyskum sjúklingum fer fram á Ríkissjúkrahúsinum og um føroyingar í størri mun kanska eiga at venda sær til onnur Norðurlond.
- Í fyrsta lagi vil eg siga, at tað er ein ávís misskiljing, um fólk halda, at tað er eitt politiskt diktat, at føroyskir sjúklingar skulu viðgerast í Danmark. Orsøkin til, at so nógvir sjúklingar verða sendir til Danmarkar og ikki til onnur lond, er í fyrsta lagi siðvenja, áralangt samstarv við danir og tí, at hetta hevur verið lættari fyri føroyska heilsuverkið, sjúklingar og avvarðandi.
Hans Pauli Strøm tekur saman um og sigur, at praktisku orsøkirnar hava vigað tungt, tá ið heilsuverkið hevur sent sjúklingar av landinum til serviðgerðir.
- Nógvir praktiskir fyrimunir hava verið við hesum, og tað hevur sjálvandi eisini havt sín týdning, at føroysku yvirlæknarnir hava havt bestan kunnleika og sambond til heilsuumhvørvið í Danmark.
Aftrat hesum, vísir Hans Pauli Strøm á, hava vit havt sjúklingahotell í Keypmannahavn í fleiri ár, og hetta hevur eisini gjørt tað lættari hjá sjúklingum og avvarðandi í Danmark.
- Tað hevur verið lættari at útvegað sjúklingum og avvarðandi innivist, og eingir trupulleikar hava verið við málinum. Samanum tikið hava stórir praktiskir fyrimunir soleiðis verið við at sent føroyskar sjúklingar niður á Ríkissjúkrahúsið til serviðgerðir.
Læknaligar orsøkir
Landsstýrismaðurin vísir á, at í 2004 setti heilsumálaráðið í verk eina prískanning ella eina prísmeting, sum skuldi lýsa kostnaðin av at senda føroyskar sjúklingar til ávís sjúkrahús í Norðurlondum.
- Hendan metingin vísti, at føroyingar fáa bíligastu viðgerðina á Ríkissjúkrahúsinum, og hetta kemst eisini av, at vit fáa "rabatt" upp á serviðgerðirnar har. Hetta merkir, at tað ikki er nakar fíggjarligur vinningur at senda føroyskar sjúklingar til viðgerðar í øðrum londum, sigur Hans Pauli Strøm.
Landsstýrismaðurin ásannar tó, at tað sjálvsagt kunnu vera læknaligar orsøkir til, at føroyingar í framtíðini í størri mun eiga at brúka onnur sjúkrahús sum viðgerðarstøð.
- Hetta er heldur eingin forðing í nýggju sjúkrahúslógini, har vit hava eina visitatiónsnevnd, sum hevur gjørt leiðreglur fyri, hvussu sjúklingar skulu visiterast til viðgerðar uttanlands. Leiðreglurnar áseta eisini, hvussu avtalur skulu gerast við viðgerðarstøð uttanlands.
Hans Pauli Strøm sigur, at einki ávíst viðgerðarstað uttanlands er útpeikað í hesum sambandi, og soleiðis er ikki álagt yvirlæknunum á føroysku sjúkrahúsunum at visitera sjúklingar til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsið.
- Hvar sjúklingar verða sendir til viðgerðir uttanlands, er tí í fyrsta lagi upp til yvirlæknan, sum tekur hesa avgerðina. Visitatiónsnevndin verður ikki eftirspurd í hvørjum einstøkum føri, men er yvirlæknin í iva, kann hann venda sær til nevndina og spyrja um hennara metingar.
Landsstýrismaðurin sigur, at í visitatiónsnevndini eru eitt nú umboð fyri tey trý sjúkrahúsini, læknarnar og sjúkrarøktararnar umframt, at sjúklingaráðið eisini hevur eygleiðarastøðu í nevndini.
- Jákup Petersen er sjálvur limur í visitatónsnevndini, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann leggur dent á, at avgerðin um, hvar sjúklingar skulu sendast til serviðgerðir uttanlands, í fyrsta lagi er læknafaklig.
- Tað einasta, sum er kravt í sjúkrahúslógini og leiðreglunum er, at samstarvsavtalur skulu gerast við tey sjúkrahús, hagar føroyskir sjúkligar skulu sendast, sigur landsstýrismaðurin.
Onnur sjúkrahús
Hans Pauli Strøm vísir á, at føroyskir yvirlæknar í størri mun enn áður eru farnir at senda sjúklingar til onnur sjúkrahús í Danmark enn Ríkissjúkrahúsið. Eisini verða sjúklingar í størri mun sendir til viðgerðar í Reykjavík.
- Men framvegis fer nógv tann størsti parturin av sjúklingunum úr Føroyum til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum.
Hann leggur dent á, at tað einasta, sum føroyska sjúkrahúsverkið noyðist at taka hædd fyri í hesum sambandi, er fíggjarligu karmarnir, sum fevna um hetta økið.
- Umráðandi er sjálvsagt, at vit fáa sum mest fyri peningin, men hvar sjúklingarnir verða sendir til serviðgerðar, er sum sagt í fyrsta lagi ein læknafaklig avgerð, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum.