Ólavsøkumorgun fór streymurin, og nærum alt landið fór í svart. Seks tímar seinni kom rættlag á aftur, og Klæmint Weihe, stjóri í SEV, hevði úr at gera, at greiða frá um orsøkirnar og at lova broytingar í trygdarskipanum og mannagongdum. Ein gravkúgv fekk skuldina og SEV átók sær ábyrgdina. Men ikki øll eru nøgd við frágreiðingarnar frá SEV-stjóranum, harímillum fyrrverandi umboðsnevndarformaðurin, Hans Tausen Olsen.
- Hendingin ólavsøkumorgun mátti koma fyri fyrr ella seinni. Eg havi gjørt vart við vansar og manglar í trygdarskipanini í fleiri ár, men leiðslan hevur als ongan áhuga í at lurta eftir, ella at gera tað, sum serkunnleikin mælir til, sigur Hans Tausen Olsen.
- Eg hevði marruna í trý ár, tí hvørki trygdin ella veitingarskyldan verða yvirhildin í SEV. Har eru allar heimildir blandaðar saman og mannagongdir viðvíkjandi trygd og backup eru ikki til staðar. Og ongin áhugi er fyri at seta í gildi eina vegleiðing ella handbók við trygdarfyriskipanum og mannagongdum, sum annars er galdandi í øðrum londum, greiðir Hans Tausen Olsen frá.
Landið lamið í mánaðir
Sundsverkið, sum veitir streym til nærum alt landið, koyrir sum ein eind og alt er tengt saman.
- Tað átti sjálvsagt at koyrt í tveimum, tí um eitt nú eldur kemur í, so liggur alt landið lamið, ikki bara í dagar ella vikur, men í mánaðir, sigur fyrrverandi umboðsnevndarformaðurin. Og hann greiðir frá, at tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa til vega nýggjar kraftstøðir ella serkunnleika, sum kann fáa alt upp at koyra aftur.
- Í Danmark er tað soleiðis, at um øll verkini fara í luftina í senn, so fær landið streym frá grannalondunum. Her hjá okkum er eingin backup, um streymurin fer, sigur Hans Tausen Olsen.
Ongir brandmúrar
Og hann greiðir víðari frá, at eitt dømi um, at Sundsverkið kann fara niður nær sum helst er, at sonevndu krafttransformatorstøðirnar og maskintransformatorstøðirnar standa lið um lið við ongari brandvernd ímillum.
- Fer ein so fara allar. Eitt nú um toran slær niður ella um eldur kemur í. Alla aðrastaðni skilur mann tær sundur við brandmúrum ímillum, so at bara ein fer um nakað hendir. Hetta sama er galdandi inni á Skálabotni, sigur Hans Tausen Olsen.
Uppá spurningin um, hvat hann heldur um hendingina ólavsøkumorgun, tá alt, sum kundi ganga galið, gekk galið, sigur Hans Tausen Olsen:
-Tað sigur seg sjálvt, at báðar trygdarskipanirnar eiga ikki at kunna ganga niður samstundis og er tað bera enn eitt dømi um at mannagongdir og eftirlitið als ikki lúka krøv, sum serkunnleikin ferð eftir ferð hevur gjørt vart við, men sum leiðslan velur at yvirhoyra, sigur Hans Tausen Olsen. Og hann vísir eitt nú á, at mælt hevur verið til, at SEV setur í gildi eitt sonevnt sikkerhedskvalitetsstyringssystem sambært krøvunum í nýggju stærkstrømsbekendtgørelsen, sum kom í gildi 1. oktober 2005, men at hetta ikki hevur verið tikið í álvara og tískil ikki er komið í gildi her í Føroyum enn.
Óhefti rakstrarleiðarin
Sambært Hans Tausen Olsen hevur Dansk Energi mælt til at seta í starv ein óheftan rakstarleiðara, sum hevur evstu ábyrgdina av trygdini.
- Men hesum verður heldur ikki lurtað eftir og ætlanir eru heldur ikki um at gera tað, sigur Hans Tausen Olsen.
Men hvat gjørdi Hans Tausen og meirilutin í fyrrverandi stýrinum fyri at bøta um trygdina og at tryggja náttarsvøvnin hjá umboðsnevndarformanninum?
