Tað eru fleiri meiningar í Tinganesi um ætlanina hjá John Petersen, fiskimálaráðharra, um at taka íløgustuðulin av fyrst í mars.
Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur mangan gjørt seg til talsmann fyri ávísum stuðuli til fiskivinnuna um tað kundi skapa arbeiðspláss, og sum fakfelagsmaður hevur hann ofta funnist at teimum, sum hava viljað øllum stuðuli til lívs, tí hann bara førir til glatan og undirgang.
Men spurningurin er, hvat formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, nú hann eisini er ein partur av løgtingsins grundarlagið undir John Petersen, sum er sinnaður at taka íløgustuðulin av, hóast tað fer at føra til, at nógv av teimum nýggjaru skipunum fara á húsagang við álvarsligum avleiðingum fyri nógv fólk, sum missa arbeiðið, báði sjómenn, og fiskafólk á landi.
M.a. fer tað at kosta væl yvir 200 sjómonnum arbeiðið, umframt minst sama tali av fólki uppi á landi. Serliga í Suðuroynni fer tað at raka meint, men eisini vestmnningar, lorvíkingar og sandoyingar fara at kenna sviðan.
Stuðul er av tí illa
Óli Jacobsen viðgongur at hann situr báðum megin borðið í hesum sambandi, tí øðrumegin er hann formaður í Fiskimannafelagnum og hevur skyldur mótvegis fiskimonnum, men hinvegin er hann samstundis limur í eini politiskari samgongu og er tí eisini skyldur tann vegin.
Og Óli Jacobsen er ikki so heitur fyri at siga ov nógv um málið nú, meðan tað er til politiska viðgerð.
Men hann sigur, at hansara sjónarmið um stuðul er alment kend.
Stuðul er av tí ringa, og tað hevur verið nógv óskil við stuðulinum, sum hevur kostað landskassanum dýrt.
Men hinvgin taki eg ikki undir við, at vit rykkja grundarlagið undan arbeiðsplássum.
Ongin veit, hvat hendir
Óli Jacobsen sigur, at spurningurin um stuðul, ella ikki stuðul er ein spurningur um at finna ta røttu javnvágina.
Tvs, at stuðulin má ikki verða ein koddi hjá vinnuni, men samstundis kann hann verða rættvísgjørdur fyri at varðveita arbiðspláss.
Tað er sera trupult at meta um, hvat fer at henda, táið stuðul verður tikin av.
Stuðulin til fiskivinnuna var eina hálva milliard um árið, tað tíð tað var, og táið hann varð tikin burtur, varð tað mótviga við størri effektiviteti í vinnuni og betri prísum.
Framstigini í fiskivinnuni tá vóru nógv størri, enn nakar kundi hugsað sær.
Fleiri meiningar
Og tað er í stuttum støðan hjá Óla Jacobsen til stuðul til fiskivinnuna:
Stuðulin skal ikki verða ein koddi hjá vinnuni, men vit mugu heldur ikki rykkja grundarlagið undan arbeiðsplássum.
Óli Jacobsen sigur, at nettupp tann spurningurin, at nógv av teimum nýggjaru skipunum fara á heysin, um stuðulin verður tikin burturur nú, liggur rættiliga frammiliga í teirri politisku viðgerðini, sum nú fer fram í Tinganesi í sambandi við íløgustuðulin, sigur Óli Jacobsen.
Tað reu nógvir politikarar, sum ikki viljað síggja tað sama henda einaferð afturat, sum hendi fyrst í nítiárunum, at nógv av teimum bestu skipunum fóru a landinum.
Og júst tað, at skipini krevja bara stuðul í nøkur heilt fá ár afturat, áðrenn tey klára seg sjálvi, vigar tungt í politisku viðgerðini.
Orsøkin til bankaskrædlið var, at grundarlagið brádliga varð tikið undan øllum, og at virðini á skipum og virkjum vórðu niðurskrivað í at kalla onki.
Yvirhøvur er semja um, at tað hendi ov brádliga.
Tí verður stuðul tikin burtur stigvíst, ber til at laga seg til tær broyttu umstøðurnar so hvørt.
Men at allur stuðul verður ryktur burtur í einum, ber ikki til at yvirliva.
Óli Jacobsen sigur, at tað eru fleiri meiningar í Tinganesi um ætlanina at taka íløgustuðulin av nú í einum.
John Petersen hevur sína hugsan.
Men nógv onnur hava eina aðra meining.
Sjálvur sigur Óli Jacobsen seg vera hóvligan, og hann heldur, at íløgustuðulin skal avtakast stigvíst.
Og havi tað fatan, at tað er ikki tann stóra ósemjan í baklandinum hjá landsstýrinum.
Tó veit Óli Jacobsen ikki, hvat fer at henda. Og hann heldur, at tann politiska viðgerðin skal fáa frið.
Sjálvur er Óli Jacobsen ikki so nógv uppi í politisku viðgerðini, tí hann hevur farloyvi frá tingarbeiðnum.
Men farloyvið hevur onki at gera við, at hann vil ikki koma í klemmu ímillum John Petersen og fiskimenninar.
Hann hevur verið burturstaddur og afturkomin er nógv, sum liggur á láni, sum hann má fáa avgreitt, og tí skal hann hava farloyvi allan hendan mánaðan, sigur hann.
Men fert tú at góðtaka tað, um tað skuldi hent, um politiska niðurstøðan verður, at íløgustuðulin verður tikin av nú í einum?
Lat okkum nú bíða og vita, hvussu leikur fer. Eg fari ikki at hótta, hvørki við einum ella øðrum frammanundan, sigur Óli Jacobsen.