Gongur soleiðis sum bæði forkvinnan og næstformaðurin í sosialu nevnd ætla, verður eitt nýtt ellis- og røktarheim bygt í Klaksvík tey næstu árini. - Tað er stórur tørvur á einum slíkum heimi, og nú er tíðin komin at fara undir at fyrireika byggingina, sigur Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen, sum er býráðslimur í eini samgongu sum hevur valt at raðfesta eldraøkið
Klaksvík: Fyrst kom eitt ellis- og røktarheim. Men nú skal altso byggjast eitt aftrat, fyri at nøkta tann stóra tørvin á røktarheimsplássum í næststørsta býi okkara.
Tað er í øllum førum ætlanin hjá forkvinnuni, Elsebeth Gunnleygsdóttir Hansen og næstformanninum Atla S. Justinussen.
Verandi røktarheim í Klaksvík er bygt fast í og er at meta sum ein partur av Klaksvíkar sjúkrahús. Ætlanin er, at hetta nýggja heimið skal liggja væl fyri í býnum og vera lætt atkomuligt hjá øllum.
– Ja, vit leggja stóran dent á, at heimið fer at liggja í fjølbygdum øki, og at búfólkið somuleiðis skal hava gott útsýni, sigur Elsebeth.
Tey bæði hava hugsað um møguligar plaseringar, men av tí at málið enn er so fekst, og ikki viðgjørt í býráðnum, vilja tey einki siga um eina møguliga plasering.
Tað verður heldur einki sagt um kostnað ella tíðarætlan, men gongur sum ætlað verður ein arbeiðsbólkur settur longu í heyst at arbeiða víðari við málinum.
– Málið hevur skund, tí tørvurin á akuttum røktarheimsplássum er so ovurhonds stórur, sigur forkvinnan í sosialu nevnd.
Uppskotið til eitt nýtt ellis- og røktarheim í Klaksvík varð lagt fram fyri sløkum tveimum mánaðum síðani. Nú verður tað so upp til politikkarnar í býráðnum at avgera lagnuna hjá tí.
Óhugsandi er ikki, at tað verður framt í verki um fíggjarligu umstøðurnar verða til tað. Samgongan í býráðnum hevur nevniliga sett sær sum mál at raðfesta eldraøkið nógv hesi komandi fýra árini.
Akuttur tørvur
Hetta málið er so nýtt, at tað als ikki hevur verið til politiska viðgerð í býráðnum sjálvum.
Men málið um at byggja eitt nýtt røktarheim í Klaksvík hevur kortini verið viðgjørt í sosialu nevnd í býráðnum, og her vóru allir limirnir sinnaðir til, at eitt nýtt røktarheim skal byggjast í Klaksvík.
– Vit duga øll at síggja, at tørvurin fyri einum slíkum ellis- og røktarheimi er stórur her í býnum. Nú vilja vit so gera okkara til, at tað kann gerast veruleiki, sigur Elsebeth Gunnleygsdóttir Hansen.
Hon vísir á eitt úttalilsi frá januar mánaði í ár, har staðfest varð at tann akutti tørvurin á slíkum plássum var 25.
Samstundis verður staðfest, at eingi røktarheimspláss eru útvegað, síðani sambýlið á Heygum lat upp fyri eini seks árum síðani.
Tørvurin er neyvan minkaður síðani tá, og tí hevur tað, sambært báðum uppskotsstillarunum skund at farið verður undir at fyrireika hetta málið.
Gott konsept
Í uppskotinum til ellis- og røktarheim hava tey bæði, Elsebeth og Atli gjørt sær sína hugsan um, hvussu farast skal fram ta komandi tíðina.
Málið skal fyrst gjøgnum ta politisku skipanina og teir almennu myndugleikarnar, og síðani skal ein arbeiðsbólkur setast at skipa byggingina á bestan hátt.
– Vit ætla eisini, at eitt grundøkið skal ávísast líka so skjótt, sum nýggja miðbýarætlanin er samtykt av býráðnum, slær Elsebeth fast.
Í hugaheiminum hjá henni og samstarvsfelaganum Atla, røkkur hugsanin eitt sindur víðari enn bert til at umfata eitt vanligt røktarheim, soleiðis sum tey eru skipað kring landið.
– Ja, vit ynskja sjálvandi at byggjast skal eitt ellis- og røktarheim her í býnum. Men ætlan okkara skal samstundis geva møguleikar fyri nýggjum og spennandi møguleikum, sigur Elsebeth Gunnleygsdóttir Hansen.
Ein av hesum ætlanum er at hava eitt dagtilhald í sama bygningi, men sum kortini verður fyri seg.
Teirra ynski er at seta trivnaðin í hásætið. Og so vóna tey bara at hinir býráðslimirnir hava somu hugsan!
–––––––––––––––––––––––––––––
Klár tá fíggjarstøðan broytist
Næstformaðurin í sosiali nevnd, Atli S. Justinussen sigur, at tey ikki vilja seta nakra tíðarætlan fyri, nær farast kann undir heimið ella nær tað verður liðugt.
- Sum fíggjarstøðan í kommununi er beint nú, eru førleikarnir fyri eini slíkari bygging ikki góðar í løtuni. Men hetta forðar okkum kortini ikki í at fyrireika málið, siga uppskotsstillararnir.
Tíðarætlanin fyri heiminum er treytað av inntøkunum hjá kommununi, og er ætlanin at fremja ætlanina í verki so skjótt sum møguleikin er til staðar.
Tey bæði vísa á, at seinastu seks-sjey árini eru eingi nýggj búpláss til tey eldru útvegað í Norðoyggjum, hóast tørvurin er stórur - eisini tann akutti.
- Vit ætla so ikki at liggja á teirri latu síðuni, men ætla at arbeiða nú við fyrireikingini til heimið. So eru vit í hvussu so er klár at fara undir byggingina, tá tað fer at venda fíggjarliga í Klaksvík, sláa Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen og Atli S. Justinussen fast.










