lógina, er ilt at siga, men við Dimmalætting fyrr í mánaðinum segði Sverre Midjord, at hann fór at umhugsa sína støðu, um løgreglan onki kann gera fyri at forða, at samkynd verða happað. Hann legði tó afturat [...] ivast í, at samgongan finnur eina semju. Grundgevingarnar hjá Marjus Dam at atkvøða fyri eru á leið tær somu sum hjá partamanninum. - Mín grundhugsan er, at fólk ikki skulu verða forfylgd. Eg helt, at tey samkyndu [...] afturat, at hann ikki ætlaði at gera nakra serlóg fyri samkynd, og at hann persónliga metti, at tey eru vard, sum er. Niðurstøðan er sostatt eitt ógreitt svar frá Sverra Midjord. Á jólum sat Mamy Dahl Sørensen
neyðhjálp frá teimum stóru. At FKF ynskir eina útjavning ímillum 34 kommunur, fyri at varðveita verandi kommunubygna At FKF skýggjar eina útreiðsluútjavning Til hetta er at siga At Sjálvsagt verja vit tilveru [...] Heðin Mortensen, at KSF als onga støðu hevur tikið í málinum viðvíkjandi útjavning, men at KSF arbeiðir seriøst við at lýsa málið. Men bara við lesa yvirskriftina á greinini, so sæst at KSF hevur tikið [...] ið kommunurnar í semju eiga at finna útav. Arbeiðsháttinum hjá KSF, tykist hinvegin at byrja við úrslitinum, nevniliga at einki skal útjavnast. Síðani verður farið undir at útgreina hvussu komast kann
røkja størvini, verða før fyri at átaka sær ymsar uppgávur á savninum, eitt nú savnsarbeiði, at reka sølubúðina, at geva rundvísur í framsýningini, at dagføra heimasíðuna og at fáast við vanligar skrivsto [...] verið í so vánaligum standi, at ikki hevur verið ráðiligt at lænt tey út, fyrr enn tey eru konserverað. Í sambandi við framsýningar, var uppgávan at fáa yvirlit yvir avtalur og at fremja tilrættislagdar v [...] gjørt. Tó vísti tað seg skjótt, at neyðugt varð eisini at brúka tey nýggju hølini til skiftandi framsýningar. Leiðslan á savninum vísir á, at tað er sera ringt fyri listaverk at verða handfarin ofta, og serliga
til føroyingar at stilla upp sjálvir, men vit eiga at taka tað sum eitt herðaklapp, at tað verður heitt á okkum at stilla upp, sigur Elinborg Trónd Johansen. Eisini heldur Súni Vinther, at úrslitið av e [...] semja millum limirnar í eldraráðnum, at ein av høvuðsorsøkunum, til at undirtøkan til eldraráðsvalið var so mikið góð, er tann, at býráðið gjørdi tað so einfalt at atkvøða, og tey rósa í hesum sambandi [...] vænta, at tey eldru nú fara at koma eitt sindur harðari fram í almenna kjakinum. - Vit hava longu sæð tað í sambandi við okkurt kjak, sum hevur verið í løgtinginum, og eg vænti, at tey eldru nú fara at gerast
skuldi trúð tí, at tað kann vera neyðugt hjá føroyingum at rýma undan sólini. Men tað er ikki eingang lygn! Serliga beint nú eru allar orsøkir til at vísa stórt varsemi, tí mátingar vísa, at ozonlagið yvir [...] Institutt. Hann sigur, at í slíkum veðrið, verða fólk sólskáldað upp á minni enn ein tíma. Og tað er akkurát her, at vandin lúrur. Tað er serliga um miðdagsleitið, at tað er neyðugt at ansa eftir, tí tá er [...] faktori og ikki at vera pírin, tá ið tað verður smurt upp á. Skáldast í ongari sól Paul Eiriksen sigur, at tað ber eisini væl til at verða sólskáldaður, hóast ongin sól er. - Tað er ikki neyðugt at vera í beinleiðis
