Formansval
Nývaldi formaðurin í Føroya Lærarafelag, Johannes Eli Iversen, ætlar sær at arbeiða fyri, at tey, sum taka læraraútbúgving, eisini fara at brúka hana innan skúlagátt. Tað er ikki nóg gott, at partur av útbúnu lærarunum fer í starv aðrastaðni enn í skúlanum, heldur hann.
Tað kann tykjast, sum at tað ikki er nóg áhugavert hjá teimum, sum fáa sær læraraútbugving, at koma í starv í skúlanum, sigur Johannes Eli Iversen, sum um vikuskiftið varð valdur til formann í Føroya Lærarafelag. Hann heldur ikki, at tann gongdin kann halda fram, og sigur, at hetta verður eitt av stórmálunum, sum Føroya Lærarafelag í framtíðini eigur at arbeiða við.
Og tá hann sigur eitt av málunum, er tað tí, at tað eftir hansara tykki eru fleiri stórmál at loysa hjá nevndini í Føroya Lærarafelag.
Eitt annað mál, arbeiðast má við, er at halda saman upp á bólkarnar í felagnum, sigur nýggi læraraformaðurin.
Hann vísir á, at tað eru fleiri ymsir bólkar í felagnum, og øll áhugamálini hjá limum felagsins passa ikki altíð saman. Eitt nú hevur felagið sáttmálasettar lærarar, tænastumenn og stjórar, sum hvør sær hava ymisk áhugamál, og kortini eru ein felags flokkur, sum er limur í Føroya Lærarafelag.
Nýggi formaðurin sær tað sum eina stóra uppgávu at halda hesum bólkum saman í felagnum og vinna teimum sum bestar felags sømdir.
Eitt nú kann tað koma fyri, sigur hann, at viðurskiftini hjá sáttmálasettum læraraum ikki altíð eru tey somu. Tað heldur hann ikki vera nøktandi, sigur Johannes Eli Iversen.
Strævnar lærugreinar
Nýggi formaðurin í Føroya Lærarafelag heldur ikki, at allar lærugreinar í fólkaskúlanum fáa tær sømdir, teimum eigur at verða givnar. Eitt nú vísir hann á, at lærugreinin alis- og evnafrøði ikki hevur tað nakað serligt í føroyska skúlanum.
?Talan er um eina strævna lærugrein, sigur Johannes Eli Iversen. Næmingatalið í flokkunum er høgt, og tað sama er meðalaldurin á teimum lærarum, sum undirvísa í lærugreinini, vísir hann á.
Næmingatalið liggur um einar 22-24, og lærararnir, sum undirvísa í hesi lærugreinini, eru eldri fólk. Sum dømi nevnir hann, at við Tórshavnar Kommunuskúla er yngsti lærarin, sum undirvísir í alis- og evnafrøði, 54 ár.
?Lærugreinin er krevjandi, og tað er einki yvir at dylja, at tað eru ikki øll, sum makta hetta, sigur Johannes Eli Iversen. Tað kann so aftur vera viðvirkandi til, at yngri lærarar beinleiðis sleppa sær undan at taka slíkar lærugreinar.
Høvdu flokkarnir kunnað verið upp á eitt nú einar 15 næmingar, var tað líkasum lættari at yvirskoða. Tí talan er ikki um eina lærugrein, har lærarin stendur framman fyri talvuni við kriti. Nei, her skal alt ganga fyri seg við royndum. Og tað er ikki bara sum at siga tað við so nógvum næmingum, vísir nýggi læraraformaðurin á.
Arbeiðstíðin
Eitt annað stórmál, nýggja leiðslan í Føroya Lærarfelag hevur liggjandi fyri framman, er arbeiðstíðin hjá lærarunum.
Tað, sum sæst aftur av arbeiðinum hjá einum lærara, er vanliga undirvísingartíðin, sigur Johannes Eli Iversen. Men har verður sjálvandi arbeitt nakað væl meira enn tað, vísir hann á.
Í løtuni liggur eitt uppkot um arbeiðstíðir hjá lærarunum úti hjá limunum í Føroya Lærarafelag til uratkvøðu, sigur nývaldi formaðurin. Talan er um uppskot frá Mentmálaráðnum, og mangt bendir á, sigur hann, at Mentamálaráðið fer at seta tað í gildi 1. august, óansæð hvat limir Føroya Lærarafelags halda um tað.
Uppskotið líkist tí, sum galdandi er í Danmark, sigur hann. Har verður alt, sum lærarar gera í samband við skúlan, gjørt um til arbeiðstíð. Tað verið seg foreldrafundir, fyrireikingar av ymsum slagi, og hvat tað nú kann vera. Arbeiðstíðin er sett til 1.800 tímar árliga.
Nýggi formaðurin
Nýggi formaðurin í Føroya Lærarafelag eitur Johannes Eli Iversen. Hann er 55 ára gamal kvívíkingur, sum er búsitandi í Hoyvík.
Johannes Eli Iversen tók lærarprógv á Føroya Læraraskúla í 1972 og fór beinanveg í starv við Tórshavnar Kommunuskúla, har hann hevur verið síðan.
Hann er í dag annar av tveimum varaskúlastjórum við Tórshavnar Kommunuskúla.
Samstundis sum hann hevur undirvíst Kommunuskúlanæmingum, var hann eisini í sjey ár ráðgevi í alis- og evnafrøði hjá Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð.
Nú hann er vorðin formaður í Føroya Lærarafelag, fer hann at biða um farloyvi frá starvi sínum við Tórshavnar Kommunuskúla.
Johannes Eli Iversen varð valdur formaður í Føroya Lærarafelag eftir Elsu Birgittu Petersen, sum leggur frá sær. Hon fer í nýtt starv sum fyrstilærari í Hvalba. Nýggi formaðurin tekur við starvinum tann 10 mei.
Føroya Lærarafelag hevur aðalfund á hvørjum ári, men nevndarval er bara annaðhvørt ár.