- Orsøkin til mikla stríðið í SEV um setan av einum rakstrarleiðara hevði samband við, at hvørki eg sum umboðsnevndarformaður, ella fyrrverandi meirilutin í stýrinum fyri SEV kundu góðtaka støðuna. Vit kravdu, at ein óheftur rakstrarleiðari bleiv settur í SEV og at hesin skuldi hava beinleiðis tilvísing til stýrið. Men stjórin vildi ikki samstarva viðvíkjandi hesum spurningi, men gjørdi alt fyri at mótarbeiða setanini av einum óheftum rakstrarleiðara, sigur Hans Tausen Olsen, sum heldur at fyrrverandi stýrið fór illa og at tíðin nú er búgvin til at reinsa luftina og at fáa hansara upplivingar fram.
- Rakstrarleiðarin fyri SEV hevur ábyrgdina av allari trygdarskipanini í SEV, herundir eisini at trygdin viðvíkjandi veitingartrygdini hjá SEV er í lagi. Eg og fyrrverandi meirilutin i stýrinum fyri SEV vóru av teirri áskoðan, at vit ikki longur kundu liva við, at stjórin einsamallur sat við hesi uppgávu.
Avoldaður felagsskapur
- Orsakað av einaveldi stjórans, er SEV í dag ein avoldaður felagsskapur, sum als ikki livir upp til tey krøv, sum í dag at verða sett einum elfelag. SEV livir heldur ikki upp til tey krøv, sum fyrisitingarliga verða sett elfelagsskapum av teirri stødd, sum SEV hevur. Hettar er sera álvarsamt, tá hugsað verður um, at SEV er einasti veitari av streymi í landinum, sigur Hans Tausen Olsen.
Og hann greiðir víðari frá, at ætlanin hjá meirilutanum var at seta ein óheftan rakstrarleiðara, sum skuldi fáa hesi viðurskifti í rættlag, og sum skuldi hava ábyrgdina av at gjøgnumganga allar trygdarskipanir í SEV og av at trygdin var í lagi.
- Rakstrarleiðarin skuldi vera trygdin hjá stýrinum og umboðsnevndarformanninum um, at alt viðvíkjandi trygd er í lagi hjá SEV, sigur hann.
- Vit hildu, at tað ikki er rætt, at stjórin fyri SEV, sum skal taka sær av fíggjarligum uppgávum, skuldi hava dagligu ábyrgdina av hesum økinum. Eins og í øllum størri fyritøkum eru sett fólk, sum einans hava ábyrgdina av, at trygdin er í lagi, sigur Hans Tausen Olsen.
Politiskt mál
Og hann vísir víðari á, at hann heldur tað vera sera harmiligt, at ongin eftir øllum at døma vildi viðgera teir spurningar, sum veruliga lógu aftanfyri avgerðina hjá meirilutanum í stýrinum, um at koyra stjóran til hús.
- Men, at málið í staðin bleiv ein politisk tilgongd, har persónjakstran og ósaklig viðurskifti vórðu tikin fram um veruliga spurningin, nevniliga hvussu SEV sum fyritøka verður stýrd, sigur Hans Tausen Olsen. Og hann sigur seg vilja vera við, at stjórin ella deildarstjórar og rakstarleiðarin eiga ikki at vera sami persónur, sambært tilmæli frá Dansk Energi.
- Stýrið tók tó avgerð um, at seta ein rakstrarleiðara, men trupulleikin er, at hesin arbeiðir undir stjóranum og annars hevur ábyrgd av dagliga rakstrinum hjá SEV. Nýggi rakstrarleiðarin skal sostatt kanna og eftirmeta seg sjálvan og stýrið hevur onki við hendan mannin at gera, sigur Hans Tausen Olsen, sum vil vera við, at allir teir í stýrinum, sum ynsktu at økja um trygdina vórðu varpaðir út. Og tríggir sterkstremsverkfrøðingarnar søgdu allir upp, tí teir fingu sagt ongar uppgávur.
- Serkunnleiki varð einans keyptur uttan fyri húsið ella frá útlendingum. So teir, sum hoyrdu til SEV, stungu í sekkin og fóru til Danmarkar, har teir settu egið virkið á stovn, og hava teir úr at gera har, sigur Hans Tausen Olsen, at enda.
--
Á heimasíðuni hjá SEV verður greitt frá um streymslitið á Ólavsøku:Tað tók góðar fimm tímar at fáa streymveitinga í rættlag aftur á ólavsøku, og tí fer SEV eisini at endurskoða mannagongdir og styrkja telduskipanir og neyðstreymsskipanirnar, sum taka við, tá brek eru á netinum. Tað gekk sera illa í hond ólavsøkumorgun, tí bæði telduskipanirnar og neyðstreymsskipanirnar slerdu eisini frá, og harumframt gekk illa við samskiftinum millum tey, sum skuldu rætta brekini.