ikki vist, at hetta fer at geva ætlaða úrslitið, so tey ungu koma at duga enskt betri. Eftir øllum at døma eru tey fá, sum gáa eftir tí einfaldu sannroynd, at málsligir førleikar og evni at leita inn í [...] týdning fyri at læra fremmand mál. - Eg havi latið mær fortalt, at heldur enn at spyrja, hvat føroyingar gera øðrvísi, hevur úrslitið av hesum kanningum havt við sær, at føroyingar nú skulu byrja at læra enskt [...] so, at føroyingar við at røkja sítt egna mál umframt eitt mál, sum liggur tætt at, hava ment eina málsliga tilvitan, sum gagnar teimum, tá teir skulu læra eitt fremmandamál? Um so er, áttu danir at umhugsa
Eg haldi framvegis, at tað var eitt mistak, at koyra Heðin Mortensen úr flokkinum. Ein átala átti at verið nóg mikið, tí at koyra ein lim úr flokkinum, er eitt so stórt stig, at tað stendur als ikki mát [...] uppundir, at flokkurin átti at viðgera leiðsluspurningin. Eisini Johan Dahl, tingmaður sambandsfloksins úr Suðuroy, heldur, at tað eru viðurskifti í sambandsflokkinum, sum tað ikki slepst undan at endurskoða [...] stig tað er neyðugt at taka. Sostatt sipar hann eisini til tað, sum Edmund Joensen rør framundir, at tað verður neyðugt at endurskoða formansskapin í flokkinum. ? Vit mugu staðfesta, at vit hava ein trupulleika
hava møguleikan at kjakast og hava ymiska meiningar um ymiskt mál. Eins væl dámar mær tá vit hava møguleikan at vera ósamd. Men tá Dimmalætting vil vera við at undirritaði ikki vil, at onnur úttala seg [...] á nádd politisk mál, at tað er galið at vísa á, at nádd úrslit er partur av ávísum politikki, í oddagreinini stendur: "Men undarligt er tað at hoyra, tá politisk tilvitað fólk soleiðis taka sær rættin [...] "Hvat sleppa tey at gera í fullveldinum Føroyum? Hvat sleppa tey at úttala seg um?" Tað er eitt sindur undrunarvert at slíkt skal vera partur av einari oddagrein - er kanska ikki vert at viðmerkja, men hatta
vælferð. Tí er at fegnast um, at kapping er íkomin um arbeiðsmegina, og tað er somuleiðis at fegnast um, at kappingin um tað vælútbúna fólkið er farin at vaksa. Vanlig hugsan hevur verið, at vælútbúnir føroyingar [...] kapping tørvar góða tøkni og evnarík fólk. Tá eru tær við til at eggja okkara vælútbúna fólki at koma heim aftur, so at tað kann vera við til at skapa eitt samfelag, ið byggir á vitanarbúskap. Tolsemi er [...] ógvuliga umráðandi at skapa dynamikk í vinnuni. Er málið at veita hvørjum einstøkum borgara størri vælferð, soleiðis sum ætlanin er við Visjón 2015, so má búskapurin eisini vaksa, so at hann kann fíggja
vóna vit, at ferðsluskaðanevndin fer at koma, sigur Jón Kragesteen, sum býtir gongdina upp í sløg. Fyrsta slagið var, at Ráðið fyri Ferðslutrygd samtykti uppskotið, síðani at fáa løgtingið at gera tað sama [...] tosað um at fáa eina ferðsluskaðanevnd setta í Føroyum, sum fær til uppgávu at kanna ferðsluvanlukkur, staðfesta ábyrgd og hvat er hent. Og ikki minst at arbeiða víðari við teimum upplýsningum fyri at gerast [...] ger, at fólk koma álvarsliga til skaða, kemur eitt kjak fram, sum tíverri ofta vísir seg bert at vera eitt upplop í nakrar dagar. Í øllum slíkum koma eisini nógvar leysasøgur, og tað er helst tí, at landið