Jon Hestoy yvirdómari í EM

Einasti føroyingurin, sum hevur tikið lut í HM kappingum, hevur verið í Finnlandi og hildið skil á maraton kappingini

Tað eru ivaleyst fleiri, sum hava fylgt við í EM kappingini í svimjing, sum hesa seinastu vikuna hevur verið í Finnlandi. Eurosport hevur sent, og onkur hevur kanska hugsað við sær sjálvum, at í sovornum kappingum hava føroyingar einki at gera.

Eingir føroyingar hava tikið lut í kappingunum. Men ein føroyingur hevur havt týðandi leiklut í onkrum av kappingunum. Talan er um Jon Hestoy, sum ? um vit í hesum sambandinum ikki roknað ÍSB svimjararnar uppí ? er tann føroyingurin, ið hevur framt størstu altjóða svimjibrøgdini.

Jon Hestoy er higartil einasti føroyingurin, sum hevur umboðað okkara lítla land í einari HM kapping í svimjing. Tað gjørdi hann longu í 1982, tá hann var við í 200 metra firvalda kappingini og 400 metra blandaðu kappingini. Ta ferðina var HM kappingin í Equador.


Størsta avbjóðingin

Í kappingini í Finnlandi hevur Jon Hestoy verið ein av dómarunum. Tað, sum mest hevur verið at sæð til í sjónvarpinum, hevur verið kappingarnar, ið ganga fyri seg í 50 metra hylinum. Harafturat hevur eitt sindur verið av útlopi og synkronsvimjing.

Jon Hestoy hevur verið dómari í tí, sum teir kalla maratoin svimjing. Talan er um fýra kappingar ? menn á 5 og 25 kilometra teininum og kvinnur á 5 og 25 kilometra teininum. Hesar kappingarnar eru ikki so nógv kendar í Europa, sum tær eru t.d. í Suðuramerika og Afrika, har tað meiri enn so kemur fyri, at fleiri enn hálvt hundrað túsund áskoðarar savnast til stóru meistarakappingarnar.

Hesa ferð hava maratonkappingarnar verið í Espo uttanfyri Helsingfors í tí vatninum, sum eitur Solvalla.

Jon var í Finnlandi frá týsdegnum 27. juni og fram til mánadagin 4. juli. Størstu avbjóðingina fekk hann, tá hann tann triðja av fýra kappingardøgum var yvirdómari í 25 kilometra kappingini fyri menn. Henda kappingin verður í hesum høpinum mett sum tann størsta.

Jon Hestoy hevur mangan verið yvirdómari í FM kappingum og í Oyggjaleikunum. Í prinsippinum heldur hann ikki, at tað var so nógv øðrvísi at hava ábyrgdina av maratonkappingini, men alíkavæl:

? Umstøðurnar gera, at talan er um nógvar reglar at halda seg til, sum ikki eru galdandi í vanligari svimjing, um vit kunnu kalla tað soleiðis. Undan fyrsta kappingardegnum fundaðust vit nógv og leingi.

Hvat var so uppgávan hjá tær?

? Tíðin hjá teimum fremstu í 25 kilometra kappingini var fimm tímar og fimm minuttir. Í seks tímar stóð eg á brúnni umborð á yvirdómarabátinum við einum walkie talkie og eygleiddi svimjararnar og hjálparbátarnar, sum fylgdu við hvørjum einstøkum luttakara. Tað varð tosað við venjarar og eftirlitsmenn, og um serlig viðurskifti gjørdu seg galdandi, so loysti hjálpardómarin meg av á brúnni, meðan eg fór at seta meg inn í serstaka spurningin og upp á standandi fót at taka støðu út frá reglunum.

Kolldømdi tú nakran svimjara?

? Luttakararnir vóru sera medvitandi um reglarnar, so tað var ikki neyðugt. Í tí eina førinum gav eg einum svimjara eina ávaring. Hana fekk hann fyri at leggja seg í kjalarvørrin hjá einum av kappingarneytunum. Hetta er vanligt í t.d. súkklukappingum, og tá teir á skíum kappast á longu teinunum, men í maraton svimjingini er hetta ikki loyvt.

Hvør er sektin, um ein svimjari freistast til á henda hátt at lætta um?

? Í fyrstu atløgu verður ein ávaring givin. Um hon ikki hjálpir, so skal svimjarin bíða í ein minutt, áðrenn hann sleppur at halda fram.


Nevndararbeiðið

Á Skálafjarðarstevnuni tók Jon Hestoy lut í svimjingini av Strondum og yvir til Runavíkar, so hann hevði kent eitt vet á egnum kroppi, hvat tað snúði seg um, tá hann hevði eftirlit við teimum 22 luttakarunum í Solvalla vatninum:

? Hetta er ein ógvuliga krevjandi kapping. Teir drekka og kanska eta eina banan ella okkurt sovorðið tvær ferðir um tíman. Tað er ikki óvanligt, at tað ørar fyri svimjarunum, og at teir hava hug at spýggja. Um teir spýggja, so skulu teir gevast. Tað siga ásetingarnar.

Hvussu ber tað til, at tú ert komin uppí EM kappingina?

? Í fyrraárið gjørdist eg limur í teknisku nevndini fyri svimjing í fríum vatni. Tað vóru norðurlendsku svimjisambondini, sum innstillaðu meg til europeiska svimjisambandið, LEN, og tað var LEN, sum sendi boð eftir mær, greiðir Jon Hestoy frá.

EM í svimjing var í fjør í Turkalandi. Tá var Jon Hestoy eisini til staðar. Kappingin er vanliga annað hvørt ár. At tað varð kappast bæði í fjør og í ár kemst av, at teir hava broytt kappingina frá at vera ólíkaár og til at vera líka ár.

Er hetta spennandi arbeiði?

? Sum gamal svimjari ert tú bitin av umhvørvinum. Tað mest áhugaverda er at hitta nevndarlimirnar aðra staðni frá. Teir hava tikið lut í somu kappingunum, sm tú sjálvur hevur verið við í, og so verður hvør søguligur smálutur vendur og snaraður. Tað er bara heilt stuttligt.

jh