Føroyskt ikki í vanda

- Í mun til nógv onnur smá mál er føroyskt væl fyri, men eg stúri fyri, at føroyskt verður fyri einum tapi, tá ið tað ræður um ymisku fakøkini. Tað er málið, ið verður tosað í oljuvinnuni og innan kunningartøkni, sum er frammi í fjølmiðlunum, og kunnu vit ikki fylgja við har, er vandi avgjørt á ferð, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í málnevndini.

Á fundinum, sum Norðurlandaráðið helt í Føroyum í farna mánaði løgdu føroysku umboðini í ráðnum, løgtingslimirnir Jógvan við Keldu og Dan Petersen, fram uppskot um tiltak, ið skal styrkja minstu málini í Norðurlondum. Føroyingarnir skutu upp, at pengar árliga verða settir av á fíggjarlógini hjá Ráðharraráðnum til málsligt samstarv, at skúlabóka- og orðabókagerð og útgáva verða stuðlað, og at sjónvarpssendingar í teim smæstu mentanarøkjunum verða stuðlaðar. Mælt varð til, at Norðurlandaráðið sær tað sum eitt mál at stuðla smæstu norðurlendsku málini, so tey verða varðveidd og styrkt.

Í viðmerkingunum til uppskotið søgdu Jógvan við Keldu og Dan Petersen, at tað er orsøk til at stúra fyri gongdini, tí í ST-álitinum "Vår skapande mångfald", sum kom út í 1995, verður sagt, at vandi er fyri, at 90% av málunum, ið verða tosað í dag, hvørva undir heilt komandi øldina.

­ Hatta er eitt ræðandi tal. Tað leggur eina stóra ábyrgd á okkara herðar. Eg dugi ikki at síggja, at føroyskt sum so er í vanda, men hinvegin mugu vit vera við innan tey nýggju teknisku fakini. Við tí hugburðinum sum er og tað at vit hava føroyskar fjølmiðlar, føroyskt undirvísingartilfar, nógvar føroyskar bøkur og annað, er føroysk væl fyri í mun til so nógv onnur mál, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í málnevndini og limur í ritstjórnini, ið hevur arbeitt við nýggju móðurmálsorðabókini, sum kemur út fríggjadagin.


Størri tilvit

Í Øravíkarskjalinum, sum er nýggi programmpolitikkurin hjá Sjónvarpi Føroya, stendur, at miðað eigur at verða ímóti, at ein nógv størri partur av sendingunum í SvF eru føroyskar. Men uttan mun til, hvat vit seta okkum fyri, er meginparturin sum SvF sendir í løtuni útlendskt tilfar.

­ Tað er ógvuliga óheppið, at vit síggja danskar filmir við danskari talu og donskum teksti og aðrar sendingar sjálvandi á øðrum máli. Innan kunningartøkni er tað enska málið, sum fyrst og fremst er hóttanin. Okkara fyrsta uppgáva eigur at vera at fáa hugburðin broyttan. Ungdómurin má vera við og tað skal upplýsing til. Vit mugu lýsa støðuna sum hon er, tí ungfólk til dømis hugsa ikki um, at tey glaðbeint nýta eitt annað mál. Tey eiga at verða tilvitað um, at tað hevur virði í sær sjálvum, at føroyskt verður varðveitt. Og móðurmálsundirvísingin eigur at verða betri, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.

­ Eitt álit er komið um kunningartøkni í fólkaskúlanum, sum Undirvísingar- og mentamáladeildin hjá landsstýrinum hevur givið út, og har verður sagt, at landsstýrið raðfesir KT-tøkni høgt. Men tað undrar meg, at tað stendur so lítið um málið og hvat skal gerast við málsligu síðuna á hesum øki. Í síðsta enda er tað ein politiskur spurningur um vit skulu gera tær neyðugu íløgurnar í at umseta tey teknisku orðini, tí tað kostar pengar. Tað verður øgiliga aktuelt um oljuvinnan fer í gongd. Eg stúri fyri, at føroyskt verður fyri einum tapi í tann mun, at ymisku fakøkini detta burturímillum. Og tað er øgiliga vandamikið, tí tað er málið, ið verður tosað í oljuvinnuni og innan kunningartøkni, sum er frammi í fjølmiðlunum. Kunnu vit ikki fylgja við har, er vandi avgjørt á ferð, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.

Fara tit at leggja trýst á, at hetta verður raðfest hægri?

­ Tað gera vit altíð, vit royna at gera politikararnar varhugar við støðuna og teir siga seg skilja okkara grundgevingar. Men tá ið tað snýr seg um at játta pengar er søgan ein onnur, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.


Samskifti

Í viðmerkingunum hjá føroysku umboðunum í Norðurlandaráðnum verður sagt, at samskiftið gjøgnum internetið og stóra útbreiðslan hjá sjónvarpsstøðunum ávirka alla mentan og øll mál, sum verða tosað, og at tað er serliga ungdómurin, sum verður ávirkaður. Tí er orsøk til at halda, at ein stór útjavning fer fram. Hinvegin er kunningartøkni eisini ein háttur at styrkja um málið.

­ Tað er tað avgjørt og politikarar eiga at skilja, at teir verða noyddir til at raðfesta málsligu síðuna hesum viðvíkjandi, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.

Hóast mentapolitikkur er eitt mál fyri hvørt land sær, mugu Norðurlondini átaka sær eina felags ábyrgd fyri at verja smæstu mentanirnar og smáu málini í Norðurlondunum, siga føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum í viðmerkingunum.

Skulu vit til hini Norðurlondini at leita eftir stuðuli?

­ Tað velst um, hvat okkara umboð í Norðurlandaráðnum klára, men tað er púra givið, at føroysku polikararnir mugu seta pengar av til orðalistar og hvørt av sínum, soleiðis at málið kann fylgja við tøknifrøðiligu menningini í oljuvinnuni og kunningartøkni, